Leiðsla Levnaður

GER TAÐ, TÚ LOVAR, TIL TÍÐINA!

Mangan vísir tað seg at vera so, at vit megna væl at gera uppgávur okkara og at gera tær til tíðina, tá ið talan er um arbeiðið. Mangan er tað somuleiðis, at vit ikki vísa okkum frá okkara bestu síðu heima við hús.

Hoyr lesturin her!

Heldur tú ikki tað vera strævið, tá ið onkur lovar at gera nakað, men ikki ger tað kortini? Talan kann vera um onkra tænastu, ein vinur skal gera fyri teg, men dagarnir gerast vikur og vikur mánaðir og mánaðir ár, uttan at nakað verður gjørt. Skuffandi. Og hvussu keðiligt er tað ikki, tá ið onkur sigur við teg, at viðkomandi skal vera eitt ávíst stað eina ávísa tíð, men kemur kortini ikki til tíðina. Tú vart til tíðina og bíðaði, men hin kom seint. Niðrandi.

Sjálvandi kunnu vit ikki siga, at vit sjálv altíð gera tað, vit lova, ella altíð koma til lovaðu tíðina. Tilveran hjá okkum er mangan eitt rót, fylt við hópin av uppgávum og avtalum til ávísar tíðir. Og mangan megna vit ikki at gera tað, vit lova. Ella at gera tað, vit lova, til tíðina. Ætlanir miseydnast.

Mangan vísir tað seg at vera so, at vit megna rímiliga væl at gera uppgávur okkara og at gera tær til tíðina, tá ið talan er um arbeiðið. Og mangan er tað samstundis eisini, at vit ikki vísa okkum frá okkara bestu síðu heima við hús. At tað er har, vit ikki gera tað, vit lova, til tíðina. At tað eru okkara kæru, sum eru tey, ið verða skuffað, niðrað og sárað.

Tað, sum mangan eydnast úti, miseydnast heima.

Fyri nøkrum árum síðani hongdi eg nakrar lampur upp í stovuni. Lampurnar vóru vakrar, men leidningurin frá loftinum til lampurnar hongdi í einum boga niður frá loftinum. Konan helt ikki tað vera so vakurt og ynskti, at eg gjørdi tað eitt sindur snøggari. Tað lovaði eg, at eg skuldi gera… Leidningurin hongur enn í einum ljótum boða niður frá loftinum. Eg gjørdi ikki tað, eg lovaði. Og tað man vera eyðsæð, at eg ikki eri til tíðina hesum viðvíkjandi.

Eg ynski sjálvandi at vera trúverdur. At gera tað, eg lovi, og at vera til tíðina. Eg ynski at vera eitt álítandi menniskja. Vil ikki, at onnur skulu verða skuffað av mær. Men hvussu kann eg gera tað, eg lovi? Og hvussu kann eg gera tað, eg lovi, til tíðina?

Hjá Jóhannesi evangelisti lesa vit orðini: “Tá skildi faðirin, at tað var í tí tíma, tá ið Jesus hevði sagt við hann: “Sonur tín livir.” Hesi orðini siga nakað um júst hetta at gera nakað, sum verður lovað, til tíðina. Sonurin hjá einum kongsmanni var deyðasjúkur og kongsmaðurin fór til Jesus, fyri at biðja hann um at gera sonin frískan aftur. Jesus fór ikki við honum, men segði við mannin: “Far tú, sonur tín livir!” Maðurin trúði og fór heim. Á vegnum heim møtti hann húskøllum sínum, sum søgdu frá, at sonurin livdi, og at hitasóttin fór av honum um sjeynda tíma dagin fyri. Tað var júst, tá ið Jesus segði orðini: “Sonur tín livir!”

Hví er tað neyðugt hjá okkum at vita henda partin av søguni? Jú, fyri at síggja, at Jesus gjørdi tað, hann lovaði, til tíðina. Hann gjørdi tað, hann segði seg gera. Hann gjørdi tað til tíðina, hann segði seg fara at gera til ávísa tíð. Hesin partur av søguni skal vísa okkum, at Jesus er trúverdur. At hóast vit øll onnur kunnu vera ótrúverd í orð og gerð, er tað eitt menniskja, sum altíð er satt og álítandi. Hetta einasta satt trúverda menniskjað segði við lærusveinarnar: “Enn eina stutta stund, og heimurin sær meg ikki longur; men tit síggja meg, tí at eg livi og tit skulu liva.” Ikki bara kongsmaðurin fekk lívgandi orðini um sonin: “Sonur tín livir!”, men vit hava fingið orðini: “Tit skulu liva!” Jesus hevur lovað tær ævigt lív í himli. Hann hevur vunnið tær tað og givið tær tað. Jesus er trúverdur. Tað, hann sigur, verður.

Tað, Jesus sigur, verður!

Ger tað, lovar, til tíðina! Hevði lívið verið betri, um tú megnaði hetta? Eg má ásanna, at tá ið eg geri tað ætlaða til tíðina, er levnaðurin nærum í harmoni. Eg eri glaðari og sunnari. Eg hvíli og kenni frið, meðan eg fái avrika meira. Hinvegin eri eg strongdur og mangan keddur við ringari samvitsku, tá ið eg ikki geri tað ætlaða til tíðina. Tað vísir seg at hava stóra ávirkan á meg sum menniskja, hvussu eg livi eftir hesi reglu. Tað er sjálvandi ein avbjóðing at gera tað, sum eg sigi, eg skal. Og at gera tað til tíðina. Men sannroyndin er, at tá ið tað eydnast mær, er tað betri fyri meg, míni kæru og míni medmenniskju yvirhøvur.

Ger tað, tú lovar, til tíðina!

Henda avbjóðingin ljóðar tí til mín og tín. Latið okkum siga frá í morgin: Ikki lova nakað, tú ikki kanst gera. Mangan lova vit at gera nakað, fyri at vera fitt og góð. Tað nyttar bara ikki, um vit ikki gera tað, vit lova. Lær teg at siga nei til tað, tú ikki megnar. Ikki lova eina tíð, tú ikki megnar. Mangan siga vit ov skjótt ja til tíðir, hóast tað ikki er gjørligt at náa tíðina. Tað streingir skjótt okkum og sárar onnur. Lær teg at vera veruleikakendur við tínari tíð. Ger so tað, tú lovar, til tíðina!

0 comments on “GER TAÐ, TÚ LOVAR, TIL TÍÐINA!

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s

%d bloggers like this: