Leiðsla Levnaður

HVAT STÝRIR TÆR?

Munnu flestu av okkum ikki taka undir við tí, sum sigur: “Eg havi mangan nátt málum, eg ikki ynskti!” Mangan eru vit í eini støðu, sum vit ikki eru glað fyri. Vit vita, at vit sjálv ferðaðust leiðina til hetta málið, men spyrja undrandi: “Hvat stýrdi meg higar?”

Hoyr lesturin her!

Hvat stýrir tær? Hvat førir teg ígjøgnum lívið frá einum staði til eitt annað? Hvat leiðir teg at siga Ja! til hetta og Nei! til hitt. At liva á ein ávísan hátt heldur enn á ein annan? Hvat stýrir tær? Er tað tú sjálv/ur, ella kennir tú teg ávirkaðan av øðrum, sum førir teg til tey mál, tú endar í? Munnu flestu av okkum ikki taka undir við tí, sum sigur: “Eg havi mangan nátt málum, eg ikki ynskti!” Jú, mangan eru vit í eini støðu, sum vit ikki eru glað fyri. Vit vita, at vit sjálv ferðaðust leiðina til hetta málið, men spyrja undrandi: “Hvat stýrdi meg higar?”

Sannleikin er, at vit øll verða stýrd! Hugsa um tað. Hvussu stóra ávirkan hevur tín fortíð á tær avgerðir, tú tekur í dag? Hvussu mangan taka tínar kenslur yvir og fáa teg at velja nakað, tú ikki vilt? Hvussu mangan hevur tú gjørt nakað býtt, tí at tú reageraði, sum tú gjørdi? Hvussu nógvar niðurstøður kemur tú til, tí at tú las nakað á facebook ella sást nakað á youtube? Í hvussu stóran mun stýra tínir vinir tínum avgerðum? Jú, vit kunnu halda fram, men steðga við niðurstøðuni: Øll verða stýrd av onkrum! Hyggur tú at tær sjálvari ella sjálvum, sært tú, at tín sjálvsmynd hevur ein leiklut í, hví tú ferðast ígjøgnum tilveruna ta leið, tú nú ert á. Hyggur tú at tínum medmenniskjum, sært tú, at tín mansmynd eisini hevur ein leiklut í, hví tú velur eina leið framum eina aðra. Og hyggur tú at Gudi, sært tú, at tín gudsmynd eisini stýrir tær ígjøgnum levnaðin.

Øll verða stýrd av onkrum!

25. mars í 2019 stóð ein grein á Portalinum við heitinum Flogfar hjá British Airways lendi í skeivum landi. Fleiri ferðandi høvdu nú sitið í flogfarinum ávegis málinum, tey høvdu sett sær fyri at koma til. Tey skuldu til Düsseldorf. Tá ið flogfarið var lent, vildi flogskiparin, sum vanligt er, bjóða vælkomin og takka fyri. Tey ferðandi hoyrdu sostatt flogskiparan siga: “Vælkomin til Edinburgh!” Fleiri ferðandi hildu hetta vera sagt til stuttleika, men funnu tey skjótt útav, at tey veruliga vóru í Edinburgh og ikki Düsseldorf. Flogskiparin hevði flogið tey ferðandi til skeiva málið.

Mangan mugu vit viðurkenna fyri okkum sjálvum, at vit lenda á skeivum máli. Vit settu okkum eitt mál fyri og byrjaðu at ferðast mótvegis málinum, men okkurt fekk okkum at broyta kós, soleiðis at vit náddu einum øðrum máli. Einum máli, vit ikki vildu til.

Jesus segði einaferð: “Muður mælir tað, sum hjartað er fult av.” Við hesum orðum vísti hann á, at tað, sum vit menniskju lata okkum fylla við, vísir seg eisini at verða tað, sum vit oysa út aftur. Tað, sum vit lata stýra okkum, stýrir okkum eisini. Tað er einki løgið í hesum og er hetta eisini sannleikin til, hví vit so mangan náa málum, vit ikki upprunaliga ætlaðu okkum til. Vit lótu okkurt stýra okkum, soleiðis at vit nú eru nádd tí málið, vil lótu okkum stýra til.

Gud skapti teg til at liva eitt ávíst lív eitt ávíst stað. Guds ætlan við tær er eitt himmalskt lív í einum paradísi. Men tú veitst væl frá royndum og levnaðinum, at hetta lívið ikki er nakað paradís. Kortini ferðast tú ígjøgnum lívið leitandi eftir einum paradísi við ævinleikanum fyri framman. Tú ferðast, stýrd/ur ígjøgnum tilveruna við eini vón um at náa teimum málum, tú innast inni leingist eftir.

Jesus segði: “Eg eri hin góði hirðin. Hin góði hirðin setir lív sítt til fyri seyðirnar.” Jesus setti sítt lív til fyri mannaættina við tað at hann doyði á einum krossi fyri hana… fyri teg! Hetta gjørdi hann, tí at hann veit, at tú hevur brúk fyri einum at stýra tær til tað málið, Gud skapti teg til at liva í. Við trúnni á Jesus verður tú nú stýrd/ur ígjøgnum hetta lívið til himmalin.

Við trúnni á Jesus verður tú stýrd/ur ígjøgnum hetta lívið til himmalin.

Førir tað, sum stýrir tær, til málið, tú vilt náa? Ein sannroynd er, at tú nært ymiskum málum í lívinum! Ein onnur sannroynd er, at okkurt stýrir tær til hesi mál! Fyri tað fyrst stýrir leiðslan í tær. stýrir við tínum vilja, huga, fortíð og kenslum. Fyri tað næsta stýrir leiðslan við tær. Hini stýra sum vinir og fyrimyndir, bæði góðar og ringar. Fyri tað triðja stýrir leiðslan yvir tær. Jesus stýrir fullkomið, um tú letur teg stýra ella ikki. Manst tú í størri mun náa málunum, tú ynskir at náa, um tú vendi hesi raðfylgju um? At tú fyrst og fremst lat Jesus stýra? Síðani lat góðar fyrimyndir, leiddar av Jesusi, stýra? Og eftir tað lat teg sjálva/n stýra við Jesusi og fyrimyndunum sum vegleiðarar?

Førir tað, sum stýrir tær, til málið, tú vilt náa?

Førir tað, sum stýrir tær, til málið, tú vilt náa? Spyr: “Hvat vil eg náa?” Spyr síðani: “Hvør kann stýra meg hagar?” Ímynda tær at vera vís/ur í, at tú nært tí máli, tú vilt. So livdi tú í friði, gleði, hvíld og tryggleika. Tú nært ikki øllum málum í levnaðinum! Men Jesus leiðir teg væl ígjøgnum lívið til rætta málið í ævinleikanum! Lat hann stýra tær!

0 comments on “HVAT STÝRIR TÆR?

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s

%d bloggers like this: