AVLEIÐINGIN AVDÚKAR SJÁLVSØKNIÐ!

Vilt tú siga um teg sjálva/n, at tú er sjálvsøkin? At tú hugsar um teg sjálva/n fyrst og fremst? At tú elskar teg sjálva/n mest? Kanska hugsar tú tað, men sigur tað ikki hart. Innast inni veitst tú, at tínar avgerðir í levnaðinum eru grundaðar í tínum egna lívi og fyri títt egna besta. Men samstundis vilt tú hugsa um hini og gera væl ímóti teimum. Hví? Man tað vera fyri ikki at tykjast sjálvsøkin í eygunum á øðrum? Ja, eg veit at hetta ljóðar nakað dapurt og er eitt myrkt menniskjasýni, men spyr teg sjálva/n og svara sum er: “Hvussu nógv av levnaðinum snýr seg um andlitið úteftir?” Munnu ikki fleiri av okkara góðu gerðum vera grundaðar í sjálvsøkni? At vit fyri øðrum vilja síggja út sum góð menniskju, sum vilja okkara medmenniskjum væl?

Eru okkara góðu gerðir grundaðar í sjálvsøkni?

Jesus segði ein dagin frá søguni um ríka mann og Lázarus (Tú kanst lesa meira um søguna her). Grundarlagið í søguni var levnaðurin hjá tí einstaka menniskjanum. At levnaðurin avdúkar, hvussu hetta menniskjað er og hvat tað byggir sítt lív á. Tað er avdúkandi at hoyra, hvussu tað ikki er fyrr enn í avleiðingini, at ríki maðurin sær sítt sjálvsøkni. Ikki fyrr enn í pínuni dugir hann at síggja, hvussu skeivt hann livdi, tá ið hann hevði tað gott og kundi hjálpa Lázarusi, men ikki gjørdi tað. Játtandi viðgekk hann, at hann livdi skeivt og at brøður hansara, sum enn livdu, skuldu fáa boð um at broyta teirra lív, fyri ikki at enda í somu avleiðing. Svarið var, at slík boð einki fóru at hjálpa, um brøðurnir frammanundan ikki hoyrdu tey boð, sum longu vóru givin við Mósesi og profetunum.

Spurningurin ljóðar tí eisini til tín og mín, um henda søgan ger meg minni sjálvsøkna/n? Jú, eg kann siga við meg sjálvan: “Nú má eg stramma meg upp og elska míni medmenniskju! Eg má taka meg saman og hugsa minni um meg sjálvan og meira um hini. Eg havi so nógv at geva, og má tí fara at geva meira.” Men so síggi eg, at eisini hetta er grundað í mínum sjálvsøkni! Nú kann eg ikki annað enn viðganga saman við Dávidi og Paulusi, at tann er eingin, sum søkir Gud. Hvørki eg ella nakað annað menniskja søkir í sær sjálvum Gud og harvið ei heldur sítt medmenniskjað, sum Gud hevur skapt. Nei, eg søki meg sjálvan. Mítt egna besta, eisini um tað skal kosta mínum medmenniskja.

Í avleiðingini sær tann sjálvsøkni sítt sjálvsøknið! Hugsa um tað! Tá ið skuldin er upp um høvur sært tú, hvussu nógv tú oyðslaði. Tá ið likamið gerst sjúkt sært tú, hvussu nógv tú ovát. Tá ið dreymarnir ikki gerast veruleiki sært tú, hvussu nógv tú livdi í leti. Tá ið familjan syndrast sært tú, hvussu nógv tú livdi í ótrúskapi. Avleiðingin er pína og deyði. Í dóminum sær tann sjálvsøkni sítt sjálvsøknið! Tí tað kennist sum ein dómur og er ein dómur. Ein dómur fyri eitt livað lív í sjálvsøkni.

Í avleiðingini sær tann sjálvsøkni sítt sjálvsøknið!

Men hoyr nú, tú sum lurtar! Jesus tók tín dóm á seg! Tað er sakin í tí heila. Hóast títt sjálvsøkni, søkti Jesus teg! Jesus gjørdist títt medmenniskja. Hann var ikki sjálvsøkin, men elskaði veruliga síni medmenniskju sum sjálvan seg. Ja, í so stóran mun, at hann gav sítt egna lív vegna henda kærleika. Í Jesusi er avleiðingin fyri teg tess vegna ikki dómur, deyði og pína, men eitt paradís!

Í avleiðingini sær tann sjálvsøkni sítt sjálvsøknið! Men nú er Jesus vorðin avleiðingin vegna títt og mítt sjálvsøkni. Tí kunnu vit siga, at í Jesusi sær tann sjálvsøkni sítt sjálvsøknið! Hetta er broytingin hjá tær, sum søkir teg sjálva/n Í levnaðinum kanst tú nú síggja títt sjálvsøkni. Og síggja, at Jesus hevur bjargað tær kortini. Ein av Jesu lærusveinum, sum sjálvur lærdi hesa avdúking, skrivaði: “Vit elska, tí at hann elskaði okkum fyrst.” At síggja Jesu kærleika til tín, broytir teg, soleiðis at tú elskar medmenniskjað meira og meira. Jú, tað kann vera at tað innast inni kennist sum ein sjálvsøkin gerð at gera væl ímóti tínum medmenniskja. Men tann sannroynd, at tú nú veitst, at tú ert sjálvsøkin og kortini gert væl, avdúkar at tú sært Jesu kærleika til tín, sum ert sjálvsøkin. Fyri hvønn dag tú sært, hvussu Jesus elskar teg, verður tú broytt/ur til at elska tíni medmenniskju meira og meira. Tað verður ongantíð fullkomið, men eitt sindur betur, sum dagarnir ganga. Eisini dugir tú nú at síggja, at avleiðingin ikki hvílir í tínum dagliga levnaði, men á Jesusi, sum tók avleiðingina á seg vegna teg.

Í Jesusi sær tann sjálvsøkni sítt sjálvsøknið!

Í Jesusi sigur tú nú um teg sjálva/n, at tú ert sjálvsøkin. Tú veitst tað, tí tú sært Jesus sum avleiðingina. Í hesum er títt frælsi og tín friður í levnaðinum. Hóast títt sjálvsøkni bíðar eitt paradís vegna Jesus!

Men levnaðurin er ikki tann sami við sum uttan Jesus. Í Jesusi elskar tú nú onnur meira sum teg sjálva/n. Og hjálpir teimum í teirra, tí Jesus hjálpti tær.

Leave a Reply

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Change )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Change )

Connecting to %s

Blog at WordPress.com.

Up ↑

%d bloggers like this: