ÓFULLKOMIN KANST TÚ VÍSA TANN FULLKOMNA!

Kennir tú teg nakrantíð lítlan í mun til eitt medmenniskja? Í samtalu lærir tú kanska um hin, at viðkomandi hevur eina so og so góða útbúgving, meðan tú ikki kanst vísa á tað sama. Tú hugsar: “Eg eri ein ólærdur persónur!” Í samveru sært tú um hin, at viðkomandi hevur eina so og so góða familju. Tú hugsar: “Eg eri ein ringur maki og eitt ringt foreldur!” Í samstarvi hoyrir tú um hin, at viðkomandi gjørdi so og so væl ímóti sínum medmenniskjum. Tú hugsar: “Eg eri eitt ringt menniskja!”

Tá ið vit samanlíkna okkum sjálv og okkara levnað við onnur, kann tað mangan fáa okkum at kenna okkum illa. Vit kunnu síggja niður á okkum sjálv, meta okkum lágt og hava bestan hugin at geva tað heila upp: “Eg nytti einki! Eg kann ikki brúkast til nakað! Eg havi spilt mítt lív!” Men er nú títt lív virðisleyst vegna tað, at tú heldur eitt annað lív síggja virðismiklari út?

Er títt lív virðisleyst vegna tað, at tú heldur eitt annað lív síggja virðismiklari út?

Einaferð var tað ein fiskimaður, ið nevndist Pætur. Hann helt seg sjálvan vera eitt ikki so fyrimyndarligt menniskja. Ja, kallaði seg sjálvan ein syndigan mann. Hann dugdi at síggja, hvussu fleiri onnur vóru fyrimyndarlig og høvdu kanska tað lívið, hann fegin vildi hava. Ein annar maður kom tá inn á hansara lívsleið. Hetta var ein fyrimyndarligur maður. Ja, eitt fullkomið menniskja. Jesus vildi brúka tíð saman við Pæturi og byrjaði hansara lív við hesum spakuliga at broytast. Hann hoyrdi søgurnar, Jesus segði frá fyri hópin av menniskjum, og grundaði sjálvur yvir tær. Hann sá, hvussu Jesus gjørdi vermóðir sína fríska, og undraðist um hví og hvussu. Hann upplivdi, hvussu Jesus brúkti seg í einum undri, hann sjálvur kendi, men ikki heilt kundi skilja. Jú, Pætur var ikki øðrvísi enn tú og eg. Í samanlíkningini við Jesus sá hann seg sum ein ringan, miseydnaðan og syndigan mann. Jesus mundi ikki heilt vita, hvør hann innast inni var og mátti hann tí seta orð á tað og biðja Jesus fara frá sær. Men Jesus visti útmerkað væl, hvør Pætur var. Hann kendi hann fult og heilt og var greiður yvir, at hann ikki var nakar fullkomin maður. Við henda ófullkomna Pætur segði Jesus: “Óttast ikki, hereftir skalt tú veiða menn!” Jesus gekk ikki um á jørð leitandi eftir fullkomnum menniskjum at umboða seg fyri øðrum. Nei, hann fann vanlig, ófullkomin, miseydnað og syndig menniskju sum teg og meg. Teimum gav hann uppgávuna at vera vitni. Ófullkomin menniskju at boða ófullkomnum menniskjum tann fullkomna.

Jesus gekk ikki um á jørð leitandi eftir fullkomnum menniskjum at umboða seg.

Jesus kom nevniliga til jarðar, júst vegna tað at tú ikki ert nakað fullkomið menniskja. Hann vil fylgjast við tær, ikki tí at hann heldur teg liva eitt fyrimyndarligt lív, men tí at tú ert hansara skapningur. Hann veit útmerkað væl, at tú ert ófullkomin. Men tað er vegna tín ófullkomileika at hann gav seg sjálvan. Tann fullkomni ofraði seg fyri ófullkomin. fært boðini um at vera hansara vitni.

Trúarverjin í aðru øld, Justin Martyr, skrivaði til Antonius keisaran um tey kristnu, sum vóru atsøkt fyri sína kristnu trúgv: “Sí lív teirra kristnu! Tey boða frið, gleði og kærleika!” Justin vildi vísa keisaranum á levnaðin hjá teimum kristnu. Ikki at tey vóru nøkur fullkomin menniskju, sum hildu seg vera betri enn onnur. Men fyri at vísa á, at tey bert vóru vanlig menniskju, sum vísta á ein annan, sum er betri enn øll: Jesus. At tað er hesin fullkomni, sum broytir menniskju til at liva og boða frið, gleði og kærleika. Nakað, sum vit øll so fegin vilja hava og liva í. Lív teirra kristnu vísa á Jesus. Ófullkomin vísa ófullkomnum á tann fullkomna.

Ófullkomin kunnu vit vísa ófullkomnum á tann fullkomna.

Tað kann væl vera, at tú heldur teg vera verri enn tíni medmenniskju. At tú heldur títt egna lív vera miseydnað. At tú heldur teg vera eitt ringt, ófyrimyndarligt og syndugt menniskja. Men tað helt Pætur eisini um seg sjálvan. Og Jóhannes og Jákup og allir lærusveinarnir. Og Paulus, Móses, Ester, Jeremia, Dávid, Maria og Elia… Tú ert í rættiliga góðum felagsskapi sum ein ófullkomin persónur saman við ófullkomnum fyrimyndum. Tað vóru jú hesir persónar, Jesus valdi at brúka tíð saman við. Hesir persónar, Jesus valdi at geva sítt lív fyri. Hesir persónar, Jesus kallaði til at vera vitni fyri seg. Ja, tú heldur teg vera ófullkomnan og ikki verdan. Sært tú tað, sært tú nógv. Síggj so eisini, at tað er júst teg, Jesus kallar. Ófullkomin at boða ófullkomnum tann fullkomna.

Tú skalt jú ikki vísa tínum medmenniskjum teg sjálva/n og títt egna lív. Lívið hevur tú fingið givið og vunnið av honum, sum kallaði teg at vísa á seg. Sín kærleika. Sín frið. Sína gleði. Tað er hansara fullkomna lív, hann hevur vunnið tær, soleiðis at tú í levnaðinum kanst liva í kærleika, gleði og friði, meðan tú vælvitandi um, at tú ikki ert fullkomin, hvílir í honum, sum er fullkomin fyri teg.

Vitandi at tú ikki ert fullkomin, kanst tú hvíla í honum, sum er fullkomin fyri teg.

Leave a Reply

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Change )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Change )

Connecting to %s

Blog at WordPress.com.

Up ↑

%d bloggers like this: