HVØRJA ÚTGÁVU AV TÆR VÍSIR TÚ?

Kenna tíni medmenniskju teg veruliga? Er tað nakar, sum veruliga kennir teg og hvør tú innast inni ert? Er tað nakar, tú veruliga kanst vera TÚ saman við? Ella bert tú skortar frammanfyri tínari familju, tínum vinum, starvsfeløgum og næstum? Vaknar tú um morgunin og letur teg sum nakað av tí fyrsta í skortin og leiklutin, áðrenn tú møtir medmenniskjum tínum? Kann vera, at tú hevur hug at siga nei, men hugsa teg nú væl um og svara sætt fyri tær sjálvum. Kann vera, at tú ert so vanur við tín egna sjónleik, at tú ikki longur ert varugur við títt sanna TÚ?

Hevur tú spælt sjónleik so leingi, at tú ikki kennir títt sanna TÚ?

Tá ið eg gekk á skúla í Havn, arbeiddi eg á Sjómansheiminum í frítíðini. Hetta var, tá ið Sjómansheimið var byrjað at selja pitsur. Nógv var at gera og var mín uppgáva mangan bæði at avgreiða viðurskifti í móttøkuni og at taka fyri, tá ið fólk keyptu pitsu. Einaferð vóru tað nøkur fólk, sum skuldu gjalda fyri, tí nú høvdu tey etið liðugt og skuldu avstað. Tey skuldu gjalda við korti og mátti eg bukka meg niður eftir einum lepa, sum manglaði. Tá ið eg rætti meg upp aftur, smekkaði eg høvdið í eina hill og fekk ræðuliga ilt. Men eg kundi ikki vísa tað, tí nú stóðu hesir kundarnir hjá og skuldu gjalda. Eg hugsaði, at tey kanska ikki sóu tilburðin og beit tí pínuna í meg, meðan eg spældi leiklutin sum reseptiónistur, ið ikki smekkar høvd í hillar og fær ilt. Tá ið hesi fólkini vóru farin avstað, hugsaði eg, hvussu tápuligt tað var av mær at spæla frammanfyri teimum. Sjálvandi sóu tey tilburðin og vistu, hvussu ilt eg fekk. Øll vistu, men eingin setti orð á veruleikan.

Hvussu mangan gera vit menniskju ikki soleiðis í levnaðinum? Vit vilja so fegin vísa eina vakra, dugnaliga og fyrimyndarliga útgávu av okkum fram fyri okkara medmenniskjum. Tá ið vit so gera okkurt, sum brýtur við hesa útgávuna, krógva vit tað, soleiðis at onnur ikki síggja tað. Tey síggja skortin og leiklutin, men ikki veruliga persónin aftanfyri. Tann persónin vilja vit ikki hava, at onnur síggja.

Hvørja útgávu av tær dámar tær best at vísa umheiminum?

Jesus tók fatur í henda trupulleika, tá ið hann sá, hvussu nøkur menniskju fóru við sínum medmenniskjum í sínum leiklutum. Mátibandið var ymiskt til longdar frá einum menniskja til eitt annað og frá einari støðu til eina aðra. Jesus segði: “Hvør, ið er vreiður inn á bróður sín, skal verða sekur fyri dóminum.” Jesus legði dent á, at eitt brot er eitt brot uttan mun til, hvør ið ger brotið og hvørjum tað verður gjørt ímóti. Ja, eitt brot er eitt brot, uttan mun til, hvør útgáva av brotinum verður framd. At sláa eitt menniskja í hel er eitt brot. At vera vreiður inn á eitt menniskja er eisini eitt brot. Í báðum førum hevur brotið somu grund: Illvilji móti einum medmenniskja. Menniskjansligi veruleikin er, at ymisk brot kunnu hava ymiskan straff, hóast rótin til brotið er tann sama. Men hjá Gudi er øðrvísi. Hann viðgerð ikki bert brotini, men rótina. Tí eru allar útgávur av einum broti líka ringar. Eitt brot er eitt brot uttan mun til, hvussu brotið sær út fyri Gudi og menniskjum.

Fyri Gudi eru allar útgávur av einum broti líka ringar!

Jesus vísti á, at tað ikki nyttar hjá mær at hava skort á og spæla ein leiklut fyri Gudi. Tað nyttar ikki at tykjast fyrimyndarligur fyri medmenniskjum, men í veruleikanum ikki at vera tað. Gud sær mítt veruliga EG. Hann sær rótina til allar mínar gerðir og tankar. Hann sær, at eg við mínum leiklutum eisini eri ein lygnari. Spurningurin er, um eg sjálv/ur síggi tað. Skjótari eg síggi, hvør eg veruliga eri, skjótari síggi eg, at mær tørvar bjarging frá øllum mínum illvilja móti Gudi og menniskjum. Hesa bjarging hava vit menniskju jú fingið, við tað at Jesus gav seg sjálvan at gjalda fyri øll okkara brot, uttan mun til, hvørja útgávu tey brotini hava. Um eg havi sligið eitt menniskja í hel ella eg havi verið vreiður inn á eitt menniskja í mínum stilla sinni: Jesus hevur goldið fyri meg!!!

Gud sær títt veruliga TÚ!

Hvussu livi eg so nú, tá ið eg kann hvíla í hesi náði? Jú, eg kann lata loddrætta felagsskapin mynda tann vatnrætta. Eg veit, at Gud kennir meg veruliga sum eg eri uppá bæði gott og ónt. Eg veit, at eg ikki kann krógva myrku og miseydnaðu síðurnar av mær fyri honum. Kortini elskar hann meg og vil liva í felagsskapi við meg. Hvat nú, um eg tá eisini velji at liva sætt og ærligt fyri mínum medmenniskjum? At eg seti orð á tað og biði um umbering, tá ið eg geri nøkrum ilt? At eg viðurkenni mínar veikleikar fyri øðrum, tá ið eg geri okkurt býtt? Hvussu man lívið vera, um eg ikki hevði fyri neyðini at taka nakran skort á og noyddist at spæla leiklutir? Óivað eitt lív í meira gleði, friði og javnvág. Torført sum tað kann vera at gera, kann eg tó hvíla í, at fyri Gudi eri eg nakin og elskaður kortini.

Fyri Gudi eri eg nakin og elskaður kortini!

Leave a Reply

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Change )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Change )

Connecting to %s

Blog at WordPress.com.

Up ↑

%d bloggers like this: