Bøn Fyrigeving Kærleiki

FYRIGEV!

Hvussu ofta er rímiligt at fyrigeva mínum medmenniskja? Tað er eitt mark fyri, hvussu ofta eg skal fyrigeva einum, sum aftur og aftur ger onkra misgerð ímóti mær, ikki so?

Hoyr lesturin her!

Lærir tú av tí skeiva, tú gert? Ella tykist tað sum um at tú gert somu feilir aftur og aftur? At tú sárar tíni medmenniskju aftur og aftur. Biður um fyrigeving aftur og aftur. Vísir tað seg, sum um at henda søga og mannagongd endurtekur seg ígjøgnum lívið? Og hvussu við teimum, sum gera skeivt ímóti tær? Eru tað somu menniskjuni, sum aftur og aftur koma at biðja teg um fyrigeving? Sum um at tey ikki læra av teirra feilum? Hvussu mangan man vera rættvíst at fyrigeva teimum, sum aftur og aftur gera nakað keðiligt ímóti tær? Ella hvussu mangan heldur tú, at tú kanst fara at biðja um fyrigeving fyri sama misbrot ímóti sama persóni?

Óivað hava vit øll eitt mark fyri, hvussu ofta vit eiga at fyrigeva okkara medmenniskjum. Kanska vilja vit ikki viðganga tað, men vit hugsa, at um sami persónur ger sama misbrot ímóti okkum aftur og aftur, ber ikki til aftur og aftur at fyrigeva. Tí hesin vísir seg ikki læra av feilum sínum. Hví skal eg so halda fram við at fyrigeva, tá ið eg soleiðis verði hildin fyri gjøldur? Halda hini, at tá ið eg nú fyrigevi aftur og aftur, so kunnu tey bara halda fram við at gera skeivt ímóti mær? Nei, eitt mark má vera fyri, hvussu ofta eg skal fyrigeva teimum, sum synda ímóti mær, ikki so?

Er nakað mark fyri, hvussu ofta eg skal fyrigeva mínum medmenniskja?

Júst hesa hugsan hevði lærusveinurin Pætur, tá ið hann spurdi Jesus: “Harri, hvussu ofta eigi eg at fyrigeva bróður mínum, tá ið hann syndar móti mær? Um sjey ferðir?” Pætur helt tað vera rímiligt at fyrigeva einum medmenniskja sjey ferðir. Um hesin sami persónur gjørdi somu misgerð ímóti Pæturi áttandu ferð, mundi vera rættvíst ikki at fyrigeva. Jesus svaraði Pæturi og segði, at hann átti at fyrigeva “Sjúti ferðir sjey ferðir.” Við øðrum orðum eiga vit at fyrigeva uttan nakað mark fyri nøgd. Tí hvørji eru vit at seta mørk fyri, hvussu ofta vit eiga at fyrigeva okkara medmenniskjum misgerðum teirra ímóti okkum? Fyri at vísa júst hetta, segði Jesus frá um ein tænara, sum skyldaði kongi tað, sum svarar til 200.000 árslønir. Tá ið tænarin ikki fekk rindað og bað um tol, gav kongur honum skuldina eftir. Hann var nú uttan skuld. Eitt medmenniskja skyldaði hesum sama tænara tað, sum svarar til tríggjar mánaðarlønir. Men tá ið hann bað tænaran um tol, vildi hann ikki geva honum skuldina eftir. Hetta frætti kongur, sum tess vegna ikki heldur vildi geva tænaranum teimum 200.000 árslønunum eftir kortini. “Soleiðis skal himmalski faðir mín gera ímóti tykkum, um tit ikki av hjarta fyrigeva ein og hvør bróður sínum”, legði Jesus afturat.

Vanliga gongdin viðvíkjandi einum misbroti er henda. Eitt brot verður gjørt ímóti einum medmenniskja. Brotið verður avdúkað og kemur ein skuldarkensla sum fylgja. Biðið verður um fyrigeving fyri brotið og kann hon verða givin ella ikki. At enda kann øll henda gongdin skapa eina lívsbroyting, soleiðis at sami persónur ikki heldur fram við at gera somu misgerð. Men eg kunna vera blindur fyri ymisku liðunum í hesi ketuni. Eg kann halda, at eg als eingi misbrot havi gjørt. Kann vera, at eg onga avdúking síggi, soleiðis at eg onga skuldarkenslu fái. Tess vegna er fyri mær einki skeivt at biðja um fyrigeving fyri og fái eg hana tess vegna heldur ikki. Tá verður sostatt heldur eingin lívsbroyting og eg haldi fram við somu misgerð.

Evangeliið lærir okkum nakað hesum viðvíkjandi. Nakað um okkum sjálv, okkara misbrot og Guds fyrigeving. Misgerð okkara er okkara synd ímóti Gudi og okkara medmenniskjum. Vit skylda Gudi tað, vit kunnu nevna 200.000 árslønir. Altso eina skuld, vit á ongan hátt kunnu rinda aftur. Guds boð og vilji avdúkar hesa skuld okkara fyri okkum, soleiðis at vit fáa skuldarkenslu um syndina. Í bønini um fyrigeving er okkum givin Jesus, sum er bótin fyri alla okkara skuld. Skuld okkara er strikað við Jesu deyða og uppreisn. Kunnleikin um og levnaður í hesum broytir okkum sum menniskju, soleiðis at vit sum dagarnir ganga í minni mun gera somu misgerðir aftur og aftur.

Lærir tú av tí skeiva, tú gert? Kann væl vera, at tú sum eg mangan gert somu misgerð aftur og aftur bæði ímóti Gudi og medmenniskjum. Men við vitanini um Guds fyrigeving við Jesu gerningin kann ikki komast uttanum einari broyting – um spakulig – í levnaðinum. Tá ið tíni medmenniskju nú gera onkra misgerð ímóti tær, kann tað væl, at tað pínir og gevur sár. Men eingin misgerð, menniskju kunnu gera ímóti hvørjum øðrum, kostar meira enn tríggjar mánaðarlønir, um vit halda okkum til Jesu líknilsi. Hesar tríggjar mánaðarlønirnar, tíni medmenniskju skylda tær, er einki í mun til tær 200.000 árslønirnar, tú skyldar Gudi. Hvussu kanst tú tá lata vera við at fyrigeva tínum medmenniskja tess skuld, tá ið Gud hevur fyrigivið tær tína? Sjálvandi kanst tú framhaldandi kenna sviðan av sárunum, misgerðirnar eru orsøkir til. Men Jesu orð eru greið: Eg havi fyrigivið tær alt til alla tíð. Fyrigev tú tí tínum medmenniskjum alt. Ikki bara sjey ferðir, men sjúti ferðir sjey ferðir.

0 comments on “FYRIGEV!

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s

%d bloggers like this: