TAKKSEMIÐ AVDÚKAR FELAGSSKAPIN!

Hevur tú nakrantíð upplivað einsemi? Kanska at hava verið í einari støðu, har tú kendi teg einsamallan, tí at eingin annar var til staðar. Ella kanska hevur tú upplivað at hava verið saman við fleiri menniskjum, men kent einsemi kortini, tí tú ikki hevði felagsskap við øll hesi menniskjuni, tú vart saman við. Tað er ein keðilig kensla, sum fylgir einseminum, og vilja vit helst vera hana fyri uttan. Í slíkum støðum hugsa vit um, hvussu takksom vit eru fyri ávís menniskju í okkara lívi. At vit eru ríkari vegna onnur menniskju, sum vit kunnu vera saman við í felagsskapi. At vit áttu at takka okkara kæru fyri tað, tey eru fyri okkum. Tí hvussu mundi lívið verið, um vit vóru avskorin frá okkara kæru? Hvussu var tá okkara sjálvsvirði, okkara levnaður, hugsan og yvirskot? Er tað ikki ræðandi, hvussu nógv vit taka okkum fyri givið, tá ið tað snýr seg um tey menniskju, sum ríka okkara lív?

Sannleikin er nevniliga, at hvørjum tú takkar avdúkar, hvørjum tú trýrt! Hvørjum tú takkar avdúkar, hvørjum tú hevur álit á og vilt hava í tínum lívi! At takka einum medmenniskja fyri í felagsskapi at ríka títt egna lív og tína tilveru vísir, at tú virðismetir tað menniskjað. Tað vísir, at tú fegin vilt halda fast við henda felagsskap. At tú ikki vilt vera hann fyri uttan.

Hvørjum tú takkar avdúkar, hvørjum tú trýrt!

Einaferð gekk eg ein túr í einari stórari mannfjøld og sá frammanfyri meg í rúgvuni eitt eldri par leiðast, meðan tey gingu. Eg hugsaði, at hetta var ein sera vøkur mynd og ynskti henda veruleika fyri meg sjálvan, um eg skuldi rokkið sama aldur. Er hetta ikki ein mynd, vit ynskja fyri okkum sjálv? At vera í so tøttum felagsskapi við onnur menniskju? Myndin kann vera familjan, sum situr saman um nátturðaborðið. Ella parið, sum gongur sær ein túr summarkvøldið. Ella vinirnir, sum sita og práta saman í matstovuni.

Gud skapti okkum ikki at liva okkara egna lív fyri okkum sjálv í einsemi burtur frá øllum øðrum menniskjum. Gud skapti okkum til felagsskap við seg og okkara medmenniskju! Tí elska vit hesar myndirnar! Tí býr ein djúpur longsul í okkum at liva í longum og ríkum felagsskapi við øðrum menniskjum. Men upplivir tú hetta í tínum lívi? Kennir tú henda ríkdóm í tínum veruleika?

Hagtøl í vesturheimurin vísa, at annað hvørt parið endar í hjúnaskilnaði. Í Føroyum er talan um triðja hvørt parið. Í Kristeligt Dagblad stóð grein í 2010, har kanning vísti, at sjey prosent hava ongar tættar vinir! Familjan um nátturðaborðið, parið summartúrin og vinirnir hugnaløtuna tykjast fyri fleiri okkara bert at vera myndir fjarar frá veruleikanum. Veruleikin hjá fleiri er stríðandi og brotin menniskju í einsemi uttanfyri felagsskap!

Vit taka felagsskapir fyri givnar, meðan teir spakuliga brotna! Hetta er veruleikin eftir syndafallið, sum í roynd og veru er ein brotin felagsskapur. Ádam og Eva brutu felagsskapin við Gud og brutu hareftir spakuliga felagsskapin við hvønn annan. Tá ið skilnaður er ímillum Guds og okkum, duga vit illa at hava góðar felagsskapir við okkara medmenniskju. Hetta er grundin til, at vit stríðast so nógv í felagsskapum og kunnu kenna einsemi í tilveruni. Vit kunnu tá spyrja okkum sjálv: “Havi eg ongan at takka? Ongan kæran? Havi eg ongan at liva mítt lív saman við?”

Tá ið skilnaður er ímillum Guds og okkum, duga vit illa at hava góðar felagsskapir við okkara medmenniskju.

Einaferð róptu tíggju spitalskir menn Jesus um hjálp (Les meira um hesa hending her). Hesir vóru allir avskornir frá sínum kæru. Teir høvdu myndirnar av góðu felagsskapunum, men vóru nú í einum øðrum veruleika. Jesus sá teir og hoyrdi teir. Og hann lekti teir allar. Kortini var tað bert ein teirra, sum vendi aftur at takka Jesusi! Hinir níggju fingu felagsskapin við síni kæru medmenniskju aftur og tað var stórt og Jesusi at takka. Men hesin eini fekk ikki bert felagsskapin við síni kæru aftur, men nakað meira. Hesin fekk ikki bara eina tímiliga gleði, men eisini eina æviga: Felagsskapin við Jesus!

Hvørjum tú takkar avdúkar, hvørjum tú trýrt! Jesus lekti allan heimin við at doyggja og rísa aftur! Felagsskapurin við Gud og menniskju er endurnýggjaður við Jesu gerningi. Men hvussu nógv av okkum venda aftur til Jesus og takka honum? Júst hetta avdúkar tína støðu! Hevur tú veruligan felagsskap við Jesus? Um tú dugir at síggja, at tað bert er Jesusi at takka, at tú eigur felagsskap við hann og tíni medmenniskju, lekir hesin felagsskapurin við Jesus felagsskapin við tíni kæru! Hann skapar í tær eitt takksamt hjarta, tí allur felagsskapur er Guds gáva til tín.

Jú, tú kanst kenna løtur í lívinum, har tú ert einsom ella einsamur. Sum um at tað ikki eru nakrir veruligir felagsskapir í tínum lívi. Í slíkum løtum kanst tú fyri tað fyrsta gleða teg um, at Jesus vil ein felagsskap við teg, størri, djypri og ríkari enn nakað annað. Umframt tað eru tíni medmenniskju ein Guds gáva til tín, soleiðis at tú ikki skalt ferðast ígjøgnum lívið í einingi.

Hvørjum tú takkar avdúkar, hvørjum tú trýrt!

Leave a Reply

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Change )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Change )

Connecting to %s

Blog at WordPress.com.

Up ↑

%d bloggers like this: