FINN EGNAR FEILIR FYRST!

Nakað síðani stóð at lesa á ymiskum portalum um ein persón, sum var ákærdur fyri at gera okkurt revsivert. Nú kann væl vera, at talan var um okkurt brot, sum í eygunum á fleiri, er ræðuligt. Men tað var ikki gerðin, sum fangaði mína hugsan. Tað vóru allar viðmerkingarnar, sum hópin av ymiskum menniskjum skrivaðu á sosialum miðlum um hesa ákæru og henda persón. Tað undraði meg, hvussu skjót vit menniskju – eg sjálvur íroknaður – eru at peika eftir øðrum, tá ið tey gera feilir. Vit standa nærum í røð fyri at sleppa framat at seta orð á, hvat vit sjálv halda um feilirnar hjá hinum. Hví man tað vera so? Er tað tí at vit ikki sjálv gera feilir og tí hava rætt at døma onnur fyri teirra? Ella man tað vera tí, at við at síggja feilirnar hjá øðrum, hava vit tað eitt sindur betri við okkum sjálvum og okkara egnu feilum? Hvørjar grundirnar eru, stendur eftir, at fleiri okkara hava lætt við at taka steinar upp fyri at steina tey, sum vit halda hava uppiborið at verða steinað. Vit gerast skjót dómarar og hava lætt við at seta orð á okkara dóm, tá ið tað snýr seg um okkara medmenniskju, sum gera feilir.

Einaferð komu nakrir Farisearar og skriftlærdir til Jesus við einari konu, sum hevði drivið hor. Sambært teimum var hetta ein ræðulig og revsiverd gerð. Teir høvdu longu dømt hana og skuldi hon nú verða steinað. Men teir vildu vita, hvat ið Jesus helt um hetta. Teir vóru eisini skjótir at vísa á, hvat Móselóg segði um slíkar gerðir og hvørja revsing, slíkar gerðir skuldu fáa. Jesus svaraði ikki, men skrivaði við fingrinum á jørðina, meðan teir hildu á við at spyrja. At enda svaraði hann teimum: “Tann av tykkum, sum syndaleysur er, kasti fyrstur stein á hana!”… Ein fyri og annar eftir fóru teir frá Jesusi og konuni, tí at teir dugdu at síggja, at teir hvør í sínum lagi høvdu feilir av ymiskum slag og gjørdu ymiskt ímóti Gudi, sum var revsivert.

Grundin til at Gud gjørdist menniskja er, at eingin okkara er syndaleysur – EINGIN. Var nakað menniskja til frá tí fyrsta til tað síðsta, sum ikki gjørdi nakran feil, sum í Guds eygum er revsivert, so var Jesus ongantíð komin í heimin. Tí so hevði tað ikki verið neyðugt. Um tað ber til hjá tær og mær at liva eitt fyri Gudi og monnum lýtaleyst lív, nýtist okkum onga bjarging. Tá kunnu vit veruliga peika eftir teimum, sum gera feilir og døma. Men vit vita væl, at so er ikki. Tú veitst, at tú ikki ert eitt fullkomið menniskja. Tú veitst væl, at tú gert feilir. Kanska er tað ikki revsivert í mannaeygum, men hvussu í Guds eygum? Hevur tú nakrantíð lisið, hvussu høg krøv Gud setir til tín levnað? Nei, hvørki tú ella eg ella nakar annar megnar at liva eftir Guds fullkomna vilja. Tess vegna hava vit ongan rætt at døma okkara medmenniskju, tí vit eru øll sek í lógarbroti og hava revsing uppiborið.

Grundin til at Gud gjørdist menniskja er, at eingin okkara er syndaleysur – EINGIN.

Men takk og lov var Jesus ikki sum hesir Fariseararnir og skriftlærdu. Nei, hann kom at gera tað gott aftur, sum tú og eg hava brotið. Við sínum fullkomna lívi, deyða og uppreisn hevur Jesus sett teg í gott ljós fyri Gudi, soleiðis at tá ið hann nú sær teg, sær hann Jesus og harvið í tær einki lógarbrot, ongan feil. Jesus hevur tikið tað alt á seg.

Hví sært tú flísina, sum er í eyganum á bróður tínum, men bjálkan í tínum egna eyga verður tú ikki varur við?”, spurdi hesin sami Jesus. Hvat fær teg at døma títt medmenniskja? Hví hevur tú so lætt við at síggja feilirnar hjá øðrum og so lætt við at seta orð á tað? Er tað tí at tú ert fullkomin? Lýtaleys/ur? Um so er, hevur tú allan rætt til tað. Men um tú eisini gert feilir og dugir at síggja tín egna ófullkomileika, eigur tú heldur at steðga við teimum fyrst. Tað er bara eitt fullkomið menniskja, sum hevur rætt til at døma tey ófullkomnu. Og tað er bara eitt fullkomið menniskja til: Jesus. Tá ið tú nú sært henda veruleikan, broytist títt sýni og sinni. Hóast tú ikki ert fullkomin. Hóast tú hevur gjørt tað, sum er revsivert, hevur Jesus valt ikki at fella dómin yvir teg, men tók á seg sjálvan tann straff, tú hevur uppiborið. Meira tú sært tín veruliga veruleika og sært, hvussu Jesus sær teg, meira sært tú, at tú ikki ert øðrvísi enn hini og sært, hvussu Jesus sær tey. Tá ið so títt medmenniskja ger nakað ræðuligt, sum eisini er revsivert, tekur tú ikki steinar upp fyri at steina tað, men letur dómin vera hansara, sum er fullkomin og sum eisini við náði hevur tikið á seg øll okkara misbrot, so ræðulig sum tey kunnu vera.

Bara eitt fullkomið menniskja hevur rætt til at døma tey ófullkomnu. Og tað er bara eitt fullkomið menniskja til: Jesus.

Leave a Reply

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Change )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Change )

Connecting to %s

Blog at WordPress.com.

Up ↑

%d bloggers like this: