Umsiting

AT GEVA GEVUR!

Ert tú glað/ur? Við øllum ognunum, tú hevur um hendi, og huganum um at metta tína sál: Hevur tú frið? Hvílir tú? Ert tú nøgd/ur? Kennir tú teg trygga/n og hugsar, at nú tú hevur so stóra ogn, nýtist tær ikki at óttast fyri levnaðinum?

Ongantíð í heimssøguni munnu vit menniskju hava havt so nógv um hendi, sum vit hava í dag. Hús, bilar, møblar, klæðir, amboð, tól… við øllum tí peningi, vit hava, er tað fyri fleiri okkara soleiðis, at vit stórt sæð kunnu ogna okkum tað, vit peika á.

Sjálvandi eru øll í heiminum ikki í hesi støðuni og tú hevur kanska hug at siga, at tú ikki eigur so nógv og stórt sæð ikki kanst ogna tær tað, tú so fegin ynskir. Men spyr teg sjálvan: “Kann eg nevna alt tað við navni, sum eg havi um hendi? Minnist eg alt, sum eg havi ognað mær? Veit eg, hvar allir mínir lutir, míni amboð og míni tól eru?”

Fleiri okkara eru nevniliga so ovur mettað av ognum, at ikki er rúm fyri teimum og leggja vit tí nógv til viks. So gongur ein tíð og vit gloyma, at vit eiga hetta og hatta. Hvussu nógv hava ikki upplivað, at tá ið tey skuldu fara at rudda okkurt rúm ella skáp, so lá okkurt fjalt aftan fyri ymiskt annað? Setningar sum: “Áh, hetta havi eg púrasta gloymt, at eg átti.” ella: “Her liggur luturin, eg so leingi havi leitað eftir.” ella: “Hvat er hetta fyri nakað? Eigi eg hetta?” munnu ikki vera fremmandir fyri fleiri okkara. Hvat sigur tað um okkum, at vit kunnu siga soleiðis? Sigur tað ikki júst tað, at vit hava so nógv um hendið, at tað mestsum ikki er rúm fyri øllum? Um ikki manglandi rúm fysiskt, so manglandi rúm psykiskt?

Fleiri okkara eru so ovur mettað av ognum, at ikki er rúm fyri teimum og leggja vit tí nógv til viks.

Samstundis, sum hetta tykist at vera veruleiki, munnu vit menniskju ongantíð í heimssøguni hava verið so sjálvsøkin, sum vit eru í dag. Vit nýtast ikki leita leingi fyri at síggja, at leitanin eftir at metta eins egnu gleði og egna nøgdsemi er ein høvuðstáttur fyri nútímans menniskja. Vit skifta arbeiði títtari enn nakrantíð áður. Vit skifta ognir títtari enn nakrantíð áður. Ja, vit skifta felagsskapir títtari enn nakrantíð áður. Fyri hvat? Jú, fyri at metta okkurt innaní okkum, sum leitar eftir at uppfylla seg sjálvt við føði, sum kann geva gleði, nøgdsemi, hvíld og frið… til ein sjálvan.

Vit lúgva fyri okkum sjálvum, um vit siga, at vit ikki eru merkt av materialismuni og egoismuni, sum myndar mannaættina í dag. Eru vit ikki eisini børn av tilverunnar tíð?

Leitanin eftir at metta eins egnu gleði og egna nøgdsemi er ein høvuðstáttur fyri nútímans menniskja.

Vit hava nógv, men geva lutfalsliga lítið, tí vit samstundis við at hava so nógv, vilja metta okkum sjálv við øllum tí, vit hava. Hóast vit vita um og síggja medmenniskju, sum lítið hava, tykist tað vera sera torført at geva so nógv, at tað kemur at merkjast í okkara egna trivnaði. Við einum materialistisk­um sinnalagi savna vit okkum meira og meira tilfar, meðan vit við einum egoistiskum sinnalagi í minni og minni mun vilja geva hetta tilfarið til okkara medmenniskju.

Men ert tú glaður? Við øllum ognunum, tú hevur um hendið, og huganum um at metta tína sál: Hevur tú frið? Hvílir tú? Ert tú nøgdur? Kennir tú teg tryggan og hugsar, at nú tú hevur so stóra ogn, nýtist tær ikki at óttast fyri levnaðinum?

Ella er sálin enn ótrygg og svong? Ert tú ótryggur og óttast um lívið og framtíðina? Ja, óttast tú nú ikki bert um tað, men eisini at missa allar tær ognirnar, tú hevur um hendið? Er tað nú vorðið soleiðis, at tryggleikin, friðurin og gleðin eru bundin til tínar ognir?

Man tað vera, at samstundis sum vit ongantíð í heimssøguni hava havt so nógv um hendi og ongantíð hava hugsað so nógv um okkum sjálv, at vit ongantíð hava stúrt so nógv um tilveruna?

Man tað vera, at samstundis sum vit ongantíð í heimssøguni hava havt so nógv um hendi og ongantíð hava hugsað so nógv um okkum sjálv, at vit ongantíð hava stúrt so nógv um tilveruna?

Nú ljóðar alt hetta kanska nakað dapurt. Latið okkum tí fáa staðfest, at Gud ikki sigur tað vera skeivt at hava ognir. Tað er ikki so, at Gud ikki vil hava, at tú hugsar um teg sjálvan og vilt tryggja tær eina góða framtíð. Í Bíbliuni eru fleiri tekstir, sum júst greiða frá, at tað er gott at liva eitt lív, merkt av tilvitaðari ætlan viðvíkjandi ognunum tær og tínum at gagni.

Líknilsið hjá Lukasi evangelisti um ríka bóndan er ikki ætlað at siga okkum, at tað ikki er gott, at tað viðhvørt kann gangast okkum væl í levnaðinum.

Líknilsið er ikki ætlað at siga okkum, at vit ikki eiga at leggja lívið til rættis, soleiðis at vit kunnu rúma tí, vit hava um hendi. Tað er einki skeivt í at fyrireika seg til framtíðina.

Líknilsið er ikki ætlað at siga okkum, at vit ikki eiga at vera rík. Í bíbilsku søgunum lesa vit um, hvussu Gud brúkti bæði ríkasta mannin í heimssøguni og fátækastu kvinnuna.

Trupulleikin er ikki ognirnar, men hvussu eg sum eigari umsiti ognirnar. Høvuðsorðini í tekstinum eru: Gírni og ríkur í Gudi. Júst hesi viðurskiftini taka fatur í tað, sum eyðkennir okkum menniskju í dag: Materialisma og egoisma.

Nakin verða vit fødd inn í henda heimin og nakin fara vit út aftur. Meðan vit eru á ferð frá inngongd til útgongd hava vit meira ella minni av ognum, sum vit hava fingið loyvi at umsita á ferðini. Vandin er, at hesar ognir gerast okkara megin fokus. At alt lívið snýr seg um ognirnar, vit hava um hendi.

Men ognirnar, vit hava um hendið, eru ikki okkara, men Guds. Alt, vit hava, hava vit fingið, tí upprunin er Gud. Tað, tú nú hevur, hevur tú fingið at umsita Gudi til æru og tínum medmenniskja at gagni. Ikki til at metta tína egnu sál.

Jesus vísti á, at nakað eitur at vera ríkur í Gudi. Tað er eitt annað ríkidømið, enn tað vit kunnu ogna okkum við okkara egna verki. Ja, tað er eitt ríkidømið, sum als ikki kann ognast, tað verður givið.

Títt ríkidømi í Gud er tær givið, tí Jesus gav seg sjálvan sum offur fyri teg, tá ið hann lat seg doyggja vegna títt gírni og sjálvsøkni. Hetta ríkidømið kanst tú ikki vinna tær og leggja afturat øllum hinum ognunum. Nei, hetta ríkidømið kann bert verða tikið ímóti sum gáva.

Tað er hetta ríkidømið – himmalin tær vunnin – sum eigur at vera títt fyrsta fokus, meðan tú umsitur aðrar ognir Gudi til æru og medmenniskjum at gagni.

Teldubræv

At geva gevur! Tað er ein lærusetningur í hesum ríkidøminum, sum Gud hevur vunnið tær. Hann gav. Tá ið tú sært, at hann gav, hevur tað eina ávirkan á teg. Tað broytir og myndar teg. Soleiðis er tað eisini ímillum teg og títt medmenniskja. Tá ið tú gevur einum medmenniskja av tínum, gevur tað hesum medmenniskja nakað, men eisini tær.

Í bókini The Benedict Option, skrivar rithøvundurin Rod Dreher um, hvussu dagliga lívið sum munkur er.

Hann livir við hugsanini um, at Gud er tann, sum hevur skipað alt. Hansara gerningar og ognir eiga at hava Gud sum mál. Hann livir eitt lív í bøn, har hann við øllum tí, hann tekst við, ger tað í samtalu við Gud. Hann tilbiður Gud í sínum dagliga starvi, við at arbeiða sum um var tað altíð fyri Gudi. Og so livir hann eitt lív, har hann frásigur sær alt, sum hugur og hjarta á ein holdsligan hátt áhaldandi leingjast eftir.

Lívið sum munkur er eitt lív, har tíð, ognir og førleikar verða givin Gudi til æru og medmenniskjum at gagni. Rithøv­und­urin peikar á, at tað er júst hetta, okkum er tørvur á at gera í dag, um vit skulu finna frið og hvíld fyri sálum okkara.

Tá ið tú gevur einum medmenniskja av tínum, gevur tað hesum medmenniskja nakað, men eisini tær.

At geva gevur! Men tað er torført at geva tað, hjarta og hugur okkara holdsliga krevur sum egna ogn. Vit eru børn av okkara egnu tíð og liva tí soleiðis, sum vit gera, tí vit duga illa annað. Men Gud steig inn í henda heimin og broytti hann. Hann gav sín egna son, soleiðis at vit í honum eiga frið og hvíld.

Spurningurin ljóðar tí til tín, nú hevur fingið givið himmalin fyri nakað, ein annar gjørdi fyri teg:

  1. Hvat eigur tú at frásiga tær av tí, sum bindur teg til tíni holdsligu ynski í mun til Guds vilja?
  2. Hvussu kanst tú tilbiðja Gud í tí tú gert dagliga, og vera í áhaldandi samtalu við hann, sum gav tær seg sjálvan?
  3. Hvørji medmenniskju høvdu havt gagn av tínum ognum, og hvat av tí eigur tú at geva teimum?

Eitt lív, har tíð, ognir og førleikar verða givin Gudi til æru og medmenniskjum at gagni er tað, okkum tørvar at gera, um vit skulu finna frið og hvíld fyri sálum okkara.

At geva gevur! Samstundis sum heimssøgan hevur ført okkum higar viðvíkjandi materialismuni og egoismuni, har vit kortini kenna okkum ótrygg í ótta, hava fleiri upp ígjøgnum heimssøguna givið tíð, ognir og førleikar Gudi til æru og medmenniskjum at gagni. Tey funnu frið, hvíld og gleði. At geva kann eisini geva tær júst hetta.


1FBA0637-E0D0-40D6-802D-0734D39614AC_1_201_a

Dáma og skriva eina viðmerking

Um tú helt hetta vera gagnligt, hevði tað glett meg, um tú trýsti á Dáma niðanfyri og møguliga eisini skrivaði eina viðmerking í rútin niðanfyri, har tað stendur Svara.

0 comments on “AT GEVA GEVUR!

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s

%d bloggers like this: