JALIGA PÍNAN

Hugsa um menniskju í heiminum og teirra lív. Her heima, í norðurlondum og aðrastaðni. Hugsa um teirra umstøður likamliga og sinnisliga. Hvussu sært tú tá títt egna lív og tínar umstøður í mun til hesi menniskjuni? Jú, tað kann vera ymiskt, tú heldur at tú manglar, men manst tú ikki hugsa, at tú hevur nógv, fyri ikki at siga alt? Flestu av okkum kunnu siga, at okkum ikki tørvar nakað, tí vit stórt sæð hava alt tað, okkum tørvar til levnaðin í gerandisdegnum. Men hóast vit so at siga hava alt, kunnu vit vera ónøgd, kenna ófrið innaní okkum og leingjast eftir onkrum, sum vit ikki duga at seta orð á: Okkurt er ikki heilt sum tað skal, hóast alt tykist at vera til staðar, okkum tørvar. Hvussu ber tað til? Vit kunnu siga: “Likamliga er alt gott, men okkurt manglar. Sinnisliga havi eg frið, men mær leingist eftir friði kortini.” Tað tykist, sum innaní okkum er ein djypri ófriður, vit hava torført við at seta orð á. Og vit kunnu kenna okkum illa, tí í mun til fleiri av okkara medmenniskjum, hava vit alt tað, teimum tørvar, og eru ónøgd kortini. Hvat er hetta fyri nakað?

Hevur tú “alt”, men manglar kortini okkurt?

Tað tykist at vera vanligt hjá okkum menniskjum at flyta pínuna frá einum stað til eitt annað. Um vit ikki fáa flutt pínuna burtur, flyta vit hana aðrastaðni, soleiðis at pínan ikki kennist eins hørð. Eg kann til dømis velja at gera ilt á likamið, fyri ikki at kenna eina sinnisliga pínu eins væl. Eg kann velja at síggja, hvussu ilt onnur hava, soleiðis at eg kann siga, at mín pína ikki er eins ring. Men sjáldan hjálpir hendan flytingin av pínu nakað og er mangan beinleiðis skeivt og skaðiligt. Tá ið tað er sagt, er tað kortini ein djypri sannleiki í hesi flytan! Ein longsul, sum førir til okkara egnu royndir at loysa nakað, sum bert ein annar kann loysa. Pínan í okkara lívi avdúkar, at vit ikki bert eru likam og sinni, men at vit eisini eru sál. Hon kann eisini avdúka, at tað er í sálini, trupulleikin er og ikki í likaminum ella sinninum.

Man trupulleikin vera í sálini og ikki í likaminum ella sinninum?

Góðu tíðindini um Jesus fevna júst um henda sannleikan, at okkara djúpasta pína er flutt frá okkum sjálvum yvir á ein annan persón. Pínslan, Jesus merkti, var ikki hansara, men okkara: tín og mín. Tú hevur fingið loyvi í levnaðinum at uppliva frið, hvíld og gleði, tí at tín pína er flutt yvir á Jesus.

Hesin Jesus lærdi menniskjuni í samtíðini og harvið eisini okkum ymiskt, har millum annað hesin sannleikin at flyta pínu er ein teirra. Tá ið vit lesa um hendingina, har Jesus mettaði fýra túsund menniskju, hugsa vit skjótt, at tað eru tey fýra túsund menniskjuni, sum eru málbólkurin. At hetta er ein mynd á teg og meg og okkara andligu svongd. Tað vísti henda hendingin eisini, men hyggja vit nærri at tekstinum, kemur ein annar sannleiki og lærusetningur fram. Hví spyr Jesus lærusveinarnar, um teir hava nakað at geva hesum fýra túsund hungrandi menniskjunum? Tí teir skuldu geva teimum tørvandi tað, teir sjálvir høvdu. Í hesum er ein lærdómur, sum er afturvendandi í allari Bíbliuni: Vit eiga at geva tað, vit halda kært, til teirra, sum tørva tað. Hava vit klæðir, meðan onkur er kaldur, skulu vit geva okkara. Hava vit mat, meðan onkur er svangur, skulu vit geva okkara. Hava vit pening, meðan onkur er fátækur, skulu vit geva okkara. Hetta er kærleikin til okkara medmenniskju, Gud krevur av okkum. Vit fáa ilt, tá ið vit skulu geva tað, vit eru so góð við og glað fyri. Men júst henda pínan kann vera góð, tí hon ger nakað gott við sálina.

Presturin og rithøvundurin John Ortberg skrivaði í bókini Soul Keeping: “Sálin er førleikin at samla viljan, sinnið og likamið til eitt einkult heilt lív.” Vit hava nevniliga so torført við at seta orð á, hvat sálin er. Í bókini verður víst á, at eitt menniskja er ein samanseting av vilja, sinni og likami, og at tað er sálin, sum samantvinnar hesar partar, soleiðis at menniskjað er eitt heilt menniskja. Tá ið vilji, sinni og likam ganga í felag við Gudi, er sálin frísk. Tá ið vilji, sinni og likam ikki ganga í felag sínámillum ella við Gudi, er sálin sjúk og hevur ilt. Tað er henda pínan, vit menniskju mangan kunnu kenna, tá ið vit hava torført við at seta orð á, hví vit hava ilt, tá ið alt tykist at vera gott likamliga og sinnisliga.

Sálin er førleikin at samla viljan, sinnið og likamið til eitt einkult heilt lív.

Hvat gagnar tað manni at vinna allan heimin og bøta afturfyri við sál síni?” spurdi Jesus stutt eftir at tey fýra túsund vóru mettað. Ortberg viðmerkti, at her ikki er talan um eitt ferðamál, men eina diagnosu. Sálin gerst sjúk í hesum lívi, tá ið eg bert vil vinna mær alt likamliga og sinnisliga.

Hevur tú ilt í lívinum uttan at tú kanst vísa á hvar henda pínan er, kann talan vera um pínu í sálini.

Man henda pínan ikki linna, um tú gevur av tí, tú heldur kært, til teirra, sum hava tørv á tínum?

Leave a Reply

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Change )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Change )

Connecting to %s

Blog at WordPress.com.

Up ↑

%d bloggers like this: