VRAKA TAÐ ILLA

Kennir tú tað at hava ætlanir um at fáa nógv burturúr einumhvørjum, men tá ið dagurin er komin at enda, eydnaðist kortini ikki at fáa gjørt tað, tú ætlaði? Viljin, orkan og hugurin var til staðar um morgunin, men tá ið tú skuldi fara til verka við tí, tú hevði sett tær fyri, var tað torført at fara í gongd vegna tað óruddi, sum møtti tær. Nakað forðaði tær í at koma í gongd við tað, tú ætlaði. Kanska var tað tað, at tú spent/ur fórt til arbeiðis, men vegna óruddið á verkstaðnum ella skrivstovuborðinum bar ikki til at koma í gongd. Tú vart forðað/ur í tíni ætlan. Kanska var tað tað, at tú vildi halda ein góðan føðingardag, men vegna ein keðiligan gest, sum bert var komin at bróta niður, miseydnaðist tað heila. Tú vart forðað/ur í tíni ætlan. Ella var tað kanska tað tað, at tú skuldi byrja at liva eitt sunt lív, men sama dag sum tú skuldi byrja, hevði onkur føðingardag og bjóðaði tí kaku á arbeiðsplássinum. Sostatt gekk tað ikki henda dagin. Tú vart forðað/ur í tíni ætlan.

Hvat órudd forðar tær í tínum ætlanum?

Tað tykist sum um at vit mangan fyrst mugu rudda tað, sum forðar okkum í okkara ætlanum, áðrenn vit kunnu gera tað, vit vilja og droyma um. Vilja vit njóta tað góða, mugu vit fyrst vraka tað illa! Óruddið má burtur, gesturin út og kakan vrakast. Men hetta er torført. Tað er torført at rudda í okkara lívi, fyri at geva rúm fyri tí góða, sum vit ynskja.

Djúpt í tær býr ein longsul eftir betra lívinum. Tú dugir at síggja fyri tær, hvussu lívið kann verða. Hvussu tað er í dag, og hvussu nógv betri tað kann vera. Tú leingist eftir tí fullkomna og kanst droyma um at liva uttan nakra skuld, ella at liva eitt sunt lív, ella uppliva ein fullkomna dag, har tú nært tínum málum. Ímynda tær og spyr: “Hvussu sær mítt fullkomna lív út?” Óivað dugir tú at síggja eitt lív fyri tær betri enn tað, tú júst nú livir. Óivað vita vit meira ella minni, hvussu fullkomna lívið sær út og royna at arbeiða okkum til tað lívið! Hetta er ikki so undarligt, tí Gud hevur skapað menniskjað soleiðis: At liva í einum fullkomnum staði. Tí býr hesin longsul í tær. Tí hevur tú ætlanir um nakað betri. Og tí arbeiðir tú fyri at náa hesum veruleika.

Epinion gjørdi í 2015 eina kanning, sum vísti, at ein persónur av fýra ikki torir at liva sín dreym út! Hetta eru persónar, sum hava ein dreym um eitt betri lív, men sum ikki tora at liva tað lívið kortini. Lærdi háskúlin í Scranton USA gjørdi í 2016 eina kanning, sum vísti, at níggju av tíggju ikki náa sínum málum! Eitt er ikki at tora at liva ein dreym. Eitt annað er, at hóast vit menniskju hava ein dreym og gera ætlanir um at náa dreyminum, eydnast tað bert fyri ein av tíggju persónum. Júst henda veruleika kennir tú kanska væl, tá ið tú aftur og aftur verður forðað/ur í tínum ætlanum vegna okkurt, sum stóð fyri.

9 av 10 náa ikki sínum málum.

Tað fullkomna er eitt. Veruleikin ein annar. Tú hevur tín dreym, men nært ikki málinum! Vilt tú njóta tað góða, mást tú fyrst vraka tað illa! Tú vilt vera frí/ur frá skuld og mást tí gjalda niður, men tað miseydnast aftur og aftur. Eg vil liva sunt og mást tí eta rætt og røra teg, men tað miseydnast aftur og aftur. Tú vilt náa tínum málum og mást tí raðfesta væl, men tað miseydnast aftur og aftur. Tað er sannlíkt, at tú sum gamal sigur: “Eg náddi ikki dreyminum! Eg megnaði ikki at fremja tær ætlanir, eg setti mær fyri”. Nakað ger, at tað er torført at vraka tað illa í tínum lívi.

Vilt tú njóta tað góða, mást tú fyrst vraka tað illa!

Jesus segði: “Skrivað stendur: “Hús mítt eigur at vera eitt bønhús;” men tit hava gjørt tað til eitt ránsmannabøli.” Hetta segði hann, tá ið hann kom inn í halgidómin og sá, hvussu menn misbrúktu Guds góðu ætlan við at útnytta síni medmenniskju. Jesus gjørdist vreiður og ruddaði út tað illa úr halgidóminum. Jesus vrakaði tað illa fyrst og settist eftir tað og lærdi, tí tástani kundi fólkið hoyra og njóta sannleikan. Vilt tú njóta tað góða, mást tú fyrst vraka tað illa!

Guds dreymur er eitt ævigt lív og gleði fyri teg og meg. Syndafallið er tað illa óruddið, sum nú ger, at vit ikki megna at vraka tað illa í okkara dagliga lívi. Tí gjørdist Gud menniskja, soleiðis at Jesus ruddaði tað illa burtur úr tær og mær við sínum deyða og síni uppreisn. Óruddið, sum tú ikki megnar at rudda, hevur Jesus tikið á seg, soleiðis at tú kanst gleðast um fullkomna lívið, sum bíðar tær í himli. Dreymurin er vorðin fullkomin við trúnni á Jesus!

Leave a Reply

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Change )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Change )

Connecting to %s

Blog at WordPress.com.

Up ↑

%d bloggers like this: