Levnaður

UM GUD FYRIGEVUR, EIGI EG AT FYRIGEVA!

Hevur tú torført við at fyrigeva tínum medmenniskja? Hvussu við sjálv/ur at taka ímóti fyrigeving, tá ið tú hevur gjørt okkurt skeivt? Tá ið eg geri okkurt skeivt og verði fyrigivin, er lættari hjá mær at fyrigeva øðrum, sum gera mær nakað skeivt!

Fyri nøkrum árum síðani tosaði eg við ein mann, sum í longri tíð hevði livað á lívsins skuggasíðu. Eftir at hava prátað saman um leyst og fast, segði maðurin: “Eg trúgvi á Gud.” Hann vildi vissa meg um, at einki var galið við hesum partinum av lívinum. Hann trúði á Gud og tað, Gud stendur fyri. “Eg trúgvi á Gud, men eg havi gjørt so nógv skeivt.” Maðurin hevði torført við at sameina trúnna á Gud við levnaðin, sum var merktur av so nógvum føllum. Hann trúði á Gud, men mundi tað nú vera nokk, tá ið fortíðin ikki var so vøkur? Eitt er at trúgva á Gud, men tá ið Gud eisini er ein rættvísur Gud, sum krevur rættvísi frá okkum, hvussu skulu vit tá hava tað í øllum tí skeiva, vit gera. Tað var greitt fyri mær, at hesin maðurin hevði torført við bæði at hvíla í trúnni á Gud, og samstundis kenna fortíðina við øllum tí, sum Gud ikki kundi gleðast um. Men maðurin steðgaði ikki her. Nú hevði hann sligið fast fyri mær, at hann fyri tað fyrsta trúði á Gud. Fyri tað næsta hevði hann lutað fyri mær, at tað var so nógv skeivt, hann hevði gjørt í sínari fortíð. Síðani helt hann fyri tað triðja fram: “Tað er torført at liva eitt kristiligt lív.” Við hesum orðunum viðurkendi maðurin, at hóast tú hevur trúgv á Gud og kanst finna hvíld í hansara fyrigeving fyri tað skeiva, sum er gjørt í fortíðini, fylgir ikki neyðturviliga, at tað frameftir er lætt at liva eitt kristiligt lív.

Hetta er ikki nakað, sum bert hesin maðurin og nøkur fá onnur uppliva. Nei, hetta er nakað, sum flestu okkara kenna væl frá levnaðinum: At okkara skeiva lív kann vera forðan í at síggja Guds kærleika og fyrigeving. Tað er so fjart frá okkum í øllum, vit læra av lívinum, bæði at síggja ein kærligan Gud, sum fyrigevur, samstundis, sum vit síggja júst hvussu nógv skeivt, vit hava gjørt í okkara fortíð. Um vit hinvegin læra at hvíla í trúnni, vísir tað seg kortini framhaldandi at vera torført at liva eitt lív, har vit ikki gera so nógv skeivt, men at vit liva eitt kristiligt fyrimyndarligt lív. Og so koma vit skjótt aftur í eina støðu, har vit ikki kenna hvíld, frið og frælsi kortini.

Kennir tú frá levnaðinum, at títt skeiva lív kann vera forðan fyri at síggja Guds kærleika og fyrigeving?

Líknilsið um burturfarna sonin man vera eitt av kendastu líknilsunum, Jesus segði frá. Hetta man eisini vera eitt av teimum mest litføgru, har vit í hvør sínum lagi samanlíkna okkum við henda sonin, sum fór burtur og skikkaði sær so illa, við at taka allan arvin, fara út í heimin og oyðsla alt burtur í einum ófyrimyndarligum og syndarligum levnaði.

Vit munnu ikki vera mong, sum natúrliga samanlíkna okkum við skikkiliga sonin, sum var eftir við hús.

Tá ið Jesus segði frá hesum líknilsi, lurtaði ein fjølbroytt mannamúgva. Á aðrari síðuni vóru tollarar og syndarar, sum skjótt dugdu at síggja, at yngri sonurin umboðaði tey. Tey vóru tey, sum livdu eitt syndarligt lív, har Guds gávur vóru oyðslaðar burtur í einum sjálvsøknum levnaði.

Á hinari síðuni vóru Farisearar og skriftlærdir, sum eisini dugdu at síggja, hvør av synunum umboðaði teir. Tað var eldri sonurin, sum eftir øllum at døma skikkaði sær væl.

Sannleikin er tann, at báðir synirnir gjørdu nakað skeivt og nakað rætt. Tann yngri gjørdi skeivt í at fara heimanífrá og oyðsla alt burtur, men rætt í at ganga í seg sjálvan og koma heim aftur. Tann eldri gjørdi rætt í at verða verandi heima, men skeivt í at gerast illur, tá ið faðirin fyrigav hinum yngra.

Hvønn av persónunum í líknilsinum metir tú umboða teg? Eg hugsi, at tey flestu okkara hava hug at siga, at ætlanin hjá Jesusi við hesum líknilsi var, at áhoyrarin skuldi seta seg í støðuna hjá yngra syninum. Men man tað nú vera so?

Hvussu hugsar tú, tá ið ein persónur verður skuldsettur fyri onkran ræðuleika ímóti einum medmenniskja? Nero, Hitler, Anders Breivik, ella onkur, tú hevur hoyrt um í føroysku miðlunum? Dømir tú tá persónin í tínum sinni? Hvat nú, um hesin sami persónurin verður fríkendur, tí hann kortini ikki hevði gjørt henda ræðuleikan, hann varð skuldsettur fyri? Heldur tú tá fram við at døma hann kortini og hevur torført við sjálvur at fríkenna hann? Ella hvussu, um persónurin verður dømdur, men síðani seinni angrar ræðuliga gerningin? Heldur tú tá hóast tað fram við at døma?

Tað vísir seg nevniliga at vera torført hjá okkum at elska og fyrigeva einum medmenniskja. Skjótt hjá mær at ikki bert døma, men enntá fordøma míni medmenniskju. Skal eg vera erligur, má eg ásanna, at í veruleikanum líkist eg mangan ikki yngra, men eldra syninum.

Hvussu hugsar tú, tá ið ein persónur verður skuldsettur fyri onkran ræðuleika? Dømir tú tá persónin í tínum sinni? Eisini, um viðkomandi er ósekur?

Meira og meira, vit hugsa um hetta líknilsið og seta okkum inn í støður frá okkara egna lívi, duga vit at síggja, at ikki bara annar av synunum umboðar okkum, men báðir. Meðan faðirin umboðar Gud, umboða báðir synirnir meg, sum tað einstaka menniskjað í mun til Guds.

Sum tann eldri sonurin í líknilsinum haldi eg meg gera alt rætt í levnaðinum. Livi eitt rímiliga fyrimyndarligt lív og skikki mær sum heild væl. Ein natúrlig avleiðing av hesum er, at eg so skjótt kann gerast sjálvglaður og sjálvrættvísur, so at eg kann hyggja niður á míni medmenniskju og dømi tey.

Sum tann yngri sonurin haldi eg meg gera alt skeivt. Eg kann hyggja afturá lívið og síggja, at eg ikki livdi nakað fyrimyndarligt lív, men tók mangan skeivar avgerðir og fór illa við mínum medmenniskjum. Ein natúrlig avleiðing av hesum er, at eg so skjótt kann kenna meg lítið verdan, dømdan av mínum medmenniskjum og fortaptan.

Teldubræv

Báðir synirnir umboða teg, men tú – sum eg – hevur hug at hella til annan sonin. Vandin við bert at síggja teg sjálvan í øðrum syninum er, at um tú ikki kennir støðu hins yngra, ert tú sum hin eldri. Hinvegin: Um tú kennir støðu hins yngra, kanst tú gerast ein betri eldri. Hervið er lærusetningur til okkara í hesum líknilsi fylgjandi: Eg eri tann góði eldri sonurin ígjøgnum hin syndarliga angrandi yngra!

Eg eri jú syndarin, sum varð fyrigivin av faðirinum. Menniskjað, sum vendi Gudi ryggin við at gera tað, sum eg bestan hevði hugin til sjálvur. Men í mínum angri møtti eg einum kærligum Gudi, sum gav mær sín egna son sum loysigjald fyri alt tað skeiva, eg gjørdi.

Nú eri eg tann fyrigivni, sum eri bróðir syndaran. Tí má eg nú sum tann fyrigivni sonurin ásanna og viðganga, at um Gud elskar og fyrigevur mær, eigi eg at elska og fyrigeva bróðir mínum! At eg nú eri elskaði og fyrigivni syndarin, sum tí kann elska og fyrigeva syndaranum!

Sært tú teg sjálvan í yngra syninum, broytir tað teg sum menniskja. Tí tá sært tú, júst hvussu nógv tú fekst fyrigivið. Og júst hvussu nógv faðirin gav, fyri at hann kundi møta tær sum tann kærligi faðirin, ið vil møta tær hálsfevnandi.

Broytingina sært tú best við tíðini, sum tú ár fyri ár gerst meira tann eldri sonurin, ið faðirin sá og møtti. Harvið lærir tú við tíðini at síggja – ikki við tínum eygum – men Guds.

Maðurin, eg tosaði við hesi árini síðani, mundi kenna seg at vera onkrastaðni ímillum yngra og eldra sonin í hesum líknilsinum hjá Jesusi. Hann trúði á Gud, men hevði gjørt so nógv skeivt, og hevði nú torført at liva eitt kristiligt lív. Í okkara huga kann henda tvístøða kennast, sum um yngri sonurin dró ein veg, meðan eldri sonurin dró hin.

Nakað av tí seinasta, hesin maðurin segði mær, var: “Eg hevði viljað vitað líka nógv sum tú.” Við hesum orðunum vildi hann siga, at tað óivað var lættari at liva eitt kristiligt fyrimyndarligt lív, um kunnleikin um Gud var størri.

Eg gjørdi tað ikki, men kundi tá svarað manninum: “Til lukku! Tí tú sært meira enn fleiri onnur menniskju! Tú sært, at tú skikkaði tær illa. Tú sært, at tú mátti ganga í teg sjálvan og venda heim aftur. Tú sært, at Gud tók ímóti tær. Tú sært, at tú ert elskaður og fyrigivin. Til lukku!”

Um Gud fyrigevur, eigi eg at fyrigeva. Hetta er avleiðingin av einum levnaði við trúnni á Jesus, eftir at hava verið burturfrá honum í einum óryggiligum levnaði. Gud fyrigav tær alt. Fyrigev tú nú tínum medmenniskja og hvíl í Gudi.


1FBA0637-E0D0-40D6-802D-0734D39614AC_1_201_a

Dáma og skriva eina viðmerking

Um tú helt hetta vera gagnligt, hevði tað glett meg, um tú trýsti á Dáma niðanfyri og møguliga eisini skrivaði eina viðmerking í rútin niðanfyri, har tað stendur Svara.

0 comments on “UM GUD FYRIGEVUR, EIGI EG AT FYRIGEVA!

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s

%d bloggers like this: