Levnaður

HVAT AVDÚKAR MÍN LEVNAÐUR?

Menniskju klandrast. Pør, foreldur og børn, familjur, vinir og starvsfelagar. Klandur er allastaðni: Í heimum, skúlum, arbeiðsplássum... og kirkjum. Hvat avdúkar klandur og ósemja um meg, hini og Jesus?

Kennir tú støðuna at vera á einum vegamóti í lívinum og ikki vita, um tú skalt fara til vinstru ella høgru, aftur ella fram? Tú skalt kanska taka eina stóra avgerð, sum fer at hava ávirkan á lívið, men hevur torført við at taka avgerðina, tí tú illa dugir at síggja, hvat endaliga málið er? Ella kanska mást tú taka eina avgerð, men hevur torført at velja júst hvørja avgerð tú skalt taka, tú tað tykist verða ógreitt, hvørja avleiðing henda ella handa avgerðin fer at hava?

Jú, flestu okkara kenna væl til tað at taka týdningarmiklar avgerðir. Vit kenna eisini, hvussu torført tað kann verða at velja, um vit skulu fara til vinstru ella høgru, aftur ella fram, tá ið vit eru á einum vegamóti í lívinum.

Men um tað er torført at taka avgerðir sum einstaklingar, hvussu nógv torførari man tað so ikki vera fyri eina heila familju, ein heilan felagsskap ella eitt heilt samfelag at velja eina felags kós? Hyggja vit umkring okkum, duga vit væl at síggja, hvussu eitt manglandi felags mál kann syndra familjur, felagsskapir og samfeløg. Ja, vit nýtast ikki lesa leingi í søgubókunum, áðrenn vit læra, hvussu nógv stórveldi løgdust í oyði vegna tað, at semja ikki var um málið, ferðast skuldi ímóti.

Tað er sannlíkt, at eitt samfelag syndrast, um semja ikki er um málið, ferðast skal ímóti.

Eitt orð, vit kunnu brúka um ein flokk av menniskjum, sum hava sama mál og ferðast saman ímóti hesum máli, er einleiki. Fleiri tykjast sum um eru tey ein. Hetta kenna vit væl frá okkara gerandisdegi. Áhugafeløg, har fleiri persónar savnast um sama áhugamál. Politiskir flokkar, har fleiri fólk eru samd um, hvussu eitt samfelag eigur at verða skipað. Trúargreinar, har fleiri menniskju eru samd um, hvat tað heila við tilveruni í veruleikanum snýr seg um og hvat meiningin er við lívinum.

Hyggja vit at hesum ymisku áhugafeløgunum, politisku flokkunum ella trúargreinunum, hevur tað ávirkan á áskoðanina hjá teimum uttanfyristandandi, hvussu einleikin er. Er lítil ella eingin einleiki, er tað torført hjá mær at hava álit á felagsskapinum. Er einleikin hinvegin stórur og sterkur, er tað torført hjá mær – um ikki annað – í minsta lagi at lata vera við at virða virkið, ferðina og málið hjá felagsskapinum.

Einleiki er nakað, vit leingjast eftir. At verða partur av einum flokki av menniskjum við einum máli á ferð ígjøgnum lívið ímóti hesum eina málinum. Einleiki.

Menniskju við einum felags máli á ferð ígjøgnum lívið ímóti hesum máli, tykist hugtakandi fyri okkum, um vit eru samd ella ikki.

Kendi bretski bólkurin av monnum, sum hevur gjørt hópin av skemtileikum, Monty Python, hava ein leik við heitinum: Tápuligu Olympisku leikirnir. Til hesar leikir var kapping í einari ítróttargrein, sum nevndist: 100 metra renning fyri fólk uttan skil fyri kós. Áskoðararnir sita spentir og bíða, meðan rennararnir gera seg til reiðar at kappast. Teir fara til linjuna, har byrjast skal og bukka seg niður. Allir venda sama veg, soleiðis sum breytin gongur. Áskoðararnir síggja eisini breytina væl og linjuna eftir 100 metrum, sum er málið hjá øllum teimum, sum nú eru klárir at renna. Tað gerst kvirt, meðan rennararnir eru klárir. So verður skotið og allir byrja at renna… Men eingin teirra rennur sama veg. Ein rennur aftureftir, ein annar út til áskoðararnar, ein triði út á vøllin, ein verður bara standandi… Eingin teirra náddi málinum. Teir vistu jú ikki, hvønn veg teir skuldu renna.

Um vit eru í einum felagsskapi, kunnu vit vera samd um nógv ymisk viðurskifti. Hvørji vit eru, hvat okkara áhugamál er, hvussu vit skulu skipa okkum, hvør okkara mentan er og so framvegis. Men um eingin okkara hevur nakað mál at ganga ímóti, hevur alt hitt lítlan týdning, tí einleikin manglar. Soleiðis kann tað eisini vera hjá okkum sum einstaklingar. Tað kann vera nógv í okkara lívi, sum vit hava skil á. Hvørji vit eru, hvussu vit eru og hvat vit gera. Men um vit ikki vita, hvagar vit eru á veg í lívinum, vísir hetta manglandi málið at ávirka alt annað í levnaðinum.

Um eingin í einum felagsskapi hevur nakað mál at ganga ímóti, hevur alt annað lítlan týdning, tí einleikin manglar.

Tað hevði ikki verið undarligt, um einleikin hjá lærusveinunum hvarv, eftir at Jesus fór heim til faðirin. Felagsnevnarin hjá teimum var nú ikki longur saman við teimum. Teir vóru eftir í einum heimi, sum hevði eina neiliga áskoðan á teir og hann, sum savnaði teir til eitt.

Men einleikin varð verandi. Teir vóru samhugaðir áhaldandi í bønini, meðan teir bíðaðu eftir talsmanninum, sum Jesus hevði lovað at senda teimum. Teirra einleiki var eisini júst eitt høvuðsevni í bønini, Jesus bað, stutt áðrenn hann varð tikin, dømdur og dripin. Ein bøn, sum var fyri øll menniskju, sum trúgva á Jesu deyða og uppreisn. Soleiðis bað Jesus: “Dýrdina, sum tú hevur givið mær, havi eg givið teimum, til tess at teir mega vera eitt, eins og vit eru eitt, eg í teimum og tú í mær, til tess at teir mega vera fullkomiliga sameindir til eitt, til tess at heimurin má sanna, at tú hevur sent meg, og at tú hevur elskað teir, eins og tú hevur elskað meg.

Teldubræv

Tríggir sannleikar eru í hesi bønini:

Fyri tað fyrsta er fullkomin einleiki ímillum faðirin og sonin. Ja, fullkomin einleiki er ímillum faðirin, Jesus og Heilaga andan, talsmannin, sum Jesus sendi lærusveinunum 10 dagar eftir sína himmalsferð. Tríeindin er ein fullkomin eind. Har er eingin ósemja og einki ivamál. Guddómurin er greiður um málið fyri alheimin og okkum menniskju. Hvat meiningin og æltanin er við tí heila: at vit vóru skapað til at tilbiðja Gud.

Fyri tað næsta er einleiki ímillum Jesus og Jesu kirkju. Kirkjan er bert til, tí at Jesus stovnaði hana. Tað gjørdi hann við sínum deyða og uppreisn. Við trúnni á Jesus eru vit kirkja hansara. Tað er ikki nakað, vit hava ognað okkum ella nakað, vit gera, men eina og aleina nakað, Jesus hevur givið av náði. Einleikin er vegna tað, at Heilagur andi nú býr í hvørjum tí, sum trýr. Tá ið nú fullkomin einleiki er ímillum Jesus og Heilaga andan, er einleiki ímillum Jesus og Jesu kirkju.

Fyri tað triðja er kirkjan í dag avmyndin av Guds einleika. Her er avbjóðingin og tess vegna var hetta nakað, Jesus bað fyri í høvuðsprestabønini. Tí mangan tykist ikki at vera nakar einleiki ímillum tey ymisku kristnu bæði í staðbundnu kirkjuni ella alheims kirkjuni. Ja, fleiri siga, at tey ikki trúgva á nakran tríeindan Gud, tí tey kristnu klandrast so illa.

Hóast hesa avbjóðingina, er hetta ein sannleiki: Heimurin sannar ella avsannar Jesus útfrá tí, sum hann í stóran mun sær, tá ið hann hyggur at Jesu kirkju!

Mong siga, at tey ikki trúgva á Jesus, tí tey kristnu klandrast so illa.

Nú henda avbjóðing kirkjunnar er kunn fyri okkum, er týdningarmikið at fáa sligið fast, at vónin um himmalin ikki hvílur í, í hvussu stóran mun tú livir í einleika við tíni medmenniskju. Tað er ikki tín levnaður, sum avgerð, um tú eigur paradísið ella ikki. Um so var, doyði Jesus til onga nyttu. Nei, himmalin er og verður tín vegna tað, Jesus gjørdi. Tað var í einleika guddómsins, at Jesus gjørdist menniskja, soleiðis at hann skuldi ofra seg fyri teg, meg og mannaættina alla. Um tú metir, at tú ikki livir fyrimyndarliga sum eitt Guds barn, men bert hevur trúnna á Jesus at vísa á, eigur tú allan himmalin. Málið, sum hin tríeindi ævigi Gud hevur ætlað tær at náa, flytur seg ikki og er ikki ógreitt. Kósin, sum Faðirin, Jesus og Heilagi andin í fullkomnum einleika hava stungið út í kortið fyri tína ferð, er og verður hin sama. Tín levnaður hevur onga ávirkan á tað, sum Gud longu hevur gjørt.

Tað er júst hetta, sum er grundin til, at hesin boðskapurin verður kallaður gleðiboðskapurin. Tað er ikki , sum við tínum levnaði skal prógva fyri Gudi, at tú ert verd ella verdur hansara kærleika og rættvísi. Nei, nú hevur Gud prógvað, at hann elskar teg og hevur við sínum gerningi víst, júst hvussu nógv hann elskar teg, við at Jesus vann tær rættvísina.

Tín levnaður hevur onga ávirkan á tað, sum Gud longu hevur gjørt.

Tá ið tað er sagt, er tað kortini ikki líka mikið, hvussu vit sum Guds børn liva. Tað er ikki líka mikið, um vit semjast ella ikki, klandrast ella ikki. Tí sannleikin um, at heimurin sannar ella avsannar Jesus í stóran mun til, hvussu hann sær okkum kristnu, stendur við. Mín ævinleiki í himli er tryggur, tí eg trúgvi á Jesus, men kann eg við mínum ófyrimyndarliga lívi kosta einum øðrum menniskja henda sama himmal?

Ímynda tær, at ert einasti persónurin, eitt annað menniskja hevur til at umboða Jesus. So er tað væl ikki líka mikið, hvussu tú ert, hvat tú gert ella hvussu tú orðar teg. Hetta menniskjað sannar ella avsannar Jesus vegna teg.

Eg veit, at hetta eru hørð orð, sum kunnu leggja eina tunga byrðu á tínar herðar. Men tú ert ikki einsamallur ella einsamøll. Sama byrða hvílir á øllum Jesu lærusveinum. Og í tær býr ein, sum ber hana við tær – fyri ikki at siga fyri teg: Heilagi andin. Tað er hann, sum nú myndar teg, broytir teg, flytur teg, rættar teg, soleiðis at tú sum tíðin gongur, líkist Jesusi meira og meira. Hvørki tú, eg ella nakað Guds barn er fullkomið. Til tíðir skikka vit øll okkum illa og gera og siga tað, sum ikki er nøkur góð fyrimynd. Tí kom Jesus til jarðar at bjarga okkum.

Hvørja mynd man eitt menniskja fáa av Jesusi, um  ert einasta umboðið, hetta menniskjað hevur av honum?

Tá ið vit lesa í Nýggja Testamenti, síggja vit skjótt, at tað mangan var klandur ímillum tey fyrstu kristnu. Brøvini vóru í stóran mun skrivað til staðbundnu kirkjuliðini, tí onkur ósemja var og okkurt ófyrimyndarligt gekk fyri seg. Tey vóru kristin. Tey trúðu á Jesus. Men tey umboðaðu ikki Jesus á nakran fullkomnan hátt, tí tey enn vóru brotin menniskju.

Minst tí til: Vit eru ein ófullkomin kirkja, sum á ein ófullkomnan hátt sýna fram ein fullkomnan frelsara.

Kirkjan er ein ófullkomin kirkja við ófullkomnum kristnum, sum á ein ófullkomnan hátt sýna fram ein fullkomnan Gud.

Jesus segði við lærusveinarnar: “Á tí skulu teir kenna, at tit eru lærusveinar mínir, um tit hava kærleika hvør til annan.

Um einleikin ikki sæst í nøkrum øðrum, vísir kærleikin seg kortini at taka til hjá tí, sum trýr á Jesus. Hvussu skuldi hann ikki tað, tá ið vit betur og betur síggja tann kærleika, Gud hevur til okkara?

Úr kærleikanum veksur einleikin. Tí ljóðar nú ein spurningur til okkara: “Elski eg Gud og mítt medmenniskja?”

Gud elskar teg, hóast tú fert illa við honum. Hetta vísir Heilagi andin teg á, soleiðis at tú við tíðini meira og meira elskar Gud og harvið sært títt medmenniskja við somu kærleiksfullu eygum, sum Jesus.

Málið stendur fast. Ferðin er greið. Einleikin tekur til.


1FBA0637-E0D0-40D6-802D-0734D39614AC_1_201_a

Dáma og skriva eina viðmerking

Um tú helt hetta vera gagnligt, hevði tað glett meg, um tú trýsti á Dáma niðanfyri og møguliga eisini skrivaði eina viðmerking í rútin niðanfyri, har tað stendur Svara.

Takk fyri 🙂

0 comments on “HVAT AVDÚKAR MÍN LEVNAÐUR?

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s

%d bloggers like this: