FYLGI EG IKKI, VILLIST EG!

Tað man vera ein av størstu ræðslunum hjá foreldrum, tá ið tey brádliga missa barnið burtur í einari mannamúgvu. Serliga, um hetta er í onkrum fremmandum landi ella staði. Henda sterka kenslan, sum lammar likam og sinni, meðan myndirnar av tí ræðuligasta koma framfyri ein, kann sita so djúpt í foreldrum, at væl ber til at seta seg í støðuna, hóast tey nú ikki eru í henni. At missa eitt barn burtur. Ikki at vita, hvar tað er. Tá gerst gleðin eisini tað størri, tá ið barnið kortini ikki er burturmist, men til staðar í øllum góðum. Ella um tað verður funnið aftur, eftir at foreldrini ikki vistu, hvar tað var.

Øll okkara munnu kenna tað at missa okkurt burtur. Um tað ikki eru børn, so okkurt annað. At kenna sorg og skuffan av ikki at hava nakað, sum ein er glaður fyri. Tað er mist burtur. At leita eftir hesum burturmista og gleðast, tá ið hetta verður funnið aftur. Ella verða verandi í neiligu kensluni, um luturin ikki verður funnin aftur. Kenslurnar kenna óivað øll.

Júst hesa kensluna av at missa nakað kært burtur, tók Jesus fatur í, tá ið hann segði mannamúgvuni frá um burturmista seyðin og burturmistu drakmuna. Hvat menniskja hevur ikki tað fyri at sleppa so at siga øllum, fyri at brúka tíðina og orkuna uppá at leita eftir tí burturmista kæra? At tað skal heilt nógv til, áðrenn givið verður upp at leita? Sjálvandi, Jesus vildi ikki bara fáa fatur á hesi kensluni í áhoyrarunum henda dagin, men vildi vísa á, at nøkur av hesum menniskjunum vóru tey burturmistu og nøkur tey afturfunnu: “Soleiðis, sigi eg tykkum, verður gleði hjá Guds einglum um ein syndara, sum vendir um.”

Fyri Jesusi eru menniskju, sum eru funnin og menniskju, sum eru burturmist. Einki at ivast í, at Jesus henda dagin vísti á, at tollararnir og syndararnir vóru tey, sum vóru funnin aftur, meðan Fariseararnir og teir skriftlærdu vóru teir burturmistu. Hetta var sjálvandi sera provokerandi, tí Fariseararnir og teir skriftlærdu sóu ikki á hetta úr sama sjónarhorni. Nei, fyri teir vóru tollararnir, syndararnir og enntá Jesus sjálvur tey burturmistu. Men sera avdúkandi, mugu vit siga, at tað vóru tey í samfelagnum vrakaðu menniskjuni, sum sóu seg jaliga aftur í Jesu søgum og fylgdu honum, meðan tað vóru tey í samfelagnum væl støddu, sum ikki vildu verða leidd av Jesusi. Tey, sum fylgdu Jesusi, vóru funnin, meðan tey, sum ikki fylgdu Jesusi, vóru vilst.

Hetta er nevniliga eisini ein sannleiki í myndini: Ikki øll hava hug at verða funnin. Ímynda tær, at barnið, sum eisini kann vera í ótta, tá ið foreldrini mistu tað burtur, nú er vorðið tannáringur. Tá eru løtur og støður, har tannáringurin nú ikki vil verða funnin av foreldrunum. Kanska tí at hann ella hon er í holt við at gera nakað, sum foreldrini ikki eru so glað fyri.

Ikki øll hava hug at verða funnin.

Soleiðis er støðan hjá hvørjum menniskja, tá ið tað snýr seg um samfelagið ímillum okkara og Jesus. Tað eru tíðir og støður, har eg sum menniskja ikki vil verða funnin av Jesusi. Tað er, tá ið eg havi hug at vera ólýðin hansara vilja. Tá ið eg ikki vil fylgja honum, men vil ganga mínar egnu leiðir. Tá er tað, at eg ikki bara ikki eri sæddur, men kann veruliga villast. Nakað er í mær, sum ikki vil fylgja Jesusi. Eg eri føddur soleiðis við einum vilja til mín egna hug, sum eg ikki vil hava avdúkaðan. Men fylgi eg ikki, villist eg!

Fylgi eg ikki, villist eg!

Foreldur vilja børnum sínum tað besta. Tess vegna seta tey teimum karmar, har tey trygt kunnu búleikast innanfyri. Har er frælsið hjá barninum, sum tó hevur hug at fara útum karmarnar. Tá vil tað kanska ikki verða funnið og kann villast.

Jesus vil tær tað besta. Hann hevur sett tær ein karm at liva innan fyri, sum er tryggur, sunnur og góður. Ein karmur, sum gevur tær frælsi at liva í gleði. Men tú hevur hug at fara útum Guds karmar í lívinum. Og tíðir eru, har tú ikki hevur hug at verða funnin av Jesusi. At tú ikki vilt fylgja honum. Tá er vandi fyri, at tú villist í levnaðinum. Tú ert tann burturmisti, Jesus leitar eftir. Tú ert tann dýrabari kæri, sum hann vil fylgjast við ígjøgnum lívið. Vilt tú verða funnin av Jesusi? Vilt tú fylgjast við honum?

So nógv okkara kenna okkum vilst í levnaðinum. Kann tað vera, tí vit veruliga eru vilst? Vegna tað at vit ikki hava Jesus at leiða okkum. Vit duga ikki at síggja, hvat ið veruliga er gott og ringt fyri okkum?

Fylgi eg ikki, villist eg! Men tá ið eg fylgist við honum, sum fann meg, dugi eg betur at síggja tryggu, sunnu og góðu leiðina í levnaðinum. Viðhvørt kann eg kenna meg vilstan, men í felagsskapinum við Jesus eri eg tá kortini í tryggum hondum, tí Jesus villist ongantíð.

Leave a Reply

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Change )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Change )

Connecting to %s

Blog at WordPress.com.

Up ↑

%d bloggers like this: