MÆR ER GIVIÐ AT GEVA

Hevur tú nakrantíð fingið eina gávu óvæntað? Kanska tá ið tú hevði serligan tørv á nøkrum og so varð tað givið tær fyri einki? Hvat hugsaði tú tá? Og hvat situr eftir í minninum í dag? Er tað ikki fyrst og fremst gevarin? Persónurin, sum gav tær gávuna? Hetta menniskjað, sum við síni gávu í dag enn hevur eina jaliga ávirkan á teg og tín levnað? Ein gáva vísir seg at hava kunna hava eina ovurstóra ávirkan á bæði tann, sum gav og tann, sum fekk. Nakað hendir einum menniskja, sum í neyð fær eina óvæntaða gávu. Væl kann hetta menniskjað oyðsla gávuna burtur, men minnið gevaran vísir seg seint at falla burtur úr huganum.

Jú, at geva hevur eina ovurstóra megi og ávirkan! Ein ávirkan, sum grípur inn í levnaðin hjá mínum medmenniskja. Ein ávirkan, sum kann hjálpa einum øðrum í sínum gerandisdegi. Ein ávirkan, sum kann røkka inn í sálina hjá einum øðrum persóni. Spurningurin til mín og tín er nú: Gevi eg nakað? Gevur tú nakað? Vit kunnu mótvegis hesum spurningi svara: Júmen, eigi eg yvirhøvur at geva nøkrum nakað? Eigi eg ikki mítt egna til at nýta til júst mín sjálvs? Hví skal eg geva øðrum tað, sum eg sjálv/ur havi brúkt tíð og orku uppá at ogna mær?

Er lívið ikki fantastiskt? At vakna, gleðast, eta, anda, arbeiða, ganga, vera, sova… Guds ætlan við lívinum er gleði. At trívast, gleðast og mennast í samfelagi við seg og medmenniskjum okkara! Gud hevur givið tær alt! Hugsa um tað! Kanst tú veruliga siga, at nakað at tí, sum tú í dag hevur, er títt egna. Um vit fylgja upprunanum til alt okkara enda vit altíð hjá einum síðsta gevara: Gudi! Tíðina, sum eg máti í árum, mánaðum, vikum, døgum og løtum. Ognirnar, sum eg máti í pening, húsi, bili, klæðum og mati. Megina, sum eg máti í førleikum, hugsan, rørslum, orku og levnaði. Jú, at kemur í síðsta enda frá Gudi. Tess vegna er mær givið… ikki at eiga, men… at umsita! Mær er givið at umsita til Guds æru og til gagn næstans. Mær er givið at geva!

Mær er givið… ikki at eiga, men… at umsita!

Eg nýtti útsýnið yvir hav og fjøll eitt kvirt summarkvøld. Tað var stórbært at njóta hesa løtuna við sjóði og fuglaljóði, og kendi eg tað sum Guds stóru gávu til mín og okkara! Síðani hitti eg ein mann og mátti eg luta hesa kensluna við honum. Í okkara práti fall evnið á, hvussu upptikin vit menniskju eru. So upptikin, at vit ikki duga at njóta hesar stillu løturnar og okkara so vøkru náttúru. So upptikin, at vit ikki duga at síggja Guds margfaldu gávur. Hvussu skjótt gloymi eg ikki at síggja Guds gávur og taki mær tað fyri givið, Gud gav mær at umsita við gleði? Hvussu skjótt misnýttu Ádam og Eva ikki Guds gávur og gjørdust eins og órættvísir húshaldarar?

Eg misbrúki Guds tíð, ogn og megi við at oyðsla tað til mín sjálvs. Eg havi fingið, men taki tað til mín sjálvs. Hvussu nógva tíð, ogn og megi gevi eg Gudi og mínum medmenniskja? Mær er givið at geva! – Men eg gevi ikki! Eg eri ein órættvísur húshaldari, sum misrøki Guds gávur, mær eru litnar til.

Hvat hendir einum menniskja, sum fær eina gávu? Tað minnist gevaran! Paulus skrivaði: Av náði eru tit frelstir, við trúgv, og tað er ikki tykkum at takka, tað er Guds gáva; ikki av gerningum, fyri at eingin skal rósa sær. Sannleikin um teg og meg er, at vit oyðsla Guds gávur at umsita og standa tí í skuld til hansara og okkara medmenniskju. Hvat kunnu vit nú gera, síðani støðan er so?

Allar Guds gávur peika í veruleikanum á eina gávu, sum er størri enn allar hinar: Jesus. Tað er torført hjá mær at skilja, men hóast mítt oyðsl og misbrúk av Guds gávum, hevur hann í sínum kærleika til mín kortini givið mær Jesus. Jesus, sum nú tekur alt mítt oyðsl og alt mítt misbrúk á seg, soleiðis at eg standi uttan skuld og uttan misrøkt.

Allar Guds gávur peika á Jesus!

Mær er givið at geva! Við trúnni á Jesus síggi eg nú Guds gávur í einum nýggjum ljósi. Alt, eg havi, eigi eg ikki, men Gud. Gud hevur givið mær tíðina, ognirnar og megina at umsita til hansara æru og til tænastu fyri mítt medmenniskja. Spurningurin til tín og mín ljóðar tí? Hvussu kann eg frá í dag umsita Guds gávur betur? Nú veit eg, at eg einki eigi av tí, sum eg havi: Alt er mær givið frá honum, sum elskar meg. Hvussu kann eg nú umsita alt, soleiðis sum Gud vil? Hvussu umsiti eg nú tíðina við Gudi og medmenniskjum í fokus, ístaðin fyri mær sjálvum? Hvussu umsiti eg nú ognirnar og megina?

Mær er givið ikki at eiga, men at umsita væl.

Leave a Reply

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Change )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Change )

Connecting to %s

Blog at WordPress.com.

Up ↑

%d bloggers like this: