STÚRAN STENDST AV STARAN!

Kennir tú stúran og ótta? Ert tú nakrantíð bangin fyri levnaðinum og lívsins uppihaldi? Um tú manst hava mat, klæðir, hús og heim í morgin? Stúrir tú fyri tínum arbeiði, um tú fert at hava tað um eitt ár? Stúrir tú fyri tíni heilsu? Um tú manst bera nakra álvarsliga sjúku ella um tín levnaður ein dag fer at koma afturum brekku og okkurt álvarsligt rakar teg? Hvussu so við øllum tí, sum er uttanfyri teg, so sum ringar tíðir og heimsins enda? Hugsar tú um hesi viðurskifti og ávirka hesi teg í levnaðinum í dag, soleiðis at tú ikki kanst liva í eini hvíld og einum friði, sum tú so fegin vilt? Um svarið er ja til alt ella nakað av hesum, ert tú ikki einsamallur ella einsamøll. Vit munnu øll kenna til stúran og ótta av og á í lívinum fyri ikki at siga dagliga. Í hesi stúran søkja vit frið og hvíld, meðan vit spyrja: “Hvussu sleppi eg av við stúranina? Hvat kann eg gera fyri at finna frið?”

So royna vit at demma upp fyri óttanum við okkara egnu royndum. Vit royna at tryggja okkum og okkara umstøður, soleiðis at tað, sum vit stúra, ikki skal raka okkum kortini. Vit finna okkum eitt trygt arbeiði, sum gevur okkum góða løn, meðan vit eta sunt og røra okkum. Alt hetta er gott, men man hetta taka stúranina og óttan burtur? Um okkara arbeiði og okkara levnaður skal vera okkara tryggleiki og harvið halda vandunum burtur, er tryggleikin grundaður á okkara. Vandin við at byggja allan okkara tryggleika á heimsins ríkidømi og møguleikum er fokus á heimin. Tess vegna heldur stúranin bara fram, tí vit læra skjótt, at eisini tað tryggasta í heiminum er svikaligt. Sannleikin er, at stúran stendst av staran at heiminum! Fokus á heimin bindur tryggleikan til heimin, og tað er ótrygt.

Fokus á heimin bindur tryggleikan til heimin, og tað er ótrygt.

Jesus segði ein dagin við menniskjuni, sum lurtaðu eftir honum: “Stúrið ikki fyri lívi tykkara, hvat tit skulu fáa at eta, og hvat tit skulu fáa at drekka; ei heldur fyri likami tykkara, hvat tit skulu fara í.” Menniskjuni í Jesu samtíð stúrdu fyri tí sama sum tú og eg. Tey hugsaðu eisini um mat, klæðir, hús, heim, heilsu… Tað visti Jesus væl og bað hann tey tí ikki at óttast. Men mundu tey halda uppat við at óttast, bert tí at Jesus segði, at tey ikki skuldu gera tað? Neyvan! Tað er ikki lætt at siga: “Júmen so fari eg at lata vera við at óttast, síðani Jesus sigur at eg ikki skal gera tað”, og so veruliga ikki at stúra meira. Her er jú ótrygt og vandamikið í heimsins tilveru. Men hví man stúranin verða verandi, tá ið Jesus – sum hevur alt vald – sigur, at vit ikki skulu óttast? Jú, óttin verður verandi, tí vit stara at heiminum og heimsins viðurskiftum. Vit stara at øllum tí, sum kann raka okkum av øllum keðiligum og óndum. Tað er torført at finna troyst í Jesu orðum, tá ið vit ikki hyggja at honum.

Tað er torført at finna troyst í Jesu orðum, tá ið vit ikki hyggja at honum.

Prædikumaðurin Charles Haddon Spurgeon skrivaði í 19. øld: “Guds stavur slær ikki so hart, sum okkara ímyndan ger. Okkara grundleysi ótti er okkara høvuðsplága. Tá ið vit skúgva okkara egnu sløg til viks, gerast heimsins stúranir tunnar og lættar.”

Mangan er okkara stúran grundað í okkara ímyndan av nøkrum, sum kann fara at raka okkum. Hvat hevði hent, um vit dugdu at leggja allar okkara ímyndanir til viks? Um vit dugdu at flyta okkara eygum burtur frá tí í heiminum, sum kann geva okkum grund til stúran og ótta?

Er tín stúran grundað í ímyndanini av nøkrum, sum kann fara at raka teg?

Tað var júst hetta, Jesus síðani segði til hesar somu áhoyrararnar: “Søkið fyrst Guds ríki og rættvísi hansara, so skal alt hetta verða tykkum givið umframt.” Jesus bað ikki bert menniskju um ikki at óttast. Hann vísti teimum, hvussu tey kundu skúgva óttan til viks. Við at flyta eyguni á Guds ríki og rættvísi. Guds ríki og rættvísi er givið tær av Jesusi sjálvum og hansara gerningi fyri teg. Jesus hevur vunnið tær ein stað, har eingin stúran ella ótti er til: Himmalin. Hetta er grundarlagið, Gud hevur givið tær, soleiðis at tú kanst liva eitt lív í friði og hvíld uttan stúran og ótta. Jesu verk er tín friður: Star tí at honum!

“Men hjálpir Gud so ikki við mati og klæðum? Hungrar eingin, sum fyrst søkir Guds ríki?”, spyrt tú kanska. Jú, men hví steðga har? Vit kunnu spyrja: “Hví eru øll ikki altíð frísk? Hví eru ikki øll rík? Hví síggja øll ikki væl út?” Svarið er: Himmalin er ikki her, men hann er vunnin tær. Flyt tí eyguni frá óttanum á Jesus, tí stúran stendst av staran at heiminum!

Stúran stendst av staran at heiminum!

Ert tú troyttur av at stúra? Lat so vera við at stara at heimsins møguligu vandum. Jesus hevur vunnið tær frið frá óttanum. Ímynda tær lívið uttan stúran. Tað lívið eigur tú fullkomið í Himli við Jesu gerningi. Liv tí í dag við honum fyri eyga: Tað tekur óttan burtur.

Leave a Reply

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Change )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Change )

Connecting to %s

Blog at WordPress.com.

Up ↑

%d bloggers like this: