Friður Hvíld

HVØR KANN FYRIGEVA MÆR?

Um tú gert eitt misbrot ímóti einum øðrum, er viðkomandi tann einasti, sum kann fyrigeva tær hetta misbrotið. Hvussu kundi Jesus tá fyrigeva syndum, sum ikki vóru gjørdar ímóti honum?

Hoyr lesturin her!

Kennir tú keðiligu kensluna at hava gjørt nakað skeivt ímóti einum øðrum menniskja? Tú segði kanska nakað ljótt ella slatraði um viðkomandi. Ella gjørdi tú nakað, sum sáraði henda persónurin. Nú veitst tú, at vart atvoldin til at hetta menniskjað hevur tað verri, og gongur tú tí við ringari samvitsku og einari byrðu, sum tú ikki heilt veitst, hvussu tú skalt sleppa av við. Kanska kennir tú eisini, hvussu tað tá gevur lætta og frið, um tú fórt til tann særda, bað um fyrigeving og fekk hana. Mestan munnu vit øll á ein ella annan hátt kenna hesar støður, hesar kenslur, hesar byrður og lættar. Og vit vita eisini útmerkað væl, hvør framferðarhátturin er í slíkum støðum: Ein persónur ger eitt misbrot ímóti einum øðrum. Fyri at fáa fyrigeving má tann, sum gjørdi misbrotið fara til tann, sum misbrotið var gjørt ímóti. Tí hesin er tann einasti, sum kann fyrigeva tí seka. Og er tann einasti, sum kann geva tí seka frið, gleði og lætta aftur.

Tá ið vit lesa um Jesus í evangeliunum, detta vit skjótt á fleiri støður, har hann fyrigav menniskjum syndir teirra. Men kanska hevur tú tað sum eg, at tú ikki heilt leggur hesi orðini til merkist. At tú ikki heilt sært, hvussu undarligt tað í veruleikanum er, at Jesus skal siga: “Syndir tínar eru tær fyrigivnar.” Hvørjar syndir? Og ímóti hvørjum? Tey menniskju, sum Jesus fyrigav syndirnar hjá, høvdu ikki gjørt nakað misbrot ímóti Jesusi. Fleiri av teimum høvdu ongantíð sæð Jesus, fyrrenn júst ta løtuna, hann segði teimum, at syndir teirra vóru teimum fyrigivnar.

Hvussu kann ein fyrigeva tær syndir, gjørdar móti einum øðrum?

Júst hetta vísti seg eisini at vera nakað, sum fleiri av teimum skriftlærdu á Jesu døgum løgdu til merkis. Teir dømdu hesi orð eisini at vera beinleiðis spottan ímóti Gudi. Tí um menniskjuni, Jesus fyrigav syndirnar hjá, ikki høvdu syndað ímóti honum, mundi Jesus fyrigeva teimum syndir ímóti Gudi. Og tað er bara Gud, sum kann fyrigeva syndir, gjørdar ímóti sær. Tessvegna var hetta fyri hesar skriftlærdu gudsspottan, tí hvønn myndugleika hevði Jesus at fyrigeva syndir?

Jesus kendi væl hugsanina hjá teimum skriftlærdu og prógvaði eisini fyri teimum, at hann hevði vald at fyrigeva syndir við tað at hann eisini lekti menniskju. Sostatt vísti Jesus, at hann var og er Gud.

Hvussu kann ein fyrigeva tær syndir, gjørdar móti einum øðrum… uttan hann er Gud?

Um júst hetta skrivaði kendi rithøvundurin C. S. Lewis í bókini Mere Christianity: “Tað er eyðsæð, at vit kunnu fyrigeva nakað, onnur hava gjørt ímóti okkum. Um onkur stjelur frá mær, kann eg fyrigeva viðkomandi. Men hvat skulu vit siga um ein mann, sum einki er tikið frá, men kortini boðar, at hann hevur fyrigivið okkum at hava stjolið frá øðrum? At hann ikki er heilt í ordan man vera tað vakrasta, vit kunnu finna uppá at siga um henda mannin. Kortini var tað júst hetta, Jesus gjørdi. Hann segði við fólk, at teirra syndir vóru teimum fyrigivnar. Tað gjørdi hann uttan fyrst at hava tosað við tey raktu. Hetta gevur bert meining, um hann veruliga var tann Gud, hvørs lógir vórðu brotnar. Frá einum og hvørjum øðrum enn Guds munni, vildu hesi orð heilt einfalt verið dárskapur og hugmóð, sum ikki finst líkt til í søguni.”

Tá ið eg sum menniskja geri nakað skeivt ímóti mínum medmenniskja, um tað so er í gerð, orði ella hugsan, rakar henda misgerð ikki bert medmenniskjað, men eisini Gud. Syndir ímóti øðrum eru eisini syndir ímóti Jesusi! Ein synd, uttan mun til hvør hon er, rakar altíð Gud! Tí er tað til síðst Jesus, sum í veruleikanum skal fyrigeva okkum alt! Tá ið alt kemur til alt viðvíkjandi øllum tí skeiva, vit gera, er tað Jesus, sum vit hava gjørt misgerðirnar ímóti. Tess vegna er tað bara hann, sum kann fyrigeva okkum okkara syndir. Tá ið tú í tínari ringu samvitsku vegna tínar syndir dugir at síggja henda veruleika, kann tað skapa ófrið og ótta. Men okkum eru givin góð tíðindi hesum viðvíkjandi: Soleiðis lesa vit um Jesus hjá Jesaja profeti: “Hann varð særdur vára synda vegna og sundurbrotin vára misgerða vegna; okkum til friðar kom revsingin niður á hann, og av sárum hans fingu vit heilsubót.”

Tá ið tú hevur gjørt nakað skeivt ímóti einum persóni, kanst tú fáa fyrigeving frá hesum sama persóni og ongum øðrum. Far tí og bið um fyrigeving! Fært tú hana, fært tú frið, gleði og hvíld.

Tá ið tað so snýr seg um tíni viðurskifti við Gud, kanst tú vera vís/ur í, at tú hevur syndað ímóti honum. Eingin okkara kann siga seg vera uttan synd! Tú fært fyrigeving við at venda tær til Jesus. Far tí til hansara, sum varð særdur tína vegna, og bið um fyrigeving! Tí tær til friðar kom revsingin niður á hann, og av sárum hans fekst heilsubót.

Eitt menniskja kann geva tær fyrigeving fyri syndir, tú gert móti tí. Jesus kann geva tær fyrigeving fyri allar syndir!

Tað er torført at biðja medmenniskju um fyrigeving. Tú kanst hugsa: “Hvat nú, um eg ikki fái fyrigeving?” Men um fært hana, fylgir friður, gleði og hvíld við henni. Jesus kann fyrigeva allar syndir. Ja, hann hevur longu tikið tær á seg! Hví skuldi tú ikki farið til hansara og biðið um fyrigeving? Tí hoyr Jesu orð til tín! Syndir tínar eru tær fyrigivnar.

0 comments on “HVØR KANN FYRIGEVA MÆR?

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s

%d bloggers like this: