VILT TÚ SÍGGJA, MÁST TÚ VAKNA!

Hugsar tú um, hvat meiningin man vera við lívinum? Hví tí manst vera til? Hvat endamálið við tí heila er? Hví tú ert, sum tú ert og livir júst nú, júst her? Leitar tú eftir svari í tíni hugsan? Kennir tú stríðið innaní tær at tú hevur hug og vilja til eitt, men hoyrir samstundis samvitskunnar rødd, sum sigur tær nakað annað? Hugsar tú um, hvussu man verða eftir hetta lívið, og hvat ið skal til, fyri at tú kanst fáa eitt gott lív har?

Einaferð koyrdi eg bilin á veg til arbeiðis, eftir at eg hevði koyrt eldru dóttrina í barnagarð. Meðan eg koyrdi, var útvarpið óivað frá og okkurt annað var frá í hugaheiminum. Brádliga koyrdi ein bilur útfyri meg. Tað var gott, at eg var vakin, soleiðis at eg sá bilin í góðari tí. Eg høgdi í bremsurnar og rendi tí ikki á henda bilin. Men øðrvísi hevði tað verið, um eg ikki var vakin. Um eg sostatt ikki heldur sá bilin, sum koyrdi útfyri meg. Tað er ikki nokk at vita, at onkur kann koyra útfyri meg, tá ið eg koyri. Eg má vera vakin, síggja og gera eftir tí, sum eg síggi, annars endar skjótt galið.

Eina nátt kom ein skriftlærdur maður, sum nevndist Nikodemus, til Jesus fyri at fáa svar á spurningarnar, sum hann stríddist við. Hesin maður var ein av fremstu monnunum í samfelagnum. Ein maður, sum onnur sóu upp til. Ein, sum hini spurdu um ráð til lív, levnað, og tilveru. Hann var ein av 70 monnum í hægsta ráðnum í Ísrael, Sanhedrin, sum hevði andaliga og politiska myndugleikan fyri jødarnar. Hesin maðurin kom til Jesus, fyri at fáa svar, tí hann ivaðist. Hann byrjaði við at rósa Jesusi, fyri sum um at gera seg væl sæddan av honum. Men Jesus visti útmerkað væl, hvør Nikodemus var og hvat hann grundaði yvir. Breyt hann mestsum av og kom beinleiðis til sakina: “Eingin kann síggja Guds ríki, uttan hann verður føddur av nýggjum.” Jesus segði við øðrum orðum við henda so lærda, vísa og háttvirda mannin: “Títt vit og skil er ikki nokk. Tú mást verða føddur av nýggjum fyri at síggja. Vilt tú síggja, mást tú vakna!”

Vilt tú síggja, mást tú vakna!

Nikodemus skilti einki og stóð sum eitt stórt spurnartekin. Síðani helt Jesus fram við einari hending, ið fór fram fjúrtan hundrað ár frammanundan, og sum Nikodemus kendi uttanat. Søgan snúði seg um Ísraels fólk, tá ið tey í oyðimørkini vóru á ferð frá Egyptalandi til Kánáans land. Tey byrjaðu at knarra og meyla inn á Móses og Gud um at tey ikki høvdu nakað ordiligt at drekka og fingu bert keðiligan mat. Sum straff sendi Gud eiturormar ímillum teirra. Tey, sum vórðu bitin, doyðu. Hetta fekk fólkið at vakna, soleiðis at tey vendu sær til Guds og bóðu um hjálp. Hann hjálpti teimum við at biðja Móses gera ein koparorm, sum skuldi hangast á ein stav. Tey, sum vóru bitin, skuldu hyggja at koparorminum og gjørdust tá aftur frísk. Tað var ikki nokk at vera við á ferðini. Tað var ikki nokk at kenna til vandar. Tað var ikki nokk at verða bitin av eiturormum. Einki av hesum bjargaði teimum. Tað einasta, sum bjargaði, var um tey vaknaðu úr svøvni, soleiðis at tey hugdu at koparorminum.

Hvat er meiningin við lívinum? Hvat er meiningin við hesari ferð, vit í levnaðinum eru á? Tað er mítt blindni, sum fær meg at spyrja hesar spurningarnar. Eg spyrji, tí at eg ikki síggi. Eg síggi ikki, tí at eg sovi. Spurningurin er tí ikki, hvat meiningin er við lívinum, men hvat skal vekja meg upp, so at eg síggi meiningina.

Um eg ikki síggi eiturormarnar í mínum lívi, havi eg ikki heldur tørv á at síggja koparormin. Eiturormarnir er allur mín mótvilji til Guds. Alt, sum eg vil sjálvur, hóast Gud ikki vil. Alt, sum mær ikki dámar við Gudi. Alt, sum eg ikki góðtaki við Gudi. Við øðrum orðum: Syndin. Síggi eg ikki, at eg ikki vil ganga við Gudi, síggi eg ikki, at eg eri bitin og deyðin fylgir. Vil eg síggja, má eg vakna!” Tað er júst hetta, Gud ger, tá ið hann vísir mær á syndina í mínum lívi. Tá fái eg tørv á bjarging og hevur Gud givið mær hana: Jesus á einum krossi! Síggi eg hann, eri eg bjargaður og nái málinum fyri ferðini: Himmalin. Júst hetta er meiningin. Tað er eitt paradís, tú ert skapt/ur til at liva í. Núverandi lívið er ikki nakað paradís og ert tú sostatt á tíni ferð ígjøgnum tína oyðimørk. Tað kann mangan kennast meiningsleyst og leitar tú tá eftir svari. Brádliga kanst tú vakna, tí onkur vandi er fyri framman, tá hevur tú altíð Jesus við tína lið, sum tú trygt kanst hava álit á og vita, at hann er bjargingin.

Men vilt tú síggja Jesus, mást tú fyrst vakna úr tínum egna svøvni, líta at honum og trúgva.

Leave a Reply

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Change )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Change )

Connecting to %s

Blog at WordPress.com.

Up ↑

%d bloggers like this: