Menning

BROYTIR TÚ TEG SJÁLVAN, BROYTIR TÚ HINI!

Hatar tú nakran? Kanska vilt tú ikki brúka tað orðið, men onkur man vera, sum tær ikki dámar so væl. Og onkur man vera, sum ikki dámar teg væl og fer illa við tær. Jesus segði, at tú skalt elska tey, sum hata teg. Ber tað til? Og um tað ber til, hvussu gert tú so tað?

Ímynda tær ein persón, sum tú hatar. Eg veit, at tað kanska kann vera eitt sindur torført, nú tú situr her í Guds húsi, yvirhøvur at viðganga, at tú hatar nakran. Men ivaleyst man tað vera onkur í tínum lívi og í tíni fortíð, sum tú ikki hevur tað líka gott við, sum tey menniskjuni, tú elskar. Tú hatar kanska ikki hetta menniskjað, men tú elskar tað heldur ikki. Hetta var tann, sum happaði teg. Tann, sum sveik teg. Tann, sum vrakaði teg. Tann, sum sló teg. Ja, tann, sum hatar teg. Um tú ikki vilt viðganga, at tú hevur nakran, ið tú hatar, kanst tú ímynda tær henda persónin, sum tú hevur varhugan av hatar teg, tí viðkomandi hevur gjørt – og heldur kanska fram við at gera – tær fortreð. Ímynda tær henda persónin! Hvørjar kenslur koma fram í tær? Gerst tú illur? Slær pulsurin títtari? Hugsar tú um hendingina? Hvussu alt gekk fyri seg, hvussu persónurin sá út og hvussu tú hevði tað?

Um eg nú sigi umaftur: Ímynda tær ein persón, sum tú hatar! Kanst tú so eftir at hava hugsað eina løtu um veruleikan ikki viðganga, at tað møguliga er hatur, tú kennir í tínum loyndu kenslum? Hóast tú veitst, at tað hvørki er vakurt ella kristiligt, tykist tað kortini ikki fremmant at hata tann, sum hatar teg.

Hóast tú veitst, at tað hvørki er vakurt ella kristiligt, tykist tað ikki fremmant at hata tann, sum hatar teg.

Kendi enski støddfrøðingurin og alisfrøðingurin í 17. øld Isaac Newton orðaði nakrar lógir, sum vit menniskju verða ávirkað av í gerandisdegnum, so sum tyngdilógina og hvussu likam verða drigin at hvørjum øðrum. Hetta hava fleiri okkara lært um í skúlanum. Lógin, sum verður nevnd Fyrsta lóg Newtons er tann sokallaða Lóg treyða. Hon ljóðar soleiðis: Eitt likam verður antin verandi í hvílu ella heldur fram við at ferðast við somu ferð somu leið, uttan tað verður ávirkað av einari kraft.

Um tú nú ert byrjaður at ivast, vil eg sláa fast, at tú ikki ert komin til ein tíma í alisfrøði.

Alt í tilveruni vísir seg at verða ávirkað av onkrum. Ein bóltur, sum verður sparkaður, fer frá at vera í hvílu til rørslu. Hann missir kortini við tíðini ferð og byrjar at dala niður móti jørðini aftur. Hoppar nakrar ferðir og rullar til hann aftur hvílir stillur.

Um eingin broyting er, verður alt verandi tað sama.

Tá ið Jesus segði: Tit hava hoyrt at tað hevur verið sagt: “Tú skalt elska næsta tín og hata fígginda tín.”, sipaði hann millum annað til júst hetta. Tað vanliga, vit kenna: At vit gera tað sama, sum verður gjørt móti okkum. Vit elska tey, sum elska okkum, og hata tey, sum hata okkum. Soleiðis tykist tilveran at vera.

Skulu vit gera nakað annað, skal ein broyting til. Tað sama broytir einki! Ein kraft má nerta við meg, skal eg gera nakað nýtt.

Um eingin broyting er, verður alt verandi tað sama.

Jesu boð um at elska fíggindar var heilt fremmant fyri tátíðar menniskjað bæði í huganum hjá rómverjum, øðrum tjóðum og jødum. At elska tey, ið stóðu einum nær, var givið, men líka so var givið, at tú sjálvandi hataði tey, sum hataðu teg. Alt annað vildi verið ørvitisskapur. Soleiðis var tað tá. Men man tað í veruleikanum vera nakað øðrvísi í dag? Munnu hesi orðini hjá Jesusi ikki vera líka so fremmand fyri nútíðar menniskjað? Jú, tað natúrliga er framhaldandi í dag sum fyrr, at tú slært aftur, tá ið tú verður sligin. Eyga fyri eyga. Tonn fyri tonn.

Men soleiðis var Jesus ikki. Hann sló ikki tey, sum slógu seg. Hann niðraði ikki tey, sum niðraðu seg. Ja, hann hataði ikki tey, sum hataðu seg, men elskaði tey. Jesu offur á krossinum er besta og størsta – um ikki einasta veruliga – dømið um henda so øðrvísi kærleikan. At geva sítt lív vegna kærleika, tá ið onnur so fegin vildu taka tað vegna hatur.

Krossurin broytti heimin. Boðið stendur við, tí Jesus ikki bara segði tað, men livdi tað: Elskið fíggindar tykkara!

Krossurin broytti ikki bara heimin, men hann broytir eisini teg. Hugsa um tað. Ert tú tann sami í dag, sum tú vart fyri tíggju árum síðani? Likamliga, sinnisliga og andaliga ert tú broyttur! Hvussu? Jú, tí Jesus broytir lív. Hann er tann, sum broytir okkara vanligu hugsan og okkara vanliga levnað. Hann er kraftin, sum broytir okkara leið, soleiðis at vit flyta okkum nærri sær.

Vegna kærleika gav Jesus sítt lív, tá ið onnur so fegin vildu taka tað vegna hatur.

Nú tú ert í einari støðu, har tú bæði viðurkennir, at Jesus hevur broytt heimin og teg, samstundis sum tú eisini kanst hava torført við at elska okkurt medmenniskja, sum ger tær ilt, kanst tú spyrja: “Hvussu kann eg elska mínar fíggindar?”

Jesus nevndi trý ítøkilig og verklig viðurskifti saman við boðnum at elska fíggindarnar: Fyri tað fyrsta: Vælsignið tey, ið biðja ilt yvir tykkum. Fyri tað næsta: Gerið væl ímóti teimum, ið hata tykkum. Og fyri tað triðja: Biðið fyri teimum, ið illkenna tykkum og forfylgja tykkum.

At fylgja hesum er torført og ímóti okkara natúru. Men um tú fylgir hesi leiðbeining, broytir hetta ikki bert teg, men eisini tann, tú gert hetta ímóti. Tað er jú torført at svara kærleika við hatri.

Tað er torført at svara kærleika við hatri.

Vælsigna tann, sum hatar teg! Tá ið tú hittir hetta menniskjað, sum ger tær ilt, lat so ikki natúrliga illa aftursvarið vinna á tær, men smíl og sig okkurt vakurt við og um viðkomandi. Rósa hetta menniskjað fyri okkurt gott. Einki menniskja hevur bara ringar síður. Finn tað góðu og set orð á tær ikki bert fyri viðkomandi, men eisini øðrum, tá ið viðkomandi ikki er til staðar.

Ger so okkurt gott fyri tann, sum hatar teg. Tá ið hesin persónurin er staddur í onkrum truplum í levnaðinum, halt teg tá ikki aftur, men stíg til og hjálp við tí, tú kanst.

Bið eisini fyri tí, sum hatar teg. Tá ið eingin sær ella hoyrir, nevn tá viðkomandi fyri Gudi, sum bæði sær og hoyrir teg og hin.

Teldubræv

Nú tú ímyndar tær okkurt menniskja, sum tú hatar, ella í minsta lagi ímyndar tær eitt menniskja, sum hatar teg, kann tað vera sera torført at gera hesi trý, Jesus nevndi. Men minst til: vart einaferð Jesu fíggindi! Jesus hevur kanska ikki sæð teg sum ein fígginda, men tú hevur sæð Jesus sum ein. Mannaættin øll – einki menniskja uttan Jesus undantikið – er orsøk til krossin, har Jesus í kærleika gav seg sjálvan fyri okkum fíggindar.

Enn býr fíggindskapur móti Jesusi í tær, mær og okkum menniskjum. Hetta síggja vit best, júst tí vit hava so torført við at elska tey medmenniskju, sum fara so illa við okkum. Jesus biður okkum elska tey, men vit vilja ikki. Tað er torført og tykist at stríða ímóti onkrum djúpt innaní okkum. Okkum dámar kanska betur at síggja fyri okkum, hvussu viðkomandi einaferð fer at fáa sín straff fyri tað, ið gjørt var ímóti okkum.

Men eins og Jesus elskar teg, elskar hann tann, ið hatar teg. Eins og hann gav seg sjálvan á krossinum fyri teg, gav hann seg sjálvan fyri tann, sum hatar teg. Hvussu fremmand og torfør orðini kunnu ljóða, stendur boðið við: Elskið fíggindar tykkara!

Jesus broytti heimin og broytir nú teg, soleiðis at tú hatar minni og elskar meira. Um hann kann broyta teg, kann hann eisini broyta tann, sum hatar teg. Tak tí Jesu orð fyri fult og ger eftir teimum. Vælsigna, ger væl og bið fyri teimum, sum fara illa við tær. Legg so alt annað í hendur hansara, sum broytir menniskju.


1FBA0637-E0D0-40D6-802D-0734D39614AC_1_201_a

Dáma og skriva eina viðmerking

Um tú helt hetta vera gagnligt, hevði tað glett meg, um tú trýsti á Dáma niðanfyri og møguliga eisini skrivaði eina viðmerking í rútin niðanfyri, har tað stendur Svara.

0 comments on “BROYTIR TÚ TEG SJÁLVAN, BROYTIR TÚ HINI!

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s

%d bloggers like this: