Levnaður

HVUSSU KANST TÚ FATA GUD?

Eg kann ikki veruliga fata mítt medmenniskja fyri alt, tað er. Eg síggi og fati tað altíð frá mínum egna sjónarhorni. Tað merkir kortini ikki, at eg einki kann fata um mítt medmenniskja. Eg kann síggja og hoyra tað. Eg kann hava samfelag og samskifti við tað.

“Er nakað hægri enn eg? Nakað størri? Nakað máttmiklari enn menniskju? Nakað ævigt? Er nakar Gud til?” Hetta eru spurningar, flest okkara seta okkum frá tíð til aðra. Hetta er eisini eitt evni, sum hevur verið kjakast um í øldir. “Er nakar Gud? Og um nakar Gud er, hvør er hann og hvussu kann eg kenna hann? Vil hann mær nakað?”

Um eingin Gud er, hevur okkara hugsan og prát um hann onga avleiðing í nøkrum ævinleika, hóast tímiligar avleiðingar kunnu standast burturúr ímillum menniskju.

Um Gud hinvegin er til, eru vit øll til av eini ávísari grund. So hevur okkara levnaður ikki bert tímiligar avleiðingar, men ævigar. Tá fylgir sum ein natúrligur spurningur: “Er tað møguligt hjá mær sum menniskja at kenna Gud? Hvussu kann eg vita, hvat hann vil mær? Kann eg síggja hann? Kann eg hoyra hann? Kann eg vera í samfelagi við hann?”

Er Gud til, eru vit til av eini ávísari grund. Tá hevur okkara levnaður eisini ævigar avleiðingar.

Fyri nøkrum árum síðani var eg saman við føroysku prestunum til ein fund í Hoyvíkar kirkju, har millum annað ein kendur professari í systematiskari gudfrøði hevði ein fyrilestur. Evnið var Tann loyndi Gud. Gudfrøðingar hava upp ígjøgnum tíðirnar víst á, at Gud í veruleikanum ikki kann fatast. Hann er jú størri og hægri enn vit. Hann er ævigur, meðan vit eru tímilig. “Vit kunnu ongantíð fata Gud!” varð nevnt í fyrilestrinum.

Vit skiltu væl hesa hugsan, sum jú er sonn í vissan mun, tí sjálvandi kunnu vit ikki fata altum Gud. Men merkir hetta, at vit einki kunnu fata? Júst hetta kann jú verða ein vandi í hesum gudfrøðiliga prátinum. Tí kundi eg ikki lata vera við at seta professaranum ein spurning hesum viðvíkjandi: “Kunnu vit fata okkara medmenniskju?” Professarin svaraði: “Nei!”

Hetta er nevniliga sakin. Eg kann ikki veruliga fata mítt medmenniskja fyri alt, tað er. Eg síggi og fati tað altíð frá mínum egna sjónarhorni. Tað merkir kortini ikki, at eg einki kann fata um mítt medmenniskja. Eg kann síggja og hoyra tað. Eg kann hava samfelag og samskifti við tað.

Teldubræv

Eitt er lutvíst at fata okkara medmenniskju, men kann eg síggja og hoyra Gud. Hava samfelag og samskifti við hann?

Tað tykjast at vera tvey høvuðsrák í tíðini, tá ið tað snýr seg um felagsskapin ímillum Guds og okkara. Annað rákið heldur seg til hugsanina, at Guds veruleiki er so langt burtur frá okkara veruleika, at vit ikki kunnu kenna hann. Hitt rákið heldur seg til hugsanina, at Guds veruleiki er allastaðni. At Gud er í øllum, sum er til. Ja, vit menniskju eru eisini Gud.

At Gud – um hann er til – er so langt burtur, at vit ikki kunnu vita nakað um hann, verður nevnt naturalisma.

Henda heimsmyndin hevur tað áskoðan, at bert tað, sum vit kunnu kenna við okkara natúrligu sansum, er veruligt. Gud er so nógv størri og hægri enn vit, at vit kunnu ikki fata hann. Bíblian er bert ein bók, sum aðrar, og er tí ikki Guds orð.

Ein natúrlig fylgja av hesi áskoðan er, at upphavið til tilveruna er ópersónligt. Grundin til okkara tilveru er ikki nakað, vit kunnu hava nakran felagsskap við.

Naturalisma: Bert tað, vit kunnu sansa, er veruligt. Einki persónligt upphav er til.

Hin heimsmyndin verður nevnd panteisma og hevur tað áskoðan, at Gud ikki er nakar persónur, men ein kraft, sum er allastaðni og í øllum. Vit kunnu finna Gud í øllum, sum er til, tí hann er í øllum og er alt. Søki eg Gud í natúruni, kann eg kenna hann har. Søki eg Gud innaní mær, kann eg kenna hann har. Bíblian og allar aðrar bøkur kunnu føra meg til Guds og læra meg at kenna hann.

Eisini í hesi áskoðanini fylgir, at upphavið til tilveruna er ópersónligt, og kunnu vit tí heldur ikki hava nakran felagsskap við hetta upphavið.

Tvær ymiskar heimsmyndir, sum hava stóra undirtøku. Men latið okkum seta spurnartekin við tær eina løtu og spyrja: “Hvussu kann eg vita, um eitt medmenniskja elskar meg?” Eg kann jú ikki fult og heilt fata hetta medmenniskjað, tí eg síggi og hoyri frá mínum egna sjónarhorni.

Svarið er, at í samfelagnum við hetta medmenniskjað læri eg, at tað elskar meg. Tí eg kann síggja og hoyra tað í orðum og gerningum í samskiftinum við hetta persónligamedmenniskjað, sum eg tí vil vera saman við.

Slíkt samfelag við Gud finni eg ikki í naturalismuni, tí upphavið í hesi áskoðanini er ópersónligt. Eg finni tað heldur ikki í panteismuni, tí eisini í henni er upphavið ópersónligt. Ein persónligan Gud finni eg í hvørgan av hesum.

Panteisma: Gud er allastaðni og í øllum. Tí er Gud ikki persónligur.

Jesus segði: “Elska tit meg, tá haldið boð míni! Og eg skal biðja faðirin, og hann skal geva tykkum annan talsmann, fyri at hann skal verða hjá tykkum allar ævir, sannleikans anda, sum heimurin ikki kann taka ímóti, tí at hann sær hann ikki og kennir hann ikki; men tit kenna hann, tí at hann verður verandi hjá tykkum og er í tykkum.

Í hesum lítla brotinum í evangeliinum eftir Jóhannes lesa vit um ein tríeindan Gud. Faðir, sonur og andi, sum kann kennast og sum vit kunnu hava felagsskap og samskifti við. Hetta er ikki nakað ópersónlig upphav, men ein persónligur Gud, sum hevur vunnið okkum ein persónligan felagsskap við seg. Tað, vit við trúnni á Jesus nú síggja, kann heimurin ikki síggja. Tí er tað ikki so undarligt, at fleiri ymiskar heimsmyndir og áskoðanir eru um tilveruna og Gud.

Hvítusunnudag minnast vit til veruleikan, at Gud gjørdist menniskja. At Jesus doyði, reis upp og fór til faðirin. Og at Gud nú við Heilagum anda býr í hvørjum tí, sum trýr á Jesus. Hetta er triði persónurin í guddóminum, sum býr í tær. Jú, sanniliga hevur tú samfelag við ein Gud, sum er persónligur.

Men í hesum stutta bíbliubrotinum kunnu vit eisini lesa, at Gud ikki bert er ein persónligur Gud, sum vit kunnu vera í samfelagi við. Hetta er ein persónligur Gud, sum eisini hevur ein vilja. Ein vilja, sum hann setur orð á. Ein vilja, hann hevur við tær. Hetta er hansara vilji: “Elska tit meg, tá haldið boð míni!”

Gud er ein persónligur Gud, sum vil persónligan felagsskap við teg, tí hann hevur eina ætlan við tær.

“Men hvat er so Guds vilji? Hvørji vóru boðini, Jesus sipaði til?” kunnu vit spyrja. Svarið síggja vit í kapitlinum frammanundan hjá Jóhannesi evangelisti og kapitlinum eftir. Jesus nevndi í somu samtalu við lærusveinarnar, sum hann sigur hesi orðini, hvat fyri boð, hann gav teimum. Fyrst lesa vit orðini: “Nýtt boð gevi eg tykkum: Tit skulu elska hvør annan; líkasum eg havi elskað tykkum, soleiðis skulu eisini tit elska hvør annan.”

Síðani lesa vit nøkur fá ørindi eftir dagsins tekst orðini: “Hetta er boð mítt, at tit skulu elska hvør annan, eins og eg havi elskað tykkum.

Í felagsskapinum við tann persónliga tríeinda Gud, sum Jesus nú hevur vunnið tær, fylgir hansara vilji, at tú skalt elska títt medmenniskja, sum Jesus elskaði tað. Og tað gjørdi hann við at geva sítt egna lív fyri tað, teg og øll.

Í felagsskapinum við Gud, sum Jesus vann tær, fylgir hansara vilji, at tú skalt elska títt medmenniskja, sum Jesus elskaði tað.

Gud er hvørki langt burtur ella í øllum og allastaðni á nakran ópersónligan hátt. Nei, Gud kom nær í persóninum Jesusi, og býr í tí trúgvandi við persóninum Heilagur andi. Gud vil vera saman við tí, hann elskar. Hann er í samfelagi við teg og samskiftir við teg.

Tað kann væl vera, at tú ikki heilt kanst fata Gud fyri alt tað hann er. Men tað merkir ikki, at tú ikki kanst hava felagsskap við hann, ella at tú ikki kanst vera í samskifti við hann. Tú kanst jú ikki heldur heilt fata títt medmenniskja, men kanst vera í felagsskapi við tað og kanst samskifta við tað kortini.

Sum tú ferðast ígjøgnum lívið saman við einum medmenniskja, lærir tú tað betur og betur at kenna, soleiðis at tú í størri og størri mun fatar tað fyri tað tað er. Við hesum gerst felagsskapurin størri, sum tíðin gongur.

Vilt tú fata meira av Gudi, soleiðis at felagsskapurin ímillum tín og hansara gerst størri? Ja, so er svarið, at tú heldur fram við at ferðast saman við honum. At tú lurtar eftir tí, hann sigur í sínum orði og sigur við hann tað, sum býr tær á hjarta. Heilagi andi, sum býr í tær, hjálpir tær við júst hesum.

1FBA0637-E0D0-40D6-802D-0734D39614AC_1_201_a

Dáma og skriva eina viðmerking

Um tú helt hetta vera gagnligt, hevði tað glett meg, um tú trýsti á Dáma niðanfyri og møguliga eisini skrivaði eina viðmerking í rútin niðanfyri, har tað stendur Svara.

Takk fyri 🙂

0 comments on “HVUSSU KANST TÚ FATA GUD?

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s

%d bloggers like this: