ER NØKUR VARANDI GLEÐI?

Hvat ger teg keddan? Hvat í lívinum gevur tær sorg? Fær teg at kenna meiningsloysi og ørkymlan í levnaðinum? Kanska hevur tú upplivað, at onkur hevur skøvað tær bilin. Tað gjørdist tú keddur av og fylti hetta óivað títt sinni ein dag ella fleiri. Kanska trívist tú ikki í tínum arbeiði og ger hetta teg kedda, tí tú so fegin vilt hava tað betri til arbeiðis og harvið stórum parti av lívinum. Ikki at trívast er jú keðiligt og ávirkar sinnið, soleiðis at tað kann vera torført at gleðast. Ella kanska hevur tú mist onkran kæran. Herfyri hoyrdu, sóu og lósu vit um yvirgangsálopini í Sri Lanka, sum kravdu fleiri enn tríhundrað lív og særdu hópin av menniskjum. Fleiri menniskju mistu henda dagin síni kæru. Teirra millum ein pápi, sum brádliga misti trý av sínum børnum. Hvussu skjótt vendist í slíkum førum gleði ikki til sorg? Svára sorg, sum kanska ongan enda fær? Í slíkum førum er sorg um eina skøvu á bilinum ella ikki at trívast í arbeiðinum lítið aftur ímóti. At missa ein kæran man altíð vera tað torførasta, vit menniskju skulu uppliva. Tá ið felagsskapurin við ein, sum vit ferðast í lívinum saman við, brotnar.

Í sorgini – uttan mun til, hvør sorgin er – býr spurningurin í okkum: “Hvussu kann eg fáa gleðina aftur?” Tað er einki stuttligt at vera í nakrari sorg og vilja vit tí skjótast gjørligt úr sorgini aftur til gleðina, vit kanska høvdu áðrenn. Óivað kunnu nógv góð svar gevast tí, sum setir henda spurningin. Og í fleiri førum man tað eisini vera neyðugt at verða verandi í sorgini í eina tíð. Men heilt stutt sagt munnu bert vera tvinnir møguleikar til, hvussu tú kanst fáa gleðina aftur: Antin mást tú venda aftur til gamla veruleikan ella mást tú liva í einum nýggjum veruleika. Tað fyrsta hjá einum menniskja í sorg men vera fyrsti veruleikin: “Eg vil fegin hava tað aftur soleiðis sum tað var!” Men sannleikin man í nógvum førum vera, at tað ikki ber til at venda aftur til tað, sum var. Á hinari síðuni tekur tað tíð, orku og mangan hart arbeiði at koma aftur til eina gleði í einum nýggjum veruleika. Aftur at finna gleði við sorgarsárunum sum fylgisvein í levnaðinum.

Fyri at finna gleðina mást tú antin venda aftur til gamla veruleikan ella liva í einum nýggjum veruleika.

Tá ið vit hava lært, at lívið hongur soleiðis saman viðvíkjandi gleði og sorg, leita vit eftir varandi gleði. Gleði, sum ikki heldur uppat, men varar við. Likamliga, sinnisliga og relatiónelt. Men einki av hesum varar við. Okkum nýtist ikki at liva leingi fyri at finna útav . Likamið eldist, sinni viknar og kær fara. Úrslitið er sorg… aftur og aftur. Er tá nøkur varandi gleði?

Lærusveinarnir fylgdust við Jesusi í umleið trý ár. Teir vóru glaðir um hetta nýggja lívið, teir fingu loyvi til at vera partur av. Teir fegnaðust um at vera saman við hesum manninum, sum nevndist Jesus, og var nakað fyri seg. Men so byrjaði hann at tosa við teir um tað, at hann skuldi fara burtur. Tann felagsskapurin, sum teir kendu, fór ikki at vara við. Í øllum førum ikki soleiðis, sum teir høvdu kent hann. Hetta gjørdi lærusveinarnar keddar og gav teimum sorg. Men inn í sorgina segði Jesus nakað einastandandi og fyri okkum menniskju ókent: “Eisini tit hava tá nú sorg, men eg skal síggja tykkum aftur, og tá skal hjarta tykkara gleðast, og eingin skal taka gleði tykkara frá tykkum.”

Fyri tað fyrsta nevndi Jesus, at hann skuldi síggja lærusveinarnar aftur, hóast hann skuldi verða tikin, dømdur og dripin. Jesus skuldi síggja teir aftur. Við hesum orðum vísti Jesus lærusveinunum á ein nýggjan veruleika eftir Jesu uppreisn. Fyri tað næsta nevndi Jesus, at tann gleðin, sum lærusveinarnir fóru at fáa í samfelagnum við tann upprisna Jesus, ikki skuldi takast frá teimum aftur. Jesus segði, at ein varandi gleði bíðaði lærusveinunum, eftir at Jesus var risin upp aftur frá deyðum.

Varandi gleði hvílir einans á einum varandi veruleika! Í núverandi levnaði flýtur alt, sum vit kenna. Likamliga, sinnisliga og relatiónelt. Tað vísir seg fyri okkum, sum um eingin varandi gleði er. At sorgin rakar okkum fyrr ella seinni. Men Jesus er ikki flótandi! Jesus vikast ikki! Jesus er ein klettur! Jesus verður ongantíð aftur tikin, ongantíð aftur dømdur og ongantíð aftur dripin! Hann reis upp frá deyðum, livir og verður altíð verandi á lívi! Í tíni sorg kanst tú nú – eins og lærusveinarnir – antin venda aftur til gamlar veruleikar ella liva í einum nýggjum varandi veruleika.

Varandi gleði hvílir einans á einum varandi veruleika!

Í levnaðinum fert tú at uppliva sorg eisini, hóast tú livir í hesum varandi veruleikanum, sum Jesus hevur vunnið tær. Tilvera uttan sorg verður ikki fyrr enn í Himli! Men varandi veruleikin gevur varandi gleði inn í levnaðin nú. Í hvørji sorg, neyð og ørkymlan er Jesus nær. Jesus brýtur ongantíð felagsskapin við teg, sum trýrt! Felagsskapurin varir við til ævigt lív í gleði!

Leave a Reply

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Change )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Change )

Connecting to %s

Blog at WordPress.com.

Up ↑

%d bloggers like this: