Levnaður

TAÐ, TÚ ÓTTAST, VALDAR TÆR!

Ávirkar ótti teg? Tekur hann tína gleði og títt frælsi? Verða tínar avgerðir ávirkaðar av ótta? Hvussu mangan hevur ótti valdað tær? Og í hvussu stóran mun livir tú útfrá óttanum?

Eitt kvøldið herfyri fór eg út at renna mær ein túr. Tað var myrkt, men eg setti mær fyri at fara eina leið, eg var vanur at ganga og renna. Hetta kvøldið valdi eg kortini at leingja túrin og hevði tað við sær, at eg fór ígjøgnum viðarlundina. Har var myrkt. Sera myrkt nógvastaðni. Tá sníkti tankin seg fram, at eg kanska skuldi fara eina aðra leið. At eg heldur átti at vent við aftur. Eisini byrjaði ótti at koma fram í mær og hugsaði eg: “Hvat nú um onkur brádliga kløkkar meg? Hvat um eg detti í ánna?” Eg helt tó leiðina fram, eg hevði sett mær fyri, og varð hvørki kløkkaður ella datt í nakra á.

Kennir tú teg aftur í hesum? At ótti kann ávirka teg? Taka tína gleði og títt frælsi? At tínar avgerðir verða ávirkaðar av ótta? Hugsa um tað: Hvussu mangan hevur ótti valdað tær? Og í hvussu stóran mun livir tú útfrá óttanum?

Í hvussu stóran mun livir tú útfrá óttanum?

Á heimasíðuni hjá DR las eg eina grein frá 2018, har tað stóð, at 350.000 danir líða av angist. Tað er ein av hvørjum sekstan. Seinastu tíggju árini er talið av børnum og ungum, sum verða rakt av angist, trífaldað. Hetta eru ræðandi tøl og munnu fleiri okkara kenna okkum aftur í teimum.

Tað er nógv ymiskt, eg óttist fyri. Eg verði soleiðis eisini stýrdur av hesum ótta. Men soleiðis vil eg ikki liva. Mær dámar ikki at óttast og hóvar ikki, at mínar avgerðir skulu verða tiknar útfrá ótta. Eg varð jú skaptur til eitt lív uttan ótta. So man tað bera til at liva uttan henda óttan?

Matteus skrivaði: “Pætur steig út úr bátinum og gekk eftir vatninum fyri at koma yvir at Jesusi. Men tá ið hann sá illveðrið, óttaðist hann; og tá ið hann tók at søkka, rópaði hann og segði: “Harri, bjarga mær!” Pætur upplivdi eitt undur, tá ið hann gekk eftir vatninum. Men tá ið hann hugdi at illveðrinum, byrjaði hann at óttast, og var hann fyri einari kreppu, tá ið hann byrjaði at søkka. Tað, Pætur óttaðist, valdaði honum! Men: “Í tí sama rætti Jesus hondina út og tók í hann og sigur við hann: “Fátrúni maður, hví ivaðist tú?” Pætur ivaðist nevniliga í, um Jesus veruliga hevði vald á illveðrinum.

Teldubræv

Tað, óttast, valdar tær! Men tær nýtist ikki at liva útfrá ótta og uppliva kreppu vegna tað. Ístaðin fyri sum við útfallinum hjá Pæturi, sum var: Undur, illveður, ótti og kreppa, kann títt útfall verða: Undur, Jesus, friður og frælsi. Tað er eitt undur, at tú ert til og hevur møguleikar at liva í tínum lívi saman við tínum medmenniskjum. Ístaðin fyri at hyggja at illveðrinum í tínum lívi, kanst tú hyggja at honum, sum hevur alt vald. So livir tú í friði og gleði, og gerst tilveran tá eitt lív í frælsi.

Tað, tú óttast, valdar tær!

Tá ið eg verði hertikin av ótta, sigi eg mangan: “Eg leggi mín ótta á teg, Jesus! Tú hevur alt vald og hevur vunnið á óttanum. Tak mín ótta á teg!” Hetta flytur mítt fokus frá óttanum og gevur mær frið. Tað, tú óttast, valdar tær! Ímynda tær ein gerandisdag, har ótti ikki longur valdar tær. Hygg at Jesusi, sum hevur alt valdið, og hann skal føra teg eftir vatninum heim.


1FBA0637-E0D0-40D6-802D-0734D39614AC_1_201_a

Dáma og skriva eina viðmerking

Um tú helt hetta vera gagnligt, hevði tað glett meg, um tú trýsti á Dáma niðanfyri og møguliga eisini skrivaði eina viðmerking í rútin niðanfyri, har tað stendur Svara.

Takk fyri 🙂

0 comments on “TAÐ, TÚ ÓTTAST, VALDAR TÆR!

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s

%d bloggers like this: