FELAGSSKAPURIN KØVIR IVAN!

Ivast tú nakrantíð? Um tað nú man fara at ganga, tað heila? Um tú nært tí, tú vónar? Um tú ert egnað ella egnaður tað, tú stendur í? Um tú hevur tikið røttu avgerðir í lívinum? Um tíni medmenniskju tala sætt? Jú, mestan ivast tú um eitt ella annað frá tíð til aðra. Vit ivast jú dagliga. Um tey lítlu viðurskiftini í tilveruni so sum, um vit eiga breyð til í morgin, um tað var klokkan trý ella fýra, møtast skuldi til hasa avtaluna, ella um vit eiga at fara at mála húsini í summar. Men vit ivast eisini um tey stóru viðurskiftini í tilveruni. “Man tað vera nøkur ávís meining við mínum lívi? Havi eg valt røttu lívsleið? Man lív vera eftir deyðan? Varð Jesus veruliga reistur upp frá deyðum?”

Í øllum ivanum liva vit. Gerandisdagurin heldur fram og vit halda fram í tilveruni. Vit rúma ivanum við øllum tí, hann hevur við sær bæði av neiligum og jaligum. Men samstundis vísir ivin seg mangan at skapa í okkum vón um frið fyri framman. Vit kundu spurt, um nøkur vón er uttan iva. Man eg vóna nakað, um eg ikki ivist í nøkrum?

Lærdi háskúlin í Århus gjørdi í 2013 eina kanning, har spurt var í hvussu stóran mun vit menniskju hava álit á okkara medmenniskju. Í Danmark vístu tølini, at ein útav trimum persónum ikki høvdu álit á sínum medmenniskjum. Í Onglandi vóru tað tveir útav trimum. Og í Turkalandi vóru tað níggju út av tíggju persónum, sum ikki høvdu álit á øðrum menniskjum. Kanningin avdúkaði, at álit og felagsskapur ímillum menniskju hanga saman. Í størri mun, tú hevur upplivað ósunnar og skaðandi felagsskapir, størri møguleiki er tað tá, at tú ikki hevur álit á onnur menniskju.

Vit kunnu siga, at ivin er úrslit av tveimum ymiskum viðurskiftum: Manglandi vitan og manglandi álit. Um eg ikki havi nokk av vitan um eitthvørt, ivist eg í tí. Í hesum førinum stavar ivin fyrst og fremst frá mínum egna persóni. Eingin annar persónur nýtist at vera við í hesi líkningini. Men í hinum førinum er talan um iva, ið stavar frá felagsskapinum ímillum meg og eitt ella fleiri onnur menniskju. Tá er ivin beinleiðis tengdur av menniskjum uttan fyri meg sjálvan. Slíkir felagsskapir antin styrkja ella veikja ivan!

Ímynda tær at hitta eitt fremmant menniskja fyri fyrstu ferð. Sjálvandi ivast tú um hetta menniskjað. Hvør tað er, hvaðani tað kemur frá, hvat tað ger, hvat tað hugsar um teg, og hvat tað vil tær. Ímynda tær so, at tú byrjar at samtala við henda persónin. Tit læra hvønn annan betur og betur at kenna. Eftir nøkur ár í felagsskapi við hesum persóni er óivað ikki sami ivin, sum á fyrsta sinni. Nú hevur tú bygt eitt álit til hetta menniskjað, sum tú annars ivaðist so nógv í at byrja við. Felagsskapurin køvir ivan! Í øllum førum, um hesin felagsskapurin er ein sunnur felagsskapur.

Tíggju lærusveinar hildu seg innilæstar triðja kvøldið eftir at Jesus varð krossfestur. Teir vóru bangnir, ørkymlaðir og ivaðust óivað um tilveruna, Jesus og levnaðin. Brádliga stóð Jesus livandi mitt ímillum teirra. Jesus – sum teir vistu var deyður, – var nú ikki longur deyður, men var reistur upp frá deyðum og hevði víst seg livandi fyri teimum. Ikki undarligt, at teir vóru glaðir og at allur ivi var køvdur. Men ein av lærusveinunum, Tummas, var ikki til staðar hesa løtuna. Tá ið hann hitti hinar tíggju, søgdu teir frá, at teir høvdu sæð Jesus livandi. Ikki undarligt, at Tummas ivast og setti spurnartekin og krøv: “Hví skuldi Jesus vísa seg fyri hinum lærusveinunum, júst tá ið eg ikki var har? Eri eg ikki verdur? Lúgva hinir? Hvat er meiningin við øllum hesum?” Í heilar átta dagar gekk Tummas ivandi, ørkymlaður og syrgin við øllum sínum spurningum, meðan hinir tíggju vóru sterkir í trúnni og glaðir í levnaðinum.

Jesus rúmaði Tummasi! Skúgvaði hann ikki til viks, men avdúkaði seg eisini fyri honum. Tá gleddist Tummas saman við hinum og segði við Jesus: “Harri mín og Gud mín!” Ivin varð køvdur í felagsskapinum við Jesus.

Tú hevur ikki sæð Jesu uppreisn. Tú ert kanska ivandi eins og Tummas teir átta dagarnar. Jesus rúmar tínum iva, og vil avdúka seg ein dag eisini fyri tær. Men inntil tá eigur tú bert orðini hjá teimum, sum sóu hann og orðini hjá teimum, sum trúgva. Sunnur felagsskapur við hesi menniskju køvir ivan! Felagsskapur við Jesus, hóast tú ikki sært hann, køvir ivan.

Felagsskapurin køvir ivan!

Tú kanst ivast um Jesus og tíni medmenniskju, men ivast tey um teg? Hvat um tú vendir myndini og spyrt: “Hvussu kunnu míni medmenniskju ivast minni um meg?” Jú, við at tú rúmar hinum í teirra iva. Við at vera nær likamliga, sinnisliga og andaliga. Og við at viðurkenna hini sum tey eru við teirra iva. Felagsskapurin køvir ivan!

Leave a Reply

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Change )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Change )

Connecting to %s

Blog at WordPress.com.

Up ↑

%d bloggers like this: