Leiðsla

PRIKIÐ OPNAR TÍNI EYGU FYRI RÍKIDØMINUM!

Hvussu skjótt gloyma vit ríkidømið, vit dagliga hava? Spyr teg sjálva/n: “Hvussu nógv síggi eg ikki, um eg ikki verði prikað/ur?” Taka vit ov nógv fyri givið í okkara lívi? Heilsu, útbúgving, arbeiði, maka, børn, familju...

Hoyr lesturin her!

Tað er sunnumorgun. Eg fari tíðliga upp, soleiðis at eg í kvirru kann brúka tíð til at fyrireika meg til gudstænastuna og ganga ígjøgnum prædikuna einaferð afturat, áðrenn hon skal haldast í kirkjuni seinni. Tað gongur væl. Havi fingið mær ein bita og drekki kaffi, meðan eg spakuliga eri farin í gongd við tað, eg ætli mær. Men nú vaknar fyrst onnur dóttirin og síðani hin. Tær skulu hava uppmerksemið frá mær. Tær mugu fáa okkurt at eta og gevi eg teimum sjálvandi tað, tær biðja um. So royni eg at arbeiða víðari við fyrireikingini, tí tað hevur týdning, um gudstænastan og prædikan skal verða góð. “Babba?… Babba!” Eg hoyri orðini og veit, at tað ikki beinleiðis er tørvur á mær at hjálpa við nøkrum, men at talan er um uppmerksemið, tær vilja hava. Døturnar halda ikki tað vera serliga hugaligt at síggja pápa sín djúpt niðri í einari prædiku. Eg byrji at argast um hetta órógvið, tí eg hugsi, at nú fái eg ikki fyrireikað meg, sum ætlað. Men brádliga vakni úr mínum svøvni og fái eyguni upp fyri ríkidøminum at hava tvær døtur, sum vilja mær nakað. Hvussu stórt er tað ikki at vakna upp ein sunnumorgun og síðani at fáa loyvi at síggja síni kæru og brúka tíð saman við teimum? Hevði eg yvirhøvur sæð hetta ríkidømið, um ikki døturnar órógvaðu meg við sínum prikið: “Babba! Babba!”?

Hvussu skjótt gloyma vit ríkidømið, vit dagliga hava? Spyr teg sjálva/n: “Hvussu nógv síggi eg ikki, um eg ikki verði prikað/ur?” Taka vit ov nógv fyri givið í okkara lívi? Heilsu, útbúgving, arbeiði, maka, børn, familju… Tað er nógv fyri, at tað mangan meira ella minni skal ein kreppa til fyri at opna okkara eygu fyri tí ríkidømið, vit hava umkring okkum. At tað ikki er fyrr enn vit ikki longur hava tað, sum vit tóku fyri givið, at vit síggja ríkidømið. Men tað nýtist ikki neyðturviliga verða ein kreppa, sum skal opna okkara eygu. Eitt prik kann eisini gera tað. Eitt prik, sum sigur: “Hygg! Hoyr! Síggj! Legg til merkis!” Eitt prik, sum órógvar okkum so nógv, at vit argast, men síggja tað ríka í lívinum.

Mangan skal ein kreppa til fyri at opna okkara eygu fyri tí ríkidømið, vit hava.

Paulus var fyri tvey túsund árum síðani ávegis til Damaskus í royndini at fáa tikið til fanga øll kristin. Hann var sannførdur um, at hann gjørdi eina rætta og góða gerð. Blindur í sínum kalli varð hann brádliga prikaður, sá og hoyrdi nakað, hann ikki kendi. Ørkymlaður spurdi hann, hvør hetta var, sum prikaði seg? “Eg eri Jesus, sum tú søkir at.” var svarið. Tástani opnaðust eyguni hjá Paulusi fyri ríkidøminum, Jesus var fyri tey kristnu, seg sjálvan og allan heimin. Tað skuldi eitt prik til fyri at vekja hann úr sínum sjálvsøknu ætlanum. Eitt prik, sum órógvaði, argaði, men vakti úr svøvni.

Tá ið talsmaðurin kemur, sum eg skal senda tykkum, sannleikans andi, tá skal hann vitna um meg.” segði Jesus við lærusveinar sínar. Jesus hevur gjørt sín gerning. At gerast menniskja. At tæna. At verða dømdur. At doyggja og at rísa upp aftur frá teimum deyðu. Jesu gerningur hevur vunnið tær himmalin. Heilagi andin ger nú sín gerning. Hann prikar! Hann er tann órógvandi persónurin, sum sigur: “Tú? Tú!” Hann er tann røddin, sum vekir teg úr tínum sjálvsøknu ætlanum, har tú samstundis bæði gloymir at síggja ríkidømið umkring teg og ríkidømið í Jesusi. Andin vísir tær Jesus og tað, hann hevur vunnið tær.

Prikið opnar tíni eygu, so tú sært tað ríkidømið, tú dagliga ert blind/ur fyri! Tú kanst verða so upptikin av tær sjálvum, at tú gloymir alt tað, sum veruliga hevur týdning og virði í lívinum. Hvussu mangan manst tú ikki hava fingið opnað eyguni og hugsað: “Hví sá eg ikki hetta áðrenn?” Tað kann væl vera, at tú eisini í gerandisdegnum gloymir at síggja hetta, sum Jesus hevur vunnið tær: Eitt ævigt paradís fyri framman og tryggleika, vón, umsorgan og kærleika í levnaðinum. Heilagi andin, sum Jesus sendi lærusveinunum og nú býr í hvørjum menniskja, sum trýr, vitnar um Jesus við at prika til tín dagliga. Men eisini tíni kæru medmenniskju kunnu prika til tín. Í báðum førum vekir prikið teg, so tú opnar eyguni og sært ríkidømið, tú longu hevur.

Prikið opnar tíni eygu, so tú sært tað ríkidømið, tú dagliga ert blind/ur fyri!

Hvat sært tú ikki í dag, sum tú eigur at síggja? Hvat ríkidømi ert tú blind/ur fyri? Prikið opnar tíni eygu, so tú sært tað ríkidømið, tú dagliga ert blind/ur fyri! Tak væl ímóti prikinum, hóast tað argandi órógvar teg í tínum ætlanum. Kann vera, at júst hetta prikið vísir tær á tað, sum veruliga hevur týdning. Prika síðani ein kæran, sum ikki sær! Kann verða, at viðkomandi heldur teg vera keðiliga/n við órógvinum. Men um hesin hinvegin við tínum prikið fær opnað síni eygu fyri ríkidøminum í levnaðinum, er tað tá ikki tað vert? Tí hvussu var lívið, um tú ikki sást ríkidømið, tú longu hevur?

0 comments on “PRIKIÐ OPNAR TÍNI EYGU FYRI RÍKIDØMINUM!

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s

%d bloggers like this: