Hoyr: Lisið í KVF

Okkum tørvar mat, klæðir, hús og heim. Vit arbeiða, so vit hava alt hetta. Men um alt hetta longu var givið frammanundan, høvdu vit so valt at sitið í sofuni restina av lívinum? Vit gleðast um lønina, men hvussu við at gleðast um arbeiðið? Tænastuna? Kallið?

Vit kunnu gleðast um lønina, men gleðast vit um arbeiðið?

Fyri nøkrum árum síðani segði ein arbeiðsleysur vinmaður við meg: “Eg hataði mítt arbeiði, men eg hati meira ikki at hava nakað arbeiði at hata.”

Granskarar gjørdu nakað síðani eina altjóða kanning frá Zurich lærda háskúla, sum vísti, at ein út av fimm persónum, sum tekur sítt egna lív, ger tað vegna arbeiðsloysi. Tað vísir seg, at eitt lív uttan kall gevur lítla meining.

Eitt lív uttan kall vísir seg at geva lítla meining.

Men vit eru øll kallað. Longu frá fyrsta menniskja, sum vit lesa um á fyrstu blaðsíðunum í Bíbliuni, síggja vit hetta: ”Gud tók Ádam og setti hann í aldingarðin Eden til tess at dyrka hann og varða um hann.” Okkara lívskall kann vera ymiskt: Næmingur, lærari, heimagangandi, sjófólk, postboð, eftirløntur, omma, abbi, móðir, faðir, systkin, foreldur, vinur.

“Hvat er mítt kall?”, er fyrsti spurningur. “Gleðist eg um mítt kall?” er annar.

Einaferð fortaldi Jesus eina søgu um ein húsbónda, sum fann nakrar bønarmenn til at arbeiða í sínum víngarði. Teir vórðu samdir um eina løn áljóðandi ein denar fyri arbeiðið. Men ikki allari bønarmenninir arbeiddu líka leingi. Nakrir arbeiddu ein heilan dag og aðrir bara ein tíma. Tá ið lønin skuldi gjaldast, hugsaðu teir, sum høvdu arbeitt allan dagin, at teir mundu fáa meira í løn, tí hinir høvdu fingið ein denar fyri teirra stutta arbeiðsdag. Nei, allir fingu somu løn.

Vit kunnu hugsa, at tað var órættvíst av honum at gjalda øllum somu løn, ella vit kunnu hugsa, at tað var stórt og gávuríkt. At teir, sum arbeiddu longst áttu at verið glaðir fyri lønina og fyri møguleikan at arbeiða allan dagin, meðan hinir stóðu fyri einki.

Himmiríkið er Guds gáva til hvørt menniskja. Hetta er lønin, vunnin okkum vegna Guds egna arbeiði. Soleiðis fái eg lønina av Guds náði, men gleðist eg um hansara kall?

Jesus hevði eitt kall. Hann var sínum kalli líðin, so vit skuldu fáa løn! Hann gjørdist menniskja. Livdi eitt fyrimyndarligt lív í sínum kalli. Varð straffaður, dømdur og dripin eftir sínum kalli. Reis upp triðja dagin. Livir.

Eg havi eitt lívskall: At tæna við tí, eg havi, har eg eri settur. Men eg havi eisini eitt ævigt kall: At trúgva á Jesus og fylgja honum eftir!

Lønina fái eg av Guds náði, men gleðist eg um hansara kall?

Vit skifta starv títtari og títtari. Hví? Hevði eg farið úr kallinum, um eg vann eina milliard? Ja, lívskallið kann vera strævið og er ikki altíð stuttligt. Men tað var tað ikki heldur fyri Jesus. Hann var keddur, græt og óttaðist. Hann vildi úr sínum kalli, hugsa vit um stríðið í Getsemane garði.

Lønina fái eg av Guds náði, men gleðist eg um hansara kall?

Himmalin er givin vegna Jesu kall – eg eigi at gleðast yvir mítt lívskall!

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s

%d bloggers like this: