Leiðsla

MINNIR MYNDA MEG

Viðhvørt hugsa vit um onkran kæran, sum undan okkum er farin. Tað kunnu vera foreldur, ommur, abbar, vinfólk ella onnur, sum ikki eru okkara millum longur. Vit minnast tey. Teirra andlitsbrá, verumáta, gerningar og orð.

Hoyr lesturin her!

Fyri hvørt árið, ið gongur, og sum vit soleiðis gerast eldri, uppliva vit, hvussu fleiri og fleiri av okkara medmenniskjum doyggja og ikki longur eru á ferð við okkum á lívsleið okkara. Menniskju, sum vit kanska brúktu tíð saman við, tosaðu við, livdu við ella sum vit kendu á annan hátt, eru menniskju, sum nú bert eru eftir í minninum. Tey eru farin, vit eru eftir. Dagar eru, har vit ikki hugsa um hesi undanfarnu, men so eru aðrir dagar, har onkur kærur, sum undan okkum er farin, kemur fram fyri okkum í hugaheiminum. Tað kunnu vera foreldur, ommur, abbar, vinfólk ella onnur, sum ikki eru okkara millum longur. Vit minnast tey. Teirra andlitsbrá, verumáta, gerningar og orð. Vit minnast okkara samfelag við tey. Hvat tey góvu okkum. Meðan vit hugsa, kunnu vit kenna longsul og sorg. Vit kunnu kenna gleði, vón og mót. Vit kunnu eisini kenna ótta og vónbrot. Kenslan – jalig ella neilig – sum kemur fram í okkum, tá ið vit minnast onkran undanfarnar, byggir á, hvussu hesin persónur var mótvegis okkum.

Uttan mun til, hvat minnið okkara er um tey, sum undan okkum fóru, er ein felagsnevnari galdandi: Tey góvu okkum ein arv. Fleiri okkara vita, hvussu tað er at arva nakað. Tað kann vera ein ogn, sum nú gongur í arv til næsta ættarliðið í familjuni, tí fyrra ættarliðið er farið. Men ognir eru ikki tað einasta, sum verður givið víðari í arv frá undanfarnum ættarliðum til fylgjandi ættarlið. Minnir, virðir, kenslur og lærdómar er eisini arvur.

Fleiri okkara kunnu í huga okkara enn síggja ávís kær fyri okkum, hóast tey ikki eru okkara millum. Vit kunnu minnast teirra lærdómar og orð. Ja, vit kunnu í okkara gerandisdegi enn taka avgerðir, grundaðar á teirra vegleiðing. Og soleiðis kann eg sum menniskja siga, er hesin arvur ein ávirkan á mítt lív, tí minnir mynda meg! Okkurt til tað góða og annað til tað illa.

Sálomon kongur skrivaði: “Góður maður leivir barnabørnum arv.” Eg kann so skjótt gerast sjálvsøkin í mínum lívi, at eg gloymi arvin, mínir eftirkomarar fara at hava, tá ið eg ikki longur eri á jørð. Men elski eg mítt medmenniskja, vil eg eisini ofra meg sjálvan, soleiðis at tað fær ein góðan arv. Hetta hevði hesin so ríki, vísi og mæti kongurin lært. Eitt menniskja kemur nakið inn í heimin og fer nakið út aftur. Ognirnar og ávirkanin, hetta menniskjað hevði í levnaðinum, vera eftir. Spurningurin til mín og tín er tess vegna: “Hvønn arv vil eg lata eftir til mínar eftirkomarar?”

Hvønn arv vilt tú lata eftir til tínar eftirkomarar?

Jesus greiddi lærusveinunum frá, at tað, teir upplivdu í samtíðini, ikki var nakað nýtt, men ein arvur. Soleiðis segði hann: “Gleðið tykkum og fegnist, tí at mikil er løn tykkara í himlinum; tí at somuleiðis forfylgdu tey profetunum, ið vóru undan tykkum.” Lærusveinarnir arvaðu atsókn, eins og Jesus sjálvur varð forfylgdur. Men teir fingu eisini lønina, sum er størsti arvurin: Himmalin vegna Jesus. Tað kostaði Jesusi at geva okkum henda arvin. Tað kostaði lærusveinunum at bera henda arv víðari. Tað kostar eisini okkum í dag. Hvussu eg livi í dag avgerð nevniliga, hvussu mínir eftirkomarar fara at minnast meg í morgin.

Hvussu tú livir í dag avgerð, hvussu tínir eftirkomarar fara at minnast teg í morgin.

Kennir tú tankan, tá ið tú viðgongur, at okkurt ikki eydnaðist so væl? Tá ið tú sigur við teg sjálva/n: “Í morgin verður betri!”? Vit vilja so fegin gerast betri menn, kvinnur, foreldur, vinir. Men tá ið morgindagurin so kemur, miseydnast vit aftur. Hetta er stríðið. Hetta er kostnaðurin. Ikki bara okkara medmenniskju, men eisini okkara eftirkomarar, fara at fáa ilt av okkum og tí, vit gera. Men vit kunnu kortini royna okkara besta at geva okkara kæru tað besta. Tað vilja vit so fegin, tí vit vita, at okkara levnaður ávirkar onnur, eisini tá ið vit sjálv ikki longur eru til.

Jú, minnir mynda meg! Spurningurin til mín og tín ljóðar tí: “Hvussu myndi eg eftirkomaran? Hvussu brúki eg mínar ognir, mína tíð og mína orku? Hvønn peikar mítt lív á?” Leivir tú barnabørnum tínum arv? Hugsar tú um, hvussu tú í dag kanst vera við til jaliga at ávirka lívið, hjá tínum eftirkomarum? Spyr teg sjálva/n: “Hvussu skal eg liva í dag, soleiðis at mínir eftirkomarar skulu fáa eitt betri lív í morgin?”

Hvussu skal eg liva í dag, soleiðis at mínir eftirkomarar skulu fáa eitt betri lív í morgin?

Tá ið alt kemur til alt, er Jesus størsti arvurin, eg kann geva víðari til míni medmenniskju og eftirkomarar! Hann er jú tann, sum vann mannaættini størsta arvin: Himmalin. Staðin, har eingin angrar vegna eitt lív, livað skeivt. Staðin, har eingin hevur minnir av undanfarnum, sum góðu ein neiligan arv.

Ímynda tær, um tínir eftirkomarar fara at liva betri vegna tín levnað í dag. Um børn, barnabørn og onnur minnast við gleði aftur á teg, tá ið tú ikki longur ert á jørð.

So hvat kanst tú gera í dag, fyri at tínir eftirkomarar arva nakað gott, gevandi og lívgandi í morgin? Jesus gav tann størsta arvin. Hóast mín ófullkomileika, kann eg geva hann, sum er fullkomin, víðari.

0 comments on “MINNIR MYNDA MEG

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s

%d bloggers like this: