AVLEIÐINGIN SPYR IKKI EFTIR UMBERINGINI

Hevur tú nakrantíð upplivað tað pínliga ikki at hava hoyrt nakað, sum onkur segði tær? Í fyrsta umfari hugsar tú kanska, at tað ongantíð varð sagt tær nakað, men síðani gongur tað upp fyri tær, at okkurt varð sagt, men tað var tú, sum ikki hoyrdi. So byrjar avleiðingin at klárna, nú tú mást viðganga fyri tær sjálvum og kanska øðrum, at tú ikki hoyrdi orðini ella boðini, sum tær vórðu givin. Og tað er einki serligt at kenna sviðan av eini avleiðing vegna ein feil, tú sjálv/ur ert atvoldin til. Kanska hevur tú roynt støðuna, at onkur ringdi til tín og spurdi: “Hvar blívur tú av?” Tú svarar ørkymlað/ur: “Ha, hvat meinar tú við?” “Júmen vit høvdu eina avtala um at tú skuldi halda ein fyrilestur um tað at vera eitt eftirfarandi menniskja. Vit sita øll í høllini og bíða.” Kanska hevur tú ikki upplivað júst hetta, men okkurt líknandi. Eg hugsi, at fleiri munnu kenna tað brádliga at standa í støðuni at hava avtalað at vera tvey støð í senn. Onnur avtalan var gloymd – sum við øðrum orðum merkir, at hon ikki veruliga var hoyrd – soleiðis at ein onnur avtala varð játtað til somu tíð. Pínligt, keðiligt og strævið.

Í slíkum støðum leita vit eftir umberingum, sum fyri at reinsa okkum sjálv og skúgva feilin aðra staðni. “Eg hoyrdi ikki, hvat tú segði, tí boðini vóru ótýðilig.” Ella “Eg hoyrdi ikki, hvat tú segði, tí tað larmaði so illa umkring okkum.” Men hóast vit so fegin vilja flyta feilin á tann, sum gav boðini ella viðurskiftini, boðini vórðu givin í, kemst ikki undan avleiðingini, sum mangan hevur tað við sær at felagsskapin ímillum hin og meg versnar.

Tað fær fylgjur av ikki at hoyra. Avleiðingar, sum kunnu ávirka felagsskapin ímillum menniskju. Hetta, uttan mun til okkara væl orðaðu umberingar, meðan vit yppa øksl.

Avleiðingin spyr ikki eftir umberingini! Tá ið flogfarið er farið á flog og eg ikki siti í tí, nyttar ikki at siga: “Júmen, eg hoyrdi ikki, at tað varð kallað á meg hálvan tíma undan fráferðina!” Flogfarið er farið. Ella tá ið bilurin rendi á meg, soleiðis at eg breyt beinið: “Júmen, eg hoyrdi ikki, at bilurin floytaði, tí mær dámar at hava harðan tónleik í oyrunum, tá ið eg gangi.” Umberingin kann vera góð, men hon hjálpir bara ikki í avleiðingini. Eg kann ikki í avleiðingini siga: “Hví rakar hetta meg!” og skylda uppá tað ella tey, sum góðu boðini, um eg ikki hoyrdi.

Avleiðingin spyr ikki eftir umberingini!

Ein dagin kom ein mannamúgva til Jesus við einum manni, sum ikki hoyrdi og kundi illa tosa. Fylgjurnar í einum samfelagið sum hetta fyri so nógvum árum síðani, var haltandi felagsskapur við medmenniskju. Tá ið tað var torført at samskifta, var tað torført at virka í samfelagnum. Jesus vildi hava mannin at hoyra, nart við hann og segði: “Opna teg!” Og oyru hansara opnaðust og við tað sama losnaði tunguband hansara. Nú kundi maðurin hoyra og tosa. Hann kundi samskifta við síni medmenniskju og harvið kundi felagsskapurin við onnur styrkna aftur. Jesus vildi hava mannin at hoyra. Men júst hvat vildi Jesus hava hann at hoyra? Jú, tað sama sum hann vil hava teg og meg at hoyra: At Jesus sjálvur er orðið komið í heimin. Komið til tín! At Jesus gjørdist menniskja og við sínum verki á krossinum hevur vunnið okkum menniskjum felagsskapin við Gud í einum paradísi, eru gleðiboð. Hetta vil hann hava okkum at hoyra.

Men hvat nytta eini boð, um tú ikki hoyrir tey? Hvussu kanst tú gleðast, um tú ikki hoyrir gleðiboðini? Júst hetta vísir seg at vera trupulleikin hjá okkum øllum: Vit hava so torført við at hoyra gleðiboðini um Jesus. Antin tí vit halda boðini vera ógreið. Ella tí vit halda tað larma so nógv umkring og innaní okkum. Ella tí vit bara ikki hava hug at hoyra tey. Jesus sigur við teg: “Opna teg! Hoyr!” Hoyrir tú Jesu gleðiboð til tín, verður felagsskapurin ímillum teg og hann ríkari. Samstundis verður eisini felagsskapurin ímillum teg og tíni medmenniskju ríkari. Hoyrir tú Jesu gleðiboð til tín, mynda tey teg og tín felagsskap við medmenniskju.

Hvat nytta eini boð, um tú ikki hoyrir tey?

Avleiðingin spyr ikki eftir umberingini! Kennir tú tað soleiðis, sum at tú í dag livir í avleiðingini av einari fortíð, har tú ikki hoyrdi? Hugsar tú í dag: “Um eg bara hoyrdi, so hevði verið betri í dag.”? Er lívið vorðið deprimerandi, syrgiligt, dapurt, keðiligt, tungt? So munnu gleðiboð vera tær kærkomin. Og tey ljóða enn: Jesus hevur tikið alt títt á seg, hvat enn tað so er. Jú, tú kanst kenna avleiðingarnar av tínum avgerðum, men Jesus hevur vunnið tær ein stað, har einki sár er.

 Jesus hevur tikið alt títt á seg, hvat enn tað so er.

Hvussu man tað ávirka teg dagliga at hoyra gleðiboðini, sum millum annað ljóða: “Tú ert virðismikil! Tú hevur týdning! Eg vil liva saman við tær og fylgja tær! Eg elski teg! Eg livi fyri teg! Ofri meg fyri teg! Havi vunnið tær paradísið!” Hesi eru Jesu gleðiboð til tín.

Boðini eru greið! Opna teg og hoyr tey!

Leave a Reply

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Change )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Change )

Connecting to %s

Blog at WordPress.com.

Up ↑

%d bloggers like this: