Felagsskapur Kærleiki

SAMSKIFTIÐ STYRKIR SAMFELAGIÐ!

Í einum felagsskapi ímillum tvey menniskju hoyrir samskifti við sum natúrligur partur. Eg kann lata vera við at lurta, tosa ella tosa neiligt við hini. Tað veikir felagsskapin. Tað er tað jaliga samskiftið, sum styrkir samfelagið! Samskifti í kærleika ætlað til uppbyggingar.

Hoyr lesturin her!

Hevur tú fleiri kólnaðar felagsskapir? Menniskju, sum tú einaferð vart í felagsskapi við, men sum tú í dag ikki longur brúkar tíð saman við? Hugsar tú nakrantíð um, hví tað nú endaði soleiðis, at sambandið spakuliga viknaði, soleiðis at tað í dag als einki samband er? Tú hevði onkran vin sum barn. Tit spældu saman dagliga, men í dag síggjast tit als ikki og vita einki um hvønn annan. Tú fylgdist dagliga við ávísum persónum í ungdómsárunum og vóru tit ikki til at skilja, men eftir loknan skúla, læru, flyting ella okkurt annað, kom skilnaðurin kortini. Samskiftið steðgaði og tess vegna sløknaði samfelagið sum úrslit. “Hvussu kann eg vinna felagsskapin aftur?”, spyrt tú kanska. Jú, tú kanst seta teg í samband við henda ávísa persónin aftur. Men kanska ert tú bangin fyri, at tað verður undarligt og pínligt, og hugsar: “Nú kann vera, at hin persónurin als einki vil hava við meg at gera.”

Í einum felagsskapi ímillum tvey ella fleiri menniskju hoyrir samskifti við sum natúrligur og neyðugur partur. Persónarnir tosa og lurta eftir hvørjum øðrum. Í felagsskapinum kann eg sjálvandi lata vera við at lurta eftir tí, hini siga. Tað veikir felagsskapin. Í øllum førum um eg ongantíð vil lurta eftir og hoyra hini. Eg kann lata vera við at tosa. Eg kann eisini velja at tosa neiligt við og um hini og onnur. Eisini hetta veikir felagsskapin. Tað er tað jaliga samskiftið, sum styrkir samfelagið! Samskifti í kærleika ætlað til uppbyggingar. Hetta samskiftið er ikki bert við orðum. Ímynda tær eina gentu og ein drong. Til ein føðingardag møtast eygu teirra brádliga. Hetta kann verða byrjanin til ein felagsskap, um eyguni halda fram við at møtast, ella gerst ikki nakar felagsskapur, um eyguni hjá øðrum ella báðum hyggja burtur. Um nú eyguni halda fram við at møtast, verður nú smílst til hvønn annan. Kropsmálið byrjar síðani at verða innbjóðandi og koma tey bæði hvørjum øðrum nær og síðani byrjar samskiftið við orðum, har ið tosað og lurtað verður. Hetta kann gerast eitt lívlangt samfelag. Eitt ríkari samfelag stavar nevniliga frá einum ríkari samskifti!

Eitt ríkari samfelag stavar frá einum ríkari samskifti!

Vit hava óivað øll lært, at felagsskapir halta og at samskiftið okkara millum eisini mangan haltar. Tað tykist torført hjá okkum at røkja felagsskapirnar væl, tí vit aftur og aftur í samskifti særa hini og verða sjálv særd av teimum. “Er nakar fullkomin felagsskapur við fullkomnum samskifti?”, spyrt tú kanska.

Gud hevur valt at samskifta við teg. Hetta ger hann, tí hann vil ein felagsskap við teg. Ein fullkomnan felagsskap við fullkomnum samskifti. Gud hevur givið tær Jesus! Hansara eygu leita eftir tær, meðan hann við einum smíli kemur tær nærri, soleiðis at tú kanst hoyra hansara jaligu orð. Alt hetta kanst tú hoyra við at lesa Bíbliuna. Men spurningurin er, um tú nú gert tað: Lesur Bíbliuna. Ikki at lesa Bíbliuna er tað sama sum ikki at vilja hoyra tað, Jesus sigur. Tá hyggur tú burtur, vendir andlitinum og gongur frá. Nei, vit mugu øll ásanna, at okkara samskifti við Jesus mangan haltar.

Biðið, og tit skulu fáa, fyri at gleði tykkara kann verða fullkomin.”, segði Jesus við lærusveinarnar, sum so fegnir vildu halda fast við felagsskapin við Jesus, tá ið hann hevði sagt teimum, at hann mátti fara burtur frá teimum. Jesus vísti til bønina, sum er jaliga samskiftið við Gud í Jesu navni! Við bønini vildi felagsskapurin verða verandi og styrkjast, soleiðis at gleðin skuldi verða fullkomin. Gleðin um tann felagsskap, Jesus vann teimum við at doyggja og reisa upp aftur. Gleðin um ein ævigan felagsskap í himli, við síni byrjan her.

Hvørjir felagsskapir hava týdning fyri teg? Hevur felagsskapurin við Gud týdning? Er svarið Ja, eigur tú at lesa og biðja. Tað er samskiftið, sum styrkir hetta samfelagið. Hevur felagsskapurin við makan týdning? Júmen lurta so og tosa jaligt í kærleika! Tað styrkir samfelagið! Hevur felagsskapurin við børnini týdning? Lurta tá og tosa jaligt! Hevur felagsskapurin við onnur menniskju týdning? Skal samfelagið við tey menniskjuni styrkjast, mást tú samskifta jaligt við tey. Eitt ríkari samfelag stavar frá einum ríkari samskifti! Samfelagið sløknar, um tað jaliga samskiftið steðgar!

Samfelagið sløknar, um tað jaliga samskiftið steðgar!

Tykist onkur felagsskapur at verða kólnaður? So kanst tú byrja at samskifta aftur við viðkomandi! Kanska vil hin eisini samfelag við teg. Tykist Gud at vera langt burtur? So kanst tú byrja við at biðja til hansara! Gud vil avgjørt hava samfelag við teg! Tað hevur hann longu sagt tær við fyrst at skapa teg, síðani at klæða teg við lívsins uppihaldi, við at leiða teg ígjøgnum lívið, við at vera tær nær í hvørji støðu og ikki minst við at frelsa teg. Eitt ríkari samfelag stavar frá einum ríkari samskifti! Hvussu ríkur hesin felagsskapurin við Gud er, sær tú ikki uttan samskifti við hann. Í lesnaðinum og bønini sært tú spakuliga brot fyri brot ríkidømið í felagsskapinum við Jesus, sum í himli veruliga verður avdúkaður. Samskiftið styrkir samfelagið!

0 comments on “SAMSKIFTIÐ STYRKIR SAMFELAGIÐ!

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s

%d bloggers like this: