Leiðsla Levnaður Sannleiki

HVAR FINNI EG GÓÐ RÁÐ TIL LÍVIÐ?

Tá ið vit hava gjørt okkum eina ætlan, er tað mangan, at vit ikki leita okkum ráð hjá øðrum, sum kundu hjálpt okkum. Tá er sannlíkt, at ætlanin, vit settu okkum fyri, miseydnast.

Hoyr lesturin her!

“Hvat er tað góða lívið? Hvussu livi eg best? Hvussu taki eg rættar avgerðir? Hvussu kann eg kenna røttu málini? Hvussu komi eg frá A til B í levnaðinum?” Vit vilja so fegin liva tað besta lívið og ganga røttu leiðirnar í lívinum, so tað kann gerast veruleiki. Men lívið er ikki tað besta. Og mangan ganga vit skeiva leið. Hvussu ber tað til? Tað vísir seg, at uttan mun til hvussu nógv vit royna okkara besta, so tykist tað sum um at vit kortini ikki náa tí góða lívi, vit so fegin ynskja. Í ørkymlanini spyrt tú kanska: “Hvar finni eg góð ráð, so eg kann liva rætt?”

Ráð verða til einkis, har sum eingin er ráðagerð, men har sum mangir ráðleggja, fáa tey frama. Soleiðis ljóðar eitt orðtak hjá Sálomoni. Tá ið vit hava sett okkum okkurt fyri – hava gjørt okkum eina ætlan – er tað mangan, at vit ikki leita okkum ráð hjá øðrum, sum kundu hjálpt okkum. Ja, kanska hava vit tað soleiðis, at vit ikki kenna nakran at ráðgeva okkum. Tá er sannlíkt, at ætlanin, vit settu okkum fyri, miseydnast. Ætlanin var góð, men vit dugdu ikki at náa málinum vegna manglandi ráðgeving.

Ímynda tær, at tú nú ætlar tær at fara at renna eitt maraton. Hetta er ein fín ætlan, men krevur nakað, um tú ikki hevur runnið eitt maraton fyrr. Tað krevst meira enn ein ætlan og so bara at fara at renna. Her krevst ætlan, ráðgeving, fyrireiking og síðani gerð. Ætlanin er at renna eitt maraton. Næsta stigið á leiðini er at finna tær ráðgeving frá øðrum, sum sjálv hava runnið eitt maraton og vita, hvat krevst, fyri at tað skal eydnast. Henda ráðgevingin hjálpir tær í teimum fyrireikingum, sum skulu til, soleiðis at tú um so og so langa tíð ert til reiðar at renna. Men um tú nú fanst tær ráðgeving frá onkrum, sum als ikki hevði skil fyri, hvørjar fyrireikingar skulu til, fyri at tað skal eydnast tær at renna eitt maraton, er sannlíkt, at tað heldur ikki eydnast. Skeiv ráðgeving er óivað líka ring – um ikki verri – sum ongin ráðgeving. Hetta er ikki bert galdandi fyri ætlanina at renna eitt maraton, men er galdandi øllum møguligum, so sum at byggja hús, venja likamið, velja starvsleið og so framvegis.

Sálomon, ið segði hesi omanfyri nevndu vísu orðini, var kongur í einum ríki, sum nú var uppá tað størsta og friður og semja valdaði. Tá ið Sálomon doyði, tók sonur hansara Rehábeam við sum kongur eftir hann. Fólkið kom tá til henda nýggja kong teirra at biðja um lætta frá tænastum teirra. Tað hevði verið nakað tungt hjá fólkinum í fleiri ár og nú var kanska ein møguleiki at fáa tað betri. Rehábeam bað tey koma aftur tríggjar dagar seinni, tá ið hann so skuldi siga teimum, hvørja avgerð hann hevði tikið. Hann fekk fyrst ráð frá nøkrum eldri ráðgevum, sum eisini kendu tíðina undir Sálomon kongi. Teir søgdu, at tað var eitt gott hugskot at geva fólkinum ein lætta, og at tey so fóru at tæna kongi trúliga alla hansara tíð. Men Rehábeam hevði eisini nakrar yngri ráðgevar, javngamlar við seg. Teir hildu, at hann átti at geva fólkinum harðari treytir og átti at verða strangari enn faðir hansara. Rehábeam valdi at fylgja ráðunum hjá yngru ráðgevunum. Úrslitið var, at ríkið syndraðist og gjørdist ongantíð tað sama, sum tað var undir Sálomoni. (Tú kanst lesa um hesa hendingina har.)

Rang ráð reingja rákið! Ikki bert ongin ráð, men eisini skeiv ráð villa mína ferð á lívsleiðini, soleiðis at levnaðurin syndrast. Í mær býr bæði tann eldri ráðgevin og tann yngri, men mangan fylgi eg yngra ráðgevanum í mær. Úrslitið er tá aloftast synd, sorg, strev og sár, sum alt gevur mær eitt syndrað lív! Søgan um Rehábeam er ein søga um teg og meg, og tað lívsleið, vit seta okkum fyri.

Rang ráð reingja rákið!

Men tá ið sannleikans andi kemur, skal hann vegleiða tykkum til allan sannleikan. Soleiðis segði Jesus, tá ið hann skuldi fara frá lærusveinunum, og teir spyrjandi ørkymlir leitaðu sær ráð. Gud vil hava teg at kenna sannleikan. At kenna sannleikan um synd, rættvísi og dóm. At Jesus doyði vegna tína synd. At tú ert rættvís/ur fyri Gudi vegna Jesu uppreisn. Og at deyðin ikki longur hevur vald á tær, tí Jesus vann sigur, soleiðis at tú við honum eigur eitt lív í himli. Gud hevur givið tær ein ráðgeva, sum sannførir teg um alt hetta: Heilagan Anda.

“Hvussu livi eg besta lívið?”, spyrt tú. Les, fylg og lurta! Les, tí Bíblian nevnir tað neyðuga at vita um levnaðin. Fylg, tí Jesus bjargaði tær og vil leiða teg í levnaðinum. Lurta, tí Andin gevur tær bestu ráðini til levnaðin.

Les Bíbliuna, fylg Jesusi og lurta eftir Andanum!

Rang ráð reingja rákið! Tú kennir, hvussu tað er at ganga skeiva leið. Men tú hevur fingið alt, sum er neyðugt at náða málinum, Gud ætlaði tær: Himmalinum! Ætlanin er greið! Fyrireikingin er framd!

Í levnaðinum er Andin nú givin tær, so tú kanst fylgja í Jesu fótasporum.

0 comments on “HVAR FINNI EG GÓÐ RÁÐ TIL LÍVIÐ?

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s

%d bloggers like this: