AT GERA VÆL GER TEG IKKI GÓÐAN!

Hvussu sært tú teg sjálva/n og tín levnað? Strembar tú eftir at gerast betri? Í heilum er at síggja og hoyra, hvussu onnur menniskju arbeiða fyri at fáa eitt betri, sunnari og glaðari lív. Við at eta sunnari, røra seg meira og liva eitt minni strongt lív. Fleiri leita eftir at finna javnvág í tilveruni og kanska kennir tú teg aftur í hesum. Eisini tú strembar eftir einum betri lívi. Einari betri tilveru.

Hugsar tú, at tú ert eitt gott menniskja? Tað er sjálvandi gott at fara væl við okkara medmenniskjum og at skikka okkum væl. Men tá ið tú hyggur at tínum egna lívi, hugsar tú tá, at tú sum heild ert ein góður persónur, sum fert væl við tínum medmenniskjum? Ella kennir tú teg yvirhøvur miseydnaða/n bæði tá ið tað snýr seg um at gerast betri og hvussu tú fert við tínum næsta?

Tað býr í okkum sum nakað natúrligt at mennast í levnaðinum. Vit arbeiða okkum fram til tað betra og gera alt, sum er í okkara valdi at ogna okkum góða lívið. Flestu av okkum liva gerandisdagin í stríði eftir at vinna okkum stig á lívsins konto.

Flestu av okkum liva gerandisdagin í stríði eftir at vinna okkum stig á lívsins konto.

Soleiðis er tilveran jú eisini skipað: Eg skal ogna mær prísin, eg vil vinna! Vil eg fáa løn, má eg fyrst arbeiða. Vil eg fáa góðar karakterir í skúlanum, má eg fyrst gera míni skúlating. Vil eg hava eitt gott lív sum eldri, má eg savnað mær niðurfyri sum yngri. Hóast alt hetta og mangt annað ikki altíð eydnast hjá okkum, vita vit, at soleiðis er tilveran skrúvað saman.

Tá er tað eisini so skjótt at hugsa, at ævinleikin eisini man vera skipaður á sama hátt. At vit mugu ogna okkum paradísið. Ímynda tær ein stiga. Hugsa so fyri tær, at fyri at koma til himmals, skalt tú stíga upp eftir stiganum trin fyri trin, til tú nært hægsta trininum. Soleiðis hugsa mong okkara – ja, mestur býr henda hugsanin djúpt í hvørjum menniskja – tá ið tað snýr seg um at ogna sær paradísið. Fyri at koma uppá fyrsta trinið má eg biðja til Guds hvønn dag. Eftir ein mánað stígur tú uppá fyrsta trin, tú tú megnar at biðja dagliga. Fyri at koma uppá næsta trinið mást tú lesa í Bíbliuni hvønn dag. Nú hevur tú lisið og biðið í ein mánað og stígur uppá næsta trin. Fyri at stíga uppá triðja trinið mást tú ganga í kirkju hvønn sunnudag í eitt ár. Jú, hóast tað var ein torfør uppgáva, megnaði tú tað og stígur uppá triðja trinið. Fyri at koma uppá fjórða trinið mást tú geva í minsta lagið tíggju prosent av tínum ognum til neyðstødd restina av lívinum. Jú, tú byrjar, men samstundis vart tú sjúk/ur ein sunnudag og kundi ikki fara í kirkju, so tú mást fara niður á næsta trinið aftur…

Soleiðis liva fleiri okkara. Og soleiðis livdi Farisearin, sum fór inn í halgidómin at biðja (Les meira um ta søguna her). Hann var komin langt upp eftir stiganum. Ja, so langt at hann kundi erpa sær fyri Gudi um, hvussu nógv betri hann var enn ránsmenn, órættvísir, horkallar og tollarar, og hvussu nógv hann ofraði við at fasta og geva av ognum sínum. Ein tollari var eisini í halgidóminum. Hann var ikki komin uppá fyrsta trinið á stiganum. Kanska hevði hann givið stigan upp, tí hann sá, at hann í veruleikanum ikki megnaði at stíga upp til ovasta trinið kortini. Tveir menn í halgidóminum. Tveir menn, sum sóu fyri sær stigan í tilveruni og ævinleikanum. Annar sá seg stíga uppeftir, meðan hin enn stóð á gólvinum uppgevandi. Farisearin hevði ikki fatað veruleikan, meðan tollarin hevði: At tað ikki ber til at vinna sær himmalin við at liva eitt gott lív!

Tað ber ikki til at vinna himmalin við at liva eitt gott lív!

Hetta er sannleikin eisini til okkara í dag. Men okkum eru givin góð tíðindi: Jesus er komin niður eftir stiganum til okkara. Hann hevur stigið niður til tín, tí tú ikki megnar at stíga upp til hansara. Tað var hetta, hann gjørdi, tá ið hann gjørdist menniskja, livdi, doyði og reis upp aftur. Hann er tann, sum tú við trúnni tekur í hondina á, soleiðis at hann leiðir teg til paradísið.

Tú verður ikki góð/ur við at gera væl! Farisearin er eitt dømi um tað. Legg tí stigan burtur! Tað er frælsi, friður, hvíld og gleði í at vita, at tú ikki skal ogna tær lívið, tí tað nú longu er vunnið tær!

“Merkir tað, at eg nú ikki skal gera væl?” spyrt tú kanska. Jú! Tú verður ikki góð/ur við at gera væl, men gert væl við at verða góð/ur! Tað er Jesus, sum hevur gjørt teg góðan við tað at hann er tann góði í tínum staði, uttan mun til, hvussu títt egna lív hevur eydnast tær.

Tú verður ikki góð/ur við at gera væl, men gert væl við at verða góð/ur!

Ímynda tær ongan stiga at hava í lívinum. Tað er sjálvandi gott at hava visjón, mál og menning, men ímynda tær ongar stigar at hava, sum tú skalt vigast ella dømast eftir. Gud vigar og dømir teg ikki eftir tínum væleydnaða ella miseydnaða lívi, men eftir Jesu lívi og gerningi! Tak hesa gávu til tín og liv sum ein gáva fyri tíni medmenniskju.

Gud dømir teg ikki eftir tínum væleydnaða ella miseydnaða lívi, men eftir Jesu lívi!

Leave a Reply

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Change )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Change )

Connecting to %s

Blog at WordPress.com.

Up ↑

%d bloggers like this: