LYFT MEDMENNISKJAÐ UPP!

Heldur tú teg vera betri enn onnur? Tú manst sjálvandi hava hug at siga nei, tá ið tú fært henda spurning. Tú hugsar ikki, at tá ið øll menniskju standa síð um síð, at tú ert betri enn øll hini. Men hvussu, um spurningurin ljóðaði: “Heldur tú teg vera betri enn nøkur onnur menniskju?” So kann vera, at tú hevur hug at siga ja, um hugsað verður um ymisk øki í lívinum og levnaðinum.

Ein avdúkandi roynd hesum viðvíkjandi er at spyrja seg sjálvan: “Hvussu lætt havi eg við at rósa øðrum?” Tað kann vera lætt at siga virðilig og rósandi orð um ein persón, sum tykist at duga eitthvørt væl, sum er nakað annað enn, tú brúkar tíð uppá. Til dømis eitt annað arbeiði enn títt, ella eina aðra ítróttargrein enn tína, ella ein onnur støða enn tín. Tað kann eisini vera lætt at rósa einum, sum ger júst hetta sama sum tú, men sum býr langt burtur frá tær. Í einum øðrum landi kanska. Tað vísir seg eisini at vera lætt at rósa teimum, sum standa einum heilt nær. Eins kæru. Men so eru tað tey, sum tú kanst síggja sum beinleiðis kappingarneytar í levnaðinum. Tey menniskjuni, sum gera tað sama sum tú og tú sært og hittir, men sum ikki eru tíni kæru. Hvussu lætt er tað í veruleikanum at rósa teimum fyri øðrum og teimum sjálvum? Hetta vísir seg nevniliga at vera torført fyri fleiri okkara. Kanska tí at vit síggja hesi sum eitt slag av hóttan fyri okkara egna dugnaskap og virði. Nú kann vera, at tú heldur hetta vera nakað víðgongt at siga, men okkara hugsan – um ikki orðini – avdúka mangan, at vit hava torført við at lyfta fleiri av okkara medmenniskjum upp. Mangan vísir tað seg, at vit hava hug at siga okkurt neiligt, um onkur hevur gjørt nakað gott. Hví er tað so?

Tað var ikki øðrvísi á Jesu døgum. Ein dagin – tað var ein hvíludagur, sum jødar gingu høgt uppí – var ein sjúkur maður til staðar. (Les meira um hesa hendingina her) Lógkønir og Farisearar vóru eisini har. Hesir vóru vísir í, hvat lógin segði um hetta og hatta viðvíkjandi hvíludegnum. Og teir vóru eisini skjótir at vísa øðrum á, hvat var rætt og skeivt. Mangan á ein slíkan hátt, at tað avdúkaði, hvussu teir sóu niður á tey medmenniskju, sum ikki vóru sum teir. Henda dagin avdúkaði Jesus hesar menninar við at vísa teimum á, at teir fóru ymiskt við menniskjum alt eftir, hvørja relatión hesi høvdu við teir. Teirra fatan av at halda hvíludag var skúgvað til viks, um talan var um ein kæran, sum skuldi hjálpast. Men um tað var eitt fremmant menniskja, var týdningarmikið, at tað ikki skuldi hjálpast ein hvíludag. Jesus vísti, at teir høvdu lætt við at lyfta summum menniskjum upp, meðan teir ikki vildu lyfta øðrum. Hetta var og er dupultmoralur og hugmóð. Jesus segði við hesa mannamúgvu: “Ein og hvør, sum setir seg sjálvan høgt, skal verða settur lágt, og tann, sum setir seg sjálvan lágt, skal verða settur høgt.” Við hesum vísti Jesus á, at vit altíð eiga at lyfta okkara medmenniskju upp, uttan mun til, hvørji tey eru. Tí at tá ið vit seta okkum sjálv lágt, stendur hægri sessurin tómur til eitt annað menniskja, uttan mun til, hvør tað er.

Tá ið vit seta okkum sjálv lágt, stendur hægri sessurin tómur til eitt annað menniskja, uttan mun til, hvør tað er.

Men hugmóðin í mær vil ikki lyfta hini upp. Eg hugsi: “Eg dugi betur enn hann. Eg eri betri enn hon.” “Hjartans hugmóð á manni gongur undan falli, og eyðmýkt gongur undan æru.” skrivaði Sálomon kongur. Gud vil, at hugmóðin verður býtt um við eyðmýkt! Jesus lekti ein sjúkan um hvíludagin. Hann lyfti sostatt ein lágt settan persón upp, hóast tað kostnaði Jesusi sjálvum. Teir lógkønu og Fariseararnir vóru hugmóðigir, og hildu seg vera betri og vita betur enn øll onnur, meðan Jesus var eyðmjúkur. Soleiðis skrivaði Paulus um Jesus viðvíkjandi eyðmýkt: “[Jesus] setti seg sjálvan lágt, og varð lýðin til deyða, ja, til deyða á krossi.” Hvussu lágt Jesus setti seg avdúkar, hvussu høgt hann setti teg! Jesu eyðmýkt kom serliga til sjóndar á krossinum, tá ið hann varð setstur lægstur av øllum, við tað at hann tók alla heimsins hugmóð á seg.

Jesus varð setstur lægstur av øllum, við tað at hann tók alla heimsins hugmóð á seg.

Jesu eyðmýkt broytti heimin og hugburðin hjá okkum menniskjum. Nú verður tað sæð sum gott at vera eyðmjúk/ur og vit kunnu finna uppá at kappast um at vera eyðmjúkari enn hvør annar. Nakað, sum mangan fellur í eina falska eyðmýkt og lækkan av okkum sjálvum sum menniskju. Vit kunnu finna uppá at siga: “Nei, eg eri einki. Eg dugi ikki. Eg nytti einki.” Hetta er ikki eyðmýkt og ikki tað, Jesus – eyðmjúkasta menniskjað nakrantíð – segði um seg sjálvan.

Presturin og rithøvundurin Rick Warren skrivaði í bókini The Purpose Driven Life: “Eyðmýkt er ikki at hugsa minni um seg sjálvan, men at hugsa um seg sjálvan minni.” Eyðmýkt lækkar ikki ein sjálvan, men lyftir hini!

Hvussu Jesus lyftir sítt medmenniskja broytir teg. Tí Jesus lyftir teg upp. Rósar tær. Bjargar tær.

Tað ger ikki Jesus minni, men størri! Hvussu kanst tú nú lyfta Jesus upp í tínum levnaði? Manst tú ikki lyfta Jesus upp, tá ið tú lyftir medmenniskjað upp?

Manst tú ikki lyfta Jesus upp, tá ið tú lyftir medmenniskjað upp?

Leave a Reply

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Change )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Change )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Change )

Connecting to %s

Blog at WordPress.com.

Up ↑

%d bloggers like this: