KANST TÚ GEVA TAÐ, TÚ IKKI HEVUR?

Hvørja ávirkan hava onnur menniskju á teg? Tað valdast sjálvandi menniskjuni. Óivað eru persónar, sum aftur og aftur ávirka teg neiligt. Kann vera, at tú ikki beinleiðis hugsar um tað, men tú verður ávirkað/ur neiligt og veitst kanska ikki heilt hví. Eisini eru persónar, sum ávirka teg jaligt. Tað er nakað við nøkrum menniskjum í tínum lívi, sum ger teg til ein betri persón og gevur tær eitt betri lív. Kann eisini vera, at tú her hevur torført við heilt at seta orð á, hví tað nú er so.

Vit kunnu øll skjótt staðfesta, at vit verða ávirkað bæði neiligt og jaligt av okkara medmenniskjum. Summir persónar lyfta okkum upp, meðan aðrir draga okkum niður. Hvør er orsøkin fyri hesum? Man fruktin av einum felagsskapi – jalig ella neilig – verða grundað í tær sjálvum? At tað er tú og tínar kenslur, sum verða ávirkaðar av øðrum? At tú sjálv/ur kanst stýra kenslunum? Man fruktin verða grundað í sjálvari løtuni og hendingini? At tað eru umstøðurnar sum avgera, um úrslitið gerst jaligt ella neiligt? Ella er tað nú veruliga einstaki persónurin, sum er grundarlagið? Tí hví ávirka menniskju onnur, sum tey nú gera? Er tað nakað djypri enn orðini og gerningarnir?

Tá ið tú nú veitst, at tú verður jaligt ávirkað/ur av nøkrum menniskjum og neiligt av nøkrum øðrum, kanst tú velja bert at vera saman við teimum jaligu. Soleiðis kanst tú varða teg frá tí neiliga. Men hvat nú við tær sjálvum? Spyr teg sjálva/n: “Býr bert jaligt í mær? Havi eg bara eina jaliga ávirkan á míni medmenniskju? Ella havi eg eisini ringa ávirkan á onnur?”

Jesus segði einaferð: “Eitt gott træ kann ikki bera ringar fruktir, og ei heldur kann eitt ringt træ bera góðar fruktir.” Hesi orðini eru ikki torfør hjá okkum at skilja. Vit duga væl at seta okkum og okkara medmenniskju inn í henda sannleikan. Tað, eg gevi øðrum, er tað, eg havi fingið givið! Spurningurin er so, hvønn arv eg havi fingið, sum eg nú í levnaðinum gevi víðari. Hvørt menniskja hevur okkurt jaligt og okkurt neiligt í arv. Hetta er tað, sum menniskjað síðani gevur øðrum víðari í arv. Og júst her er trupulleikin: Eg beri ringa frukt! Eg særi míni medmenniskju og havi ringa ávirkan á tey. Nakað býr í mær, sum ikki er gott. Tað veit eg væl og tað veitst tú eisini um teg sjálva/n. Upprunaliga er alt tað ringa í mær grundað í syndini, sum býr í hvørjum menniskja. Hesin hugurin og viljin í okkum at dyrka okkum sjálv og síggja niður á Gud og okkara medmenniskju.

Men Jesus er ikki sum tú og eg. Hann er tað góða træið, sum bert ber góða frukt. Fruktin er pínslan, dómurin, deyðin, uppreisnin og æviga lívið, hann vann tær!

Í fyrsta sálmi lesa vit orðini: “Sælur er maður, ið ei fylgir vondra mana ráði, ið ei stendur á syndara vegi og ei situr í spottara lagi; men hvørs hugur stendur til Harrans lóg og yvir lóg hans grundar dag og nátt. Hann er eins og træið, plantað við áarløkir, ið aldin gevur í tøkum tíma, og hvørs leyv ei følnar; alt, ið hann ger, honum eydnast skal.”

Hesin sálmurin talar júst inn í henda veruleika um træið og fruktirnar. At tað, vit fylla okkum við, er tað, vit geva víðari. Eg kann velja at fylgja ráðum frá teimum, sum vilja mær og øðrum ilt. Eg kann velja at gera ímóti Guds vilja og særa míni medmenniskju. Alt hetta skapar ringu fruktina í mær. Um eg hinvegin vendi mær til Guds, er støðan ein heilt onnur. Tí frá Gudi kemur einki ringt. Frá honum kemur bert alt tað, sum er mær og næsta mínum til góðar. Gud skapti meg jú til at tilbiðja seg og tæna mínum medmenniskjum. Við at fylla meg við Gudi og hansara orðum skapast í mær góð frukt.

Tað er ein sannroynd, at tú ikki kanst geva tað, tú ikki hevur! Spurningurin ljóðar tí fylgjandi: “Hvussu kann eg bera góða frukt í levnaðinum?” Svarið er einfalt: “Fyll teg við tí góða!” Síggj fyri tað fyrsta gávuna, sum tú hevur fingið givna og Bíblian sigur tær frá: At Gud elskar teg og øll menniskju. At hann gav tær Jesus, sum við sínum gerningi vann tær eitt ævigt paradís. Síggj fyri tað næsta fruktina, sum nú verður borin í tínum levnaði: At tú elskar Gud og elskar tíni medmenniskju. Ikki, at tú gert hetta fullkomið, men at Jesus skapar í tær hugin og fruktina til slíkan levnað.

Tú kanst ikki geva tað, tú ikki hevur!

Hvussu onnur ávirka síni medmenniskju, kanst tú ikki gera tað stóra við. Men hvussu tú ert mótvegis øðrum, er í stóran mun í tínum egnu hondum. Ímynda tær, at tú dagliga hevur eina jaliga ávirkan á onnur. At tú bert góða frukt øðrum til gang og gleði. Tað er bert møguligt, um tú dagliga heldur teg at Guds bestu frukt til tín og mannaættina: Jesusi.

Leave a Reply

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Change )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Change )

Connecting to %s

Blog at WordPress.com.

Up ↑

%d bloggers like this: