VELJI EG HETTA, VRAKI EG HITT!

Ert tú nakrantíð boðin í føðingardag, tú ikki kundi fara til? Ella eitt brúdleyp ella eina veitslu? Tú kundi ikki fara, tí at tú skuldi okkurt annað. Ella tí at tú ikki tímdi! Kennir tú tað at hava ringa samvitsku, tí at tú ikki fórt? Innast inni veitst tú, at tú kundi fara, tí at umberingin í veruleikanum ikki var nøkur umbering, men bert uppfunnin orð, fyri ikki at fara. Men kanska er trupulleikin eitt annað stað. Tí nú eru tað í gerandisdegnum so nógvir valmøguleikar, at tú ert noydd/ur at velja ymiskt frá í heilum. Kennir tú tá ørkymlan av at hava ov nógvar valmøguleikar? At okkurt má veljast frá í heilum og soleiðis menniskju, sum kanska gerast kedd av, at tú valdi tey frá. Velji eg hetta, vraki eg hitt! Soleiðis er sannleikin, men hvussu velji eg so væl og rætt? Og hvat kann eg vraka við góðari samvitsku?

Tað er í sær sjálvum stórt og gleðiligt at verða boðin í føðingardag, brúdleyp ella veitslu. Tað merkir jú, at tú, sum ert boðin við, hevur ein týdning fyri tann, sum bjóðar. Júst ert boðin við, meðan onnur ikki eru tað. Júst skalt fáa loyvi at taka lut í festini og gleðini. ert týdningarmikil fyri tann, sum bjóðar. Hin sær teg sum eitt menniskja, ynskið er at hava felagsskap við.

Hetta veitst tú væl innast inni og hugsar kanska tí: Eg eigi at fara. Men so skjótt kann hetta gerast lógarkrav. At tú ikki vilt fara, men kennir tað sum um at tú mást fara, tí at tað er tað rætta at gera. Tað einasta, sum kann hjálpa tær í slíkari støðu, er ein góð umbering. Og tað kenna flest okkara: “Hvussu kann eg finna eina góða umbering, so at eg sleppi undan at fara?”

Hetta nýtist ikki at vera grundað í nøkrum neiligum ella óndum, men í sannroyndini at vit ikki megna alt, nú vit hava so nógv ymiskt at velja ímillum. Vit kunnu jú ikki taka lut í øllum og eru tí noydd at takka nei til ymiskt. Vit mugu velja og vraka, men mangan koma vit við býttum umberingum vegna sjálvsøkni. Velji eg hetta, vraki eg hitt!

Velji eg hetta, vraki eg hitt!

Komið [til kvøldmáltíðina], tí at nú er alt tilgjørt!” segði maðurin, Jesus fortaldi um, tá ið ein fyri og annar eftir kom við umbering um, hví tað ikki var gjørligt at koma til kvøldmáltíðina. Við hesi søguni vildi Jesus siga, at hann hevur boðið tær til felagsskap við seg. hevur týdning fyri Jesusi! Hann vil vera saman við tær til fest og gleði. hevur fingið innbjóðingina. Hvat sigur tú nú til tað? Hevur tú nakra umbering? Nakað, sum hevur størri týdning? Vrakar tú Jesus, tí at tað er okkurt annað, tú heldur vilt? Velji eg hetta, vraki eg hitt!

Lærdi háskúlin MIT í Camebridge gjørdi í 2016 eina kanning, sum vísti, at ein persónur í miðal bert kann hava fimm bestar vinir! Robin Dunbar kom til líknandi niðurstøðu 1990, tá ið víst varð á, at støddin á heilanum avmarkar felagsskapir til í mesta lagi at telja 150 menniskju. Hesi 150 menniskjuni eru ikki øll í líka tøttum felagsskapi við einstaklingin. Fimm eru tættast, síðani eru umleið tíggju eitt sindur longri burtur, síðani 35 og at enda 100. Tað ber altso ikki til at velja øll menniskju til. Veruleikin er, at vit mugu velja og vraka, tí um vit velja øll, velja vit í veruleikanum ongan.

“Hvussu velji eg tá væl og rætt, nú hetta er sannleikin? Og hvat kann eg vraka við góðari samvitsku?” spyrt tú kanska. Tað finnur tú útav við at svara hesum spurninginum: Hvørjir felagsskapir hava størsta týdning fyri teg? Jesus? Makin? Børnini?

Presturin og rithøvundurin Gordon McDonald skrivaði um munin ímillum tað, sum hevur skund og tað, sum er neyðugt. Mangan velja vit tað, sum hevur skund og vraka harvið tað, sum er neyðugt. Tað er so skjótt at taka fyri givið teir felagsskapir, sum eru tættastir. At vit gloyma at gera tað neyðuga og brúka heldur tíðina og orkuna til nakað, sum hevur skund. Til dømis ikki at brúka tíð saman við okkara kæru, men heldur gera ymiskt, sum ikki er ein íløga í hesar tøttu felagsskapirnar. Ístaðin fyri at sita og eta morgunmat saman, hygga, um nakar nýggjur teldupostur er komin. Ístaðin fyri at ganga ein túr saman, arbeiða eitt sindur yvir. Ístaðin fyri at tosa saman, hyggja í ein skíggja. Mangan tykjast uppgávur hava skund, sum ikki eru so neyðugar, meðan neyðugar uppgávur mangan tykjast at kunna bíða og víkja. Men velji eg hetta, vraki eg hitt. Spurningurin er tí: Hvat er vert at velja og hvat kann eg vraka við góðari samvitsku?

Velji eg tað, sum hevur skund, og vraki harvið tað, sum er neyðugt?

Tá ið alt kemur til alt, kanst tú í øllum førum hvíla í einum sannleika: Hvussu velur og vrakar, stendur fast, at Jesus ikki vrakar teg, men sær tað neyðuga í at byggja ein felagsskap við teg.

Leave a Reply

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Change )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Change )

Connecting to %s

Blog at WordPress.com.

Up ↑

%d bloggers like this: