Levnaður

EG LIVI Í KALLINUM

Dámar tær væl títt arbeiði og gleðist um tíni viðurskifti við familju, vinir og starvsfelagar? Hevur tú frið og gleði í gerandisdegnum? Ella kennir tú iva, óró og ørkymlan? Spyrt tú teg sjálva/n: “Er hetta tað, eg skal?” “Hvat er meiningin við mínum lívi?”

Ímynda tær títt lív eina løtu. Ert tú nøgd/ur við støðuna? Dámar tær væl títt arbeiði og gleðist um tíni viðurskifti við familju, vinir og starvsfelagar? Hevur tú frið og gleði í gerandisdegnum? Kennist tað, sum um meining er við lívinum og tí tú ert og gert? Ella kennir tú iva, óró og ørkymlan? Spyrt tú teg sjálva/n: “Er hetta tað, eg skal? Hvat er meiningin við mínum lívi?”, meðan tú leitar eftir meining, tí at lívið tykist at fara framvið, meðan tú ikki veitst, hvat tú skalt og hví tú ert til yvirhøvur?

Tað man vera ein felagsnevnari hjá menniskjum flest at hugsa um hesi viðurskifti og spyrja eftir, hvør meiningin er við tí heila. Vit leita eftir ætlanini og kanna eftir, um nakað er størri enn vit, sum kann geva okkum svar, soleiðis at vit í størri mun kunnu hvíla í einum levnaði, sum gevur meining fyri okkum og øðrum. So hvat er meiningin við lívinum?

Vit eru vorðið eitt fólk, sum er merkt av eini sapparamentan. Eins og tá ið sitið verður frammanfyri sjónvarpsskíggjan og skift verður ímillum ymisku rásirnar ella sjónvarpsveitararnar í heilum, skifta vit ímillum nærum alt annað í lívinum. Epinion gjørdi í 2018 eina kanning, sum vísti, at ein útav av trimum løntakarum í Danmark skifta starv árliga. Tú skalt í dag leita longri og longri eftir einum persóni, sum hátíðarheldur 30 ára starvsdag. Men hví er støðan soleiðis? Á heimasíðuni hjá Jobindex sæst, hví øll hesi menniskjuni skifta arbeiði so títt. 31 prosent siga seg skifta starv, tí innihaldið av núverandi starvi ikki er nøktandi teirra ynski. 26 prosent siga grundina vera leiðsluna. 18 prosent skifta vegna ov lága løn. Frá hesum tølum kann sigast, at tríggir útav fýra persónum skifta árliga starv, tí tað ikki kennist rætt fyri ein sjálvan. Tað er vert at spyrja okkum sjálv, um grundin til eitt skifti man vera sjálvsøkni og leitan. At vit ikki kenna okkara kall í lívinum og skifta bara til tað næsta í leitanini eftir sannleika og meining.

Man tín leitan eftir meining við lívinum vera grundað á sjálvsøkni?

Einaferð spurdi ein lógkønur Jesus, hvat tað størsta boðið í lógini var. Við øðrum orðum: Um alt kann kókast niður í ein setning, hvat vil Gud so við mær sum menniskja? Jesus svaraði: “Tú skalt elska Harran, Gud tín, av øllum hjarta tínum og av allari sál tíni og av øllum huga tínum… og tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg!” Trupulleikin er, at fleiri okkara ikki vita hetta og hóast vit vita hetta, ikki megna at liva eftir tí. Tess vegna kenna vit iva, óró, ørkymlan, ónøgd, meðan vit framhaldandi leita.

Men júst hetta hevur Jesus loyst fyri okkum, við tað at hann gjørdist menniskja og útinti sítt kall til fulnar við at liva, doyggja og rísa upp aftur frá teimum deyðu. Við hesum gerningi eiga vit ein himmal, har eingin ivi ella leitan er.

“Hví gert tú tað, onnur kunnu gera, men ikki tað, bara tú kanst?”, spurdi rithøvundurin Bruce Bugbee. Jesus gjørdi tað, sum bara hann kundi. Tað skuldi eitt syndafrítt menniskja, sum eisini er Gud, til fyri at bjarga tær og mær úr okkara neyð. Bara Jesus kundi gera henda gerning. Hann fekk hetta kallið í sínum lívi og livdi tað júst eftir hesum kalli. Hetta eru tey góðu tíðindini, sum tær eru givin. At ein dag fært tú loyvi at standa í himli og hvíla í friði, uttan at spyrja, hvat meiningin er við tí heila.

Hví gert tú tað, onnur kunnu gera, men ikki tað, bara tú kanst?

Men Gud hevur skapt teg til at vera tú eisini her í levnaðin nú. Tað undarliga er, at tú, sum eg og mestan øll onnur, hava tað fyri at gera alt møguligt annað, enn júst tað, vit eru kallað og ætlað til. Hugsa um tað eina løtu. Hevur tú ein maka, er tað bara tú, sum kanst vera makin hjá viðkomandi, so leingi tú ert makin hjá viðkomandi. Ert tú foreldur, er tað bara tú, sum kanst vera faðir ella móðir at børnum tínum. Hevur tú eitt starv, er tað bara tú, sum kanst útinna júst títt starv, meðan tú hevur tað. Hetta er títt kall, tín uppgáva. Men hvussu mangan ert tú fráverandi sum maki, foreldur ella starvsfelagi? Hvussu mangan hevur tú ringa samvitsku við ikki at gera tað, bara tú kanst, tí at tú ert í holt við nakað annað, sum onnur gott kunnu gera í tínum staði?

At elska Gud og medmenniskjað er at tilbiðja Gud í øllum tí, tú ert í í levnaðinum og tæna medmenniskjanum við øllum tínum førleikum. Tað er at flyta eyguni burtur frá tær sjálvum og tíni sjálvsøknu leitan eftir meining, á hann, sum skapti teg og gav tær lívið og alt tað, sum lívið bjóðar tær. Tað er at síggja títt medmenniskjað og tæna tí, har tað er og í tí tað hevur tørv á.

Ímynda tær títt lív eina løtu. Hvat um tú kundi sagt: “Tað er einki, eg heldur vil gera enn júst tað eg eri í nú! Einki gevur betri meining enn júst hetta!” Hvat nú, um hetta kann gerast veruleiki við at síggja núverandi støðu og verða verandi í henni?

0 comments on “EG LIVI Í KALLINUM

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s

%d bloggers like this: