Menning

FELAGSSKAPUR BROYTIR TEG!

Kennir tú tað sum um tú stórt sæð hevur alt, tær tørvar, men manglar okkurt kortini? Sum um tú leitar eftir onkrum at fylla eitt tómróm innaní tær? Hvat nú um tað, tú leitar eftir, er ein persónur, sum eisini leitar eftir tær?

Tá ið ein álvarslig sjúka rakar eitt menniskja, er sannlíkt, at hetta menniskjað broytist. Tað kann skilja ímillum tíðina áðrenn, og tíðina eftir sjúkdómin. Lívið er ikki tað sama. Gerandisdagurin ikki tann sami. Persónurin er ikki hin sami. Sama er galdandi, tá ið eitt menniskja særir eitt annað. Men tá er eisini sannlíkt, at bæði tann særdi og tann, sum sáraði, broytast. Nógv annað kanst tú óivað nevna, sum broytir eitt lív. Hendingar innanífrá og uttanífrá. Nakað, sum broytir eitt menniskja til tað verra og annað til tað betra.


Um tú vilt fáa Lívgandi orð á leiðini send við teldubrævi mánaðarliga,
kanst tú trýsta her og fylla út.


Tollarin Sakeus livdi eitt lív, sum fleiri av hansara medmenniskjum fegin vildu liva. Hann hevði eitt gott starv, sum gav honum eina góða inntøku. Hann var væl fyri og leið onga neyð. At síggja til mundi hann vera nøgdur við lívið og tilveruna. Men hevði hann tað gott? Hóast hann at síggja til hevði alt, eitt menniskja ynskir sær her á fold, var eitt tómrúm innaní honum. Hann saknaði okkurt og leitaði eftir tí, sum kundi fylla hetta tómrúmið. Ein dagin hoyrdi Sakeus, at Jesus skuldi koma framvið á leiðini, har hann búði. Fleiri onnur menniskju vildu síggja Jesus og mannamúgvan var stór. Sakeus var lítil á vøkstir, men lat ikki tað forða honum í at fáa Jesus at síggja. Kleiv tí upp í eitt træ, so hann ikki skuldi missa nakað av hesi løtuni.

Sum Jesus kom nærri og nærri, byrjaði mannamúgvan umkring Sakeus at gerast meira og meira spent. Og so sást Jesus endiliga. Hann kom nærri… og nærri… og steðgaði við trænum, har Sakeus sat. Jesus hugdi uppá hann og nevndi hann við navni: “Sakeus, skunda tær og kom niður, tí at í dag má eg koma at gista í tínum húsi.” Eftir at Sakeus hevði verið saman við Jesusi í eina tíð og samfelagið teirra millum soleiðis gjørdist tættari, broyttist hann. Hann vildi nú ikki bert hava alt fyri seg sjálvan, men vildi geva av sínum til onnur. Sakeus broyttist. Samfelagið við Jesus broytti hann, soleiðis at hann gjørdist eitt betri menniskja.

“Júmen, havi eg brúk fyri at verða broytt/ur?” spyrt tú kanska. Sakeus mundi hugsað tað sama, men longdist eftir onkrum kortini! Og hann varð broyttur vegna samfelagið við Jesus. Um vit vilja tað ella ikki, verða vit broytt av teimum menniskjunum, vit hava í okkara lívi. Felagsskapurin við makan broytir teg og fær teg at ofra ogn, tíð og orku. Felagsskapurin við børnini, vinirnar og onnur broytir teg, so tú vilt ofra av tínum til teirra.

Um vit vilja tað ella ikki, verða vit broytt av teimum menniskjunum, vit hava í okkara lívi.

Menniskjusonurin er komin at leita upp hitt farna og at bjarga tí.” segði Jesus. Tómrúmið, Sakeus kendi, er nakað, hvørt menniskja kennir á ein ella annan hátt. Tí vegna syndafallið er samfelagið ímillum Guds og menniskju brotið. Vit eru tey í trænum leitandi eftir onkrum at fylla okkara sálarliga longsul. Jesus steðgar á hjá okkum, hyggur uppá okkum og sigur við ein og hvønn okkara: “Eg vil gista hjá tær!”

Felagsskapurin við Jesus ger teg til eitt betri menniskja! Í tær býr hugurin at gerast Jesusi meiri líkur. Og tí spyrt tú: “Hvat geri eg í dag, sum eg eigi at gevast við? Hvat geri eg ikki í dag, sum eg eigi at byrja við?” Tað kostar at vera í felagsskapi við Jesus og okkara medmenniskju. Men tað kostar meira at vera uttanfyri. Tí ofra vit okkum fyri felagsskapin og verða harvið samstundis eisini broytt til betri menniskju.

Tað kostar at vera í felagsskapi, men tað kostar meira at vera uttanfyri.


1FBA0637-E0D0-40D6-802D-0734D39614AC_1_201_a

Dáma og skriva eina viðmerking

Um tú helt hetta vera gagnligt, hevði tað glett meg, um tú trýsti á Dáma niðanfyri og møguliga eisini skrivaði eina viðmerking í rútin niðanfyri, har tað stendur Svara.

Takk fyri 🙂

0 comments on “FELAGSSKAPUR BROYTIR TEG!

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s

%d bloggers like this: