FRIÐURIN ER EIN PERSÓNUR!

Kennir tú ófrið í tínum lívi? At tað larmar so illa, at tú ikki fært hvílt, hugsað og livað? At tú ikki kanst fáa hugin frá øðrum enn júst larminum og ófriðinum? Kanska er tað ófriður inneftir í tínum lívi. At tú ikki fært tað heila at hanga saman. Uttan mun til, hvussu tú hugsar alt ígjøgnum, verður ófriðurin verandi. Kanska kennir tú ófrið úteftir. Tú ert í ósemju við okkurt annað menniskja. Tit finna ikki nakran frið tykkara millum, tí ósemjan vísir seg ikki nakra loysn at hava. Ella er tað kanska ófrið uppeftir, tú stríðist við. At tú ivast um tilveruna og ævinleikan, og hugsar: “Hvat man koma eftir at eg havi latið eyguni aftur fyri seinastu ferð? Man eg lata tey uppaftur? Hvar man tað vera, um so er?”

Tað er menniskjansligt at óttast. Vit óttast framtíðina og avleiðingar av fortíðini og nútíðini. Vit leingjast eftir friði og siga við okkum sjálv: “Óttast ikki!” Kortini duga vit at síggja, at hesi vælmeintu orðini vísa seg einki at nytta, tí óttin vegna ófriðin verður verandi, hóast orðini. Men vit vilja so fegin liva eitt lív í friði, gleði, nøgdsemi, vón, lukku og spyrja tí: “Hvussu kann eg finna frið?”

Lærdi háskúlin í Queensland, Australia, gjørdi í 2012 eina kanning, sum vísti, at ein útav tíggju persónum í Vesturheiminum eru beinleiðis ávirkaðir av ótta í gerandisdegnum. Ein útav tíggju okkara millum uppliva slíkan ótta í levnaðinum, at tey ikki fáa livað lívið í friði og gleði, men eru bundin til eitt lív, merkt at ófriði og harvið ótta fyri lívinum inneftir, úteftir og uppeftir.

Um tú googlar orðið ótti, sært tú fleiri listar, sum vísa ovastu viðurskiftini, sum menniskju óttast um. Nevnast kunnu sjúka, at missa onkran kæran, at mangla pengar, ikki at vera nóg góð/ur, at tosa fyri eini fjøld, hæddir, deyða, um at børnini ikki trívast. Menniskju óttast og hava nógv at óttast um. So hvussu finna vit frið, soleiðis at vit ikki skulu liva ein levnað í ótta?

Eg kann royna at finna frið móti óttanum inneftir, við at søkja longur inn í meg sjálva/n. Eg kann royna at finna eina loysn innaní mær og har finna eitt grundarlag fyri friði. Men uttan mun til, hvussu eg royni, so vendir ófriðurin aftur og óttin verður verandi. Eg kann royna at finna frið móti óttanum úteftir, við at finna semju ímillum meg og míni medmenniskju. Eg kann arbeiða fyri, at onnur menniskju liva í friði við hvørjum øðrum. Men uttan mun til, hvussu eg royni, vísir ófriður og ósemja seg at venda aftur og óttin verður verandi. Eg kann royna at finna frið móti óttanum uppeftir, við at siga mær sjálvum, at alt man fara at enda væl fyri øll, tá ið kemur til stykkis. Men hvussu nógv eg royni at sannføra meg sjálva/n um tað, vísir ófriðurin seg kortini at venda aftur og óttin verður verandi.

Fyri nøkrum árum síðani var eg ein túr á Tvøroyri við fýra øðrum prestum. Sum vit ferðaðust, prátaðu vit óført. Nógvar ymiskar meiningar um nógv ymiskt. Øll høvdu hug at siga okkurt. Soleiðis var í fleir tímar og kendist hetta sum larmur og avdúkaði ein ófrið innaní mær og kanska okkum øllum. Vit avgjørdu at ganga okkum ein túr í Hvannhaga. Í ein góðan tíma prátaðu vit, meðan vit gingu. Ófriður. Men tá ið vit komu til Hvannhagavatn og høvdu sett okkum niður har, kom friðurin av sær sjálvum til okkara. Í hesi vøkru náttúruni henda sólskinsdag, vísti tað seg óhóskandi at tosa í heilum. Larmurin mátti víkja fyri einum friði, sum kom til okkara uttanífrá.

Jesus segði: “Hjarta tykkara óttist ikki og ræðist ikki!” Einsamalt hjálpa hesi orðini einki. Tað er tað sama, sum um eg sigi við meg sjálvan: “Óttast ikki!” Tað ger einki við óttan. Men Jesus segði nakað áðrenn hesi orðini: “Frið lati eg eftir hjá tykkum, mín frið gevi eg tykkum; eg gevi tykkum ikki eins og heimurin gevur.” Friður er ikki ein kensla, men ein persónur! Inneftir skapar Jesus frið í sál og sinni. Úteftir skapar Jesus frið ímillum meg og medmenniskjað. Uppeftir skapar Jesus frið við at vera millumgongumaðurin ímillum Guds og mín! Friður er ikki ein kensla, men persónurin Jesus!

Friður er ikki ein kensla, men ein persónur!

Hvussu kanst tú finna frið inneftir, nú tú ikki finnur frið í tær sjálvum? Jesus fann teg og ber teg! Hvussu kanst tú finna frið úteftir, nú tú ikki kanst loysa trupulleikarnar ímillum menniskju sjálv/ur? Jesus fylgir tær sum tú ert! Hvussu kanst tú finna frið uppeftir, nú tú ikki sjálv/ur kennir vegin, tú skalt ganga? Jesus leiðir teg!

Friður er ikki ein kensla, men ein persónur. Hesin persónur er uttanfyri teg og hevur gjørt alt, sum skal til, fyri at tú skalt fáa loyvi at livi í friði nú og altíð. Tað er ikki tú, sum finnur hann, men hann, sum finnur teg. Hesin friðurin kemur til tín uttanífrá. Hesin friðurin er persónurin Jesus.

Leave a Reply

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Change )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Change )

Connecting to %s

Blog at WordPress.com.

Up ↑

%d bloggers like this: