Levnaður

Í KVIRRUNI LOYVI EG GUDI FRAMAT

Eins og vit kunnu leingjast eftir friði fyri oyruni, kunnu vit leingjast eftir friði fyri sinnið. At kenna eina sálarliga kvirru, soleiðis at vit kunnu hvíla í levnaðinum. Hvat munnu vit hoyra, um vit í kvirruni loyva øðrum at tosa?

Kennir tú støðuna, at tú ikki hoyrdi, hvussu nógv tað larmaði umkring teg, fyrr enn larmurina sløknaði? Útvarpið, sum leikaði í, meðan tú sat saman við familjuni umkring døgurðaborðið og royndi at tosa og hoyra, hvat hini søgdu? Amboðið, sum dukaði, meðan tú royndi at fáa savnað tínar tankar um nakað, tú skuldi fáa skil á? Ferðslan, sum dundi,  meðan tú sat í stovuni við vindeyga út ímóti vegnum og las eina bók? Í huganum sigur tú við teg sjálva ella sjálvan “Okkurt er, sum órógvar”, men skjótt skúgvar tú tankan til viks og heldur fram við tí, tú ætlar. Tá ið so útvarpið verður sløkt, amboðið tagnar, og ferðslan minkar, skilir tú brádliga, at tað var hetta, sum larmaði. Tað kennist nærum sum um at tú nú hoyrir kvirruna og tú ásannar, hvussu ríkt tað er at uppliva eina løtu uttan larm.

Tá larmurin tagnar, hoyrist kvirran.

Men hetta er ikki einasti larmurin í tínum lívi. Tað er ikki bara larmur, sum fer inn ígjøgnum oyruni, sum er larmur í lívinum hjá fleiri okkara. Í sjálvum huganum kann tað larma. Tankarnir flúgva í eyst og vest innaní tær, meðan fleiri og fleiri tykjast at leggjast aftur­at. Kennir tú hetta? Mangan er tað soleiðis, tá ið vit hava ov nógv at gera, tá ið vit skulu taka eina stóra avgerð, ella tá ið vit verða rakt av angist.

Eins og vit kunnu leingjast eftir friði fyri oyruni, kunnu vit leingjast eftir friði fyri sinnið. At kenna eina sálarliga kvirru, soleiðis at vit kunnu hvíla í levnaðinum.

Tað undarliga er kortini, at tá ið vit so fáa loyvi til at uppliva kvirruna antin fyri oyruni ella sinni, vísir tað seg, at vit rættiliga skjótt leita inn aftur í larmin.

Krists himmalsferðardag minnast vit løtuna, Jesus fór heim til faðirin eftir uppreisnina. Hann er ein av árligu halgidøgu­num, sum altíð fellir á ein vanligan gerandisdag, tí hann er 40 dagar eftir Páskadag og er tí altíð ein hósdag. Mangan kann tað vera gott veður tíðina, tá ið Krists himmalsferðardagur er og tykist tað tí fyri fleiri, at hesin halgidagurin kemur tvørt fyri. Vit kunnu hugsa: “Eg kundi fingið so nógv burturúr í dag, men nú kann eg ikki, tí tað er halgidagur! Eg kundi málað húsini, stoypt garðin ella trimmað runnarnar, men tað er Krists himmalsferðardagur!”

Kennir tú teg aftur í hesum ella onkrum líknandi tanka?

Men er tað ikki í veruleikanum ein gáva, vit hava fingið, tá ið nakrir halgidagar fella á vanligar gerandisdagar? Er tað ikki mangan , at vit fáa loyvi at hoyra kvirruna, tí larmurin frá gerandisdegnum tagnar?

Eins og vit kunnu leingjast eftir friði fyri oyruni, kunnu vit leingjast eftir friði fyri sinnið.

Í oktober 2014 stóð ræðandi grein í Starvsblaðnum, sum er blaðið hjá Starvsmannafelagnum. Evnið í greinini var strongd, og vóru tøl sett á avleiðingarnar av strongd. Tá ið nú eingin føroysk tøl eru hesum viðvíkjandi, vóru donsk tøl flutt til føroysk fyri at síggja eina ábending um, hvussu støðan man vera í Føroyum. Hesi tølini skulu tí lesast við fyrivarni, men munnu kortini ikki vera langt frá veruleikanum.

350 føroyingar ganga heima dagliga vegna strongd. 5000 føroyingar hava daglig sjúkueyðkenni vegna strongd. Føroyingar taka sær 15.000 dagar í fráveru árliga. 300 føroyingar verða innlagdir á sjúkrahús árliga. 30 føroyingar mugu fara á fyritíðarpensión árliga. Og 14 føroyingar doyggja árliga vegna strongd.

Eins og ov nógvur lamur fyri oyruni kann fáa avleiðingar fyri hoyrnina, kann ov nógvur lamur í sinninum vegna strongd fáa álvarsligar avleiðingar fyri levnaðin.

Kanadiski presturin Carey Nieuwhof skrivaði: “Um tú ikki heldur hvíludagin, heldur hvíludagurin teg!”

Við hesum vildi hann vísa á, at um vit ikki taka ta kvirru og hvíld, vit hava tørv á, siga kroppurin og sinnið fyrr ella seinni frá og strongdin gerst úrslitið.

Um tú ikki heldur hvíludagin, heldur hvíludagurin teg!

Tað er torført hjá okkum at ímynda okkum, júst hvussu stórt tað mundi vera hjá lærusveinunum at fáa loyvi at vera saman við Jesusi í 40 dagar, eftir at hann varð reistur upp frá deyðum. Lærusveinarnir høvdu fylgt honum í trý ár, og lærdu hann heilt væl at kenna. So upplivdu teir neyð, ørkymlan, sorg og iva, tá ið Jesus varð tikin, dømdur og dripin. At síggja Jesus aftur livandi… Ja, hvussu kunnu vit seta okkum inn í tað? Men júst hetta var tað, lærusveinarnir upplivdu og vóru vitni til. Teir vóru útvaldir. Teir kendu Jesus. Teir vóru vitni til uppreisnina. Mundu teir ikki hugsa: “Jesus er tann Messias, sum skuldi koma. Nú vita vit tað, tí vit hava sæð hann livandi aftur, eftir at hann doyði. Vit mugu tí fara og siga øllum frá hesum, sum vit nú hava verið vitni til.”

Jú, lærusveinarnir mundu vera sera spentir til at siga heiminum frá um Jesus. Teir vildu sleppa til arbeiðis. Teir vildu gera nakað, soleiðis at hini skuldu trúgva eins og teir.

Tí vekur tað ans, at Jesus segði við teir: “Tit skulu halda tykkum kvirrar í staðinum, inntil tit verða íklæddir kraft frá tí høga.

Lukas evangelistur, sum skrivaði hesi orðini, skrivaði tað sama í Ápostlasøguni, har tað stendur: “Meðan [Jesus] var saman við teimum, beyð hann teimum ikki at fara burtur úr Jerúsalem, men at bíða eftir fyrijáttan faðirsins.”

Jesus mundi kenna á lærusveinunum, hvussu spentir teir nú vóru at fara til verka við at boða góðu tíðindini um Jesu uppreisn til frelsu fyri hvønn tann, sum trýr, fyri øllum heiminum. Jesus bað lærusveinarnar bíða og at vera kvirrar.

Hví? Jú, av somu grund, sum tá ið hvørt menniskja arbeiðir í egnari megi og soleiðis verður tømt fyri orku, til likam og sinni siga: “Steðga!”

Lærusveinarnir høvdu dirvi, orku og mót til at fara til verka, nú teir høvdu sæð Jesus livandi aftur. Men Jesus visti, at um teir eftir at hann var farin til faðirin fóru at arbeiða í egnari megi, mundi ikki ganga long tíð, áðrenn teir góðu upp og mistu mótið.

Lærusveinarnir skuldu nevniliga ikki gera arbeiðið. Ein annar skuldi gera arbeiðið, meðan teir skuldu vera tey amboðini, hesin skuldi gera arbeiðið við. Tí skuldu lærusveinarnir bíða og vera í kvirru. Teir skuldu læra, at gerningurin er Guds og ikki menniskjans. Teir skuldu geva seg yvir sum amboð í Guds hond. Og í júst hesum kundu teir tí hvíla og tæna í gleði samstundis, tí Heilagi andin skuldi nú bera vitnisburðin um Jesu uppreisn í lærusveinunum.

Lærusveinarnir skuldu ikki gera arbeiðið. Ein annar skuldi gera arbeiðið, meðan teir skuldu vera tey amboðini, hesin skuldi gera arbeiðið við.

Hvat er tað, tú hevur fingið við Jesu uppreisn frá deyðum? Jú, tú hevur fingið Himmalin, sum Jesus nú hevur vunnið tær. Men hugsa nærri um tað. Hvat hevur tú fingið? Tú hevur fingið loyvi at bíða og vera í kvirru! Tú hevur fingið gávuna at hvíla, tí at ein annar hevur gjørt og ger arbeiðið fyri teg.

Nú kann væl vera, at tú veitst, hvat tað er at arbeiða fyri at toknast Gudi. At royna at skikka tær væl, soleiðis at tú kundi liva eftir teimum boðum, Gud gav okkum øllum. Kanska hevur tú eisini lært, hvussu hart arbeiði tað er. Og at uttan mun til, hvussu væl og nógv tú arbeiðir fyri at náa rættvísi við egnari megi, so miseydnast tú aftur og aftur. Kanska hevur tú givið upp. Kanska orkar tú ikki meir.

Júmen, eru Jesu orð um at bíða og vera í kvirru kærkomin orð til tín. Tí vegna tað, at ikki bara tú, men hvørt menniskja ikki megnar at arbeiða seg fram til Guds rættvísi, er tað at Jesus við sínum krossarverki gjørdi arbeiðið fyri okkum.

Tað er gleðiligu tíðindini. Tað er gávan. Og tað var fyri teg.

Við trúnni á Jesu deyða og uppreisn er tað framhaldandi ikki tú, sum skalt gera arbeiðið. Tí í tær býr nú Heilagi andin, sum ger arbeiðið, meðan tú ert amboðið í hansara hond. Tí fært tú loyvi til at bíða, vera í kvirru og hvíla.

Tú hevur fingið gávuna at hvíla, tí at ein annar hevur gjørt og ger arbeiðið fyri teg.

Hevur tú nakrantíð lagt til merkis, at um tú steðgar við at tosa, fara onnur at tosa ístaðin fyri teg? Ella um tú steðgar við at gera eina tænastu, fara onnur at gera tænastuna fyri teg?

Í hvussu stóran mun ert tú ein forðan fyri at onnur sleppa framat? Hvørjir sannleikar komu ikki fram í samtaluni, tí at tosaði ov nógv? Hvør tænasta varð ikki gjørd, tí at gjørdi alt?

So mangan halda vit, at vit skulu gera og gera, tosa og tosa. Men sannleikin er tann, at um ein einstaklingur skal gera og siga alt, fær fjøldin ikki rúm til at gera og siga sítt. Hvussu nógv betur er tað ikki, tá ið fleiri í felag gera og siga tað, hvør í sínum lagi er dugnaligur og vísur til.

Teldubræv

Sannleikin er tann, at í kvirruni gevur tú øðrum rúm at arbeiða fyri teg! Um tú dugir at traðka aftur, loyvir tú øðrum framat. Kann vera, at endaliga úrslitið eisini verður betri, um tú ikki gert ella sigur alt, men at onnur eisini fáa loyvi at geva sítt íkast.

Tað merkir ikki, at tú nú ikki ert egnað ella egnaður til at gera ella siga nakað sum helst. Tað merkir bara tað, at fjøldin stendur sterkari, tá ið einstaklingarnir í hvør sínum lagi duga at traðka aftur og loyva hinum framat.

Í hvussu stóran mun ert tú ein forðan fyri at onnur sleppa framat?

Hugsa um tilveruna og teg sjálva ella sjálvan. Hvussu nógv av tí heila er í veruleikanum tín gerningur og tær at takka, tá ið tú hyggur at skapanarverkinum, tú ert partur av?

Gud skapti teg. Tað er alt Guds gerningur. Ikki tín. Tú ert til, tí Gud arbeiddi. Jesus frelsti teg. Tað er alt Jesu gerningur. Ikki tín. Tú eigur himmalin, tí Jesus arbeiddi. Andin myndar teg. Tað er alt Andans gerningur. Ikki tín. Tú verður  við tíðini meira, sum Gud vil, tí Andin arbeiðir.

Í kvirruni gevur tú Gudi rúm at arbeiða fyri teg!

Jú, tað kann vera torført at lata vera við at arbeiða og søkja inn í tilverunnar larm. Tað kann vera torført at traðka aftur í levnaðinum, soleiðis at onnur kunnu sleppa framat. Lærusveinarnir høvdu jú eisini torført við hesum.

Men spyr tí teg sjálva ella sjálvan:

  1. “Hvar eigi eg at bíða og vera kvirrur, soleiðis at onnur kunnu gera arbeiðið fyri meg?”
  2. “Hvussu kann eg traðka aftur og loyva Gudi framat, soleiðis at eg kann lata hann gera tað, bara hann kann?”

Í kvirruni gevur tú Gudi rúm at arbeiða fyri teg!

Hvussu man tín levnaður í gerandisdegnum fara at síggja út, um tú livir í minni mun í tilverunnar larmi? Um tú dugir at bíða og vera í kvirru. Manst tú ikki tá betur síggja arbeiðið, Gud hevur gjørt og framhaldandi ger?


1FBA0637-E0D0-40D6-802D-0734D39614AC_1_201_a

Dáma og skriva eina viðmerking

Um tú helt hetta vera gagnligt, hevði tað glett meg, um tú trýsti á Dáma niðanfyri og møguliga eisini skrivaði eina viðmerking í rútin niðanfyri, har tað stendur Svara.

Takk fyri 🙂

0 comments on “Í KVIRRUNI LOYVI EG GUDI FRAMAT

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s

%d bloggers like this: