3 meginreglur, sum kunnu hjálpa tær at fáa meira burturúr tíðini

Vanliga er gerandisdagurin hjá flestu okkara upptikin. Hvussu leingi hava vit ikki hoyrt, lisið og tosað um, hvussu strongd, vit eru av øllum, sum fyllir í lívinum? Hvussu nógv av okkum hava ikki hugsað, at tíðin ikki strekkir til? At um døgnið var 3, 6 ella 12 tímar longri, høvdu vit kanska fingið gjørt alt tað, sum vit ætlaðu ella var kravt av okkum?

Teldubræv

So kom Covid-19 og broytti okkara gerandisdag. Nógv okkara kunnu kanska vera eitt sindur bangin og vita ikki heilt, hvat vit skulu gera og hvussu vit skulu vera. Í øllum hesum ivanum eru tó nakrir møguleikar. Nú hevur tú brádliga tíð. Tíð til at gera tað, sum tú ikki hevði tíð til áðrenn. Døgnið er ikki longt 3, 6 ella 12 tímar, men er hinvegin ikki longur fylt við øllum tí, sum áðrenn fylti tíðina. Tú hevur fingið eina gávu: Tíð. So, hvat ætlar tú tær at brúka tíðina til? Her eru 3 meginreglur, sum eg vil brúka í mínum lívi:

Ikki brúka tíð uppá tað, tú ikki kanst gera nakað við! Vit kunnu ikki fara til alt tað, sum vit áður kundu fara til. Mong okkara brúka tíð uppá at hugsa um, hvussu keðiligt tað er. Kunnu sita og stara út í tóman heim, meðan vit bíða. Men henda bíðanin kann vara leingi. Ein vandi hjá mær er at brúka tíð uppá alt tað, eg ikki longur kann gera nakað við. Tað er spilt tíð. Eg geri væl, um eg flyti fokus frá hesum til tað, eg nú kann gera nakað við.

Ikki brúka tíð uppá tað, tú ikki kanst gera nakað við!

Hetta førir meg til aðru meginregluna: Brúka tíð uppá tað, sum hevur týdning! Áðrenn Korona brúktu flestu okkara tíð til alt møguligt, samstundis sum vit høvdu ringa samvitsku um, at vit ikki brúktu nóg nógva tíð saman við okkara kæru. Nú havi eg fingið tíð til at brúka saman við mínum kæru. Makin hevur týdning. Børnini hava týdning. Míni kæru hava týdning. Eg geri væl í at brúka tíðina saman við mínum kæru.

Brúka tíð uppá tað, sum hevur týdning!

Triðja meginreglan, eg vil brúka í hesum so merkiligu gerandisdøgum er: Brúka tíð uppá tað, sum varir í ævir! Tá ið alt kemur til alt, endar okkara tilvera fyrr ella seinni. Nú er mær givin ein gylt tíð at hugsa um lívið og meiningina við lívinum. Eg vil lesa í Guds orði og biðja til hansara, sum onga byrjan og ongan enda hevur. So vil eg leggja mær lívið til rættis, soleiðis at tað fær týdning í ljósinum av ævinleikanum. Nú havi eg fingið tíðina. Eg vil brúka hana væl.

Brúka tíð uppá tað, sum varir í ævir!

Tað sá ikki gott út fyri eina tjóð fyri nógvum árum síðani. Ein einaveldisharri hevði sett sær fyri at hertaka hesa tjóðina og tað var bara spurningur um tíð, nær hetta fór at henda. Fólk vóru bangin, í iva og vistu ikki, hvat tey skuldu gera ella halda. Til hesi menniskju gav Gud fylgjandi orð: Eg veit, hvørjar ætlanir eg havi í hyggju við tykkum, …ætlanir um frið og ikki um ógævu, til tess at veita tykkum vónríka framtíð.

Við trúnni á Jesus eiga vit eina vónríka framtíð uttan mun til, hvussu gerandisdagurin í dag sær út. Jesus signi okkum øll.


1FBA0637-E0D0-40D6-802D-0734D39614AC_1_201_a

Dáma og skriva eina viðmerking

Um tú helt hetta vera gagnligt, hevði tað glett meg, um tú trýsti á Dáma niðanfyri og møguliga eisini skrivaði eina viðmerking í rútin niðanfyri, har tað stendur Svara.

Takk fyri 🙂

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s

%d bloggers like this: