STØÐAN MYNDAR STAÐIN!

Skilnaður er nakað, sum vit menniskju uppliva, meðan vit eru á ferð ígjøgnum hetta lívið. Um ikki altíð, so kortini mangan man sorg og saknur verða fylgisveinur hjá skilnaðinum. Tú kennir kanska slíka sorg og slíkan sakn. Kanska veitst tú, hvussu tað er, tá ið ein elskaði skal burtur í eina tíð. Skal til skips ella burtur, har tit ikki fara at síggjast. Tað kann hava sorg við sær. Kanska hevur tú upplivað hjúnaskilnað. Nakað byrjaði væl og gekk væl í eina tíð, men sum dagar, mánaðir og ár gingu, vísti alt seg at fella sundur og gjørdist endaliga úrslitið, at tit fóru hvør til sín. Tað kann hava sorg við sær. Ella kennir tú støðuna, tá ið ein kæri er jarðaður og situr tú eftir bert við minninum um viðkomandi. Ein, sum tú vart á ferð við í lívinum er nú ikki longur við á ferðini, men er farin hiðani. Tað kann hava sorg við sær.

Skilnaður skapar sorg. Hann kann fáa okkum at kenna okkum einsom og leingjast vit tá eftir lekjandi loysnum, tí tað er hvørki gott ella stuttligt at verða verandi í sorgini og sakninum.

Tá ið tað snýr seg um at finna loysnir fyri at koma burturúr skilnaðarsorgini, hugsa vit mangan, at vit eiga at flyta stað. Í skilnaðinum kunnu vit hugsa, at vit vilja flyta hús, tí húsini eru tengd at sorgini. Ella vit vilja flyta bygd ella bý, tí núverandi øki og hesi menniskjuni eru tengd at sorgini. Ella kunnu vit halda loysnina vera at flyta land, tí í einum heilt øðrum landi kunnu vit byrja eina heilt nýggja tilveru. Vit knýta skilnaðin, sorgina og sárið at staðnum. Og í nøkrum førum kann tað vera ein loysn at flyta stað. Men ber tað til at flyta burtur frá sorgini og sakninum? Man skilnaðurin ikki vera líka veruligur eitt annað stað, sum har tú nú ert? Tað vísir seg mangan, at støðan fylgir við til nýggja staðin! Tá ið hetta nú vísir seg at vera so og tú kanska eisini kennir hetta frá egnum royndum, eigur tú kanska at flyta støðuna heldur enn staðin.

Ber tað til at flyta burtur frá sorgini og sakninum?

Amerikanski prædikumaðurin og rithøvundurin Dwight Lyman Moody skrivaði í 19. øld eina bók, sum er týdd til føroyskt við heitinum Himmalin. Fyri tey flestu okkara er tað torført at ímynda sær, hvat himmalin er og hvussu har man vera. Í sambandi við júst hetta segði Moody frá einum manni, ið sum barn hugsaði um himmalin sum ein stóran stað við høgum múrum og stórum tornum. Í staðinum búðu Guds einglar. Men har var eingin, sum hesin maðurin kendi. Tess vegna var himmalin í veruleikanum bara ein fremmandur staður. So gingu nøkur ár, og ein av hansara vinmonnum doyði. Tá hugsaði hann um himmalin sum ein stóran stað við høgum múrum og stórum tornum við Guds einglum. Men nú kendi hann ein persón í himmalinum, soleiðis at himmalin ikki longur var so fremmandur. Aftur gingu nøkur ár og aðrir vinir doyðu, so at tað í himmalinum vóru fleiri og fleiri, hann kendi. Men tað var ikki fyrr enn ein av hansara kærastu doyði, at hann byrjaði at kenna seg at eiga eina ogn í himlinum. Maðurin eldist og ein dagin hugsaði hann fyri sær sjálvum og ásannaði, at hann nú kendi fleiri menniskju í himli enn á jørð. Himmalin var ikki longur bara ein stórur staður við høgum múrum og stórum tornum, har bara Guds einglar búðu. Nei, nú var himmalin ein kendari staður enn jørðin, tí hann kendi fleiri menniskju har enn her.

Man Himmalin ikki vera ein støða meira enn ein staður? Ikki harvið sagt, at hann ikki er ein staður, men hugsa líka um tað: Hvat nyttar eitt paradís, um eingin annar er har? Ávirkar støðan ikki staðin meira enn staðurin støðuna?

Hvat nyttar eitt paradís, um eingin annar er har?

Tá ið Jesus møtti syrgjandi mammuni í Nain, tók hann hjartaliga synd í henni (Les meira um hesa hendingina her). Hann sá hennara sorg og vakti sonin aftur til lívs, soleiðis at tað ikki longur skuldi vera skilnaður, men felagsskapur. Jesus broytti støðuna hjá mammuna, ikki staðin! Hon gav henni felagsskapin við sonin aftur har tey nú vóru. Hennara helviti var vent til paradís.

Tá ið Jesus við sínum deyða og sínari uppreisn vann sigur á deyðanum, vann hann tær lív og himmal. Hann vann tær ikki bert ein stað, men eina støðu: Felagsskap við seg og tey, sum undan tær eru farin.

Tá ið Jesus segði: “Ungi maður, eg sigi tær, reis teg upp!”, broyttist støðan við at tann deyði livnaði aftur. Í hvørjari støðu sigur Jesus tær: “Reis teg upp!”? Kanska skalt tú flyta støðuna heldur enn staðin! Ikki flýggja, men bøta um núverandi støðu. Sum barn, vinur, maki, foreldur at røkja teir felagsskapir væl, sum tú ert í, har tú ert.

Við trúnni á Jesus, ert tú einaferð í einum staði, har støðan er fullkomin, tí har er felagsskapur við Jesus og tey undanfarnu. Tann staðin og ta støðuna hevur Jesus vunnið tær! Men hóast henda ferð ikki er eitt paradís, nýtist hon ikki at vera eitt helviti. Jesus er við tær og tíni medmenniskju er við tær. Ver tí medmenniskja við medmenniskjum, har tú nú ert!

Leave a Reply

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Change )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Change )

Connecting to %s

Blog at WordPress.com.

Up ↑

%d bloggers like this: