Levnaður

Eigi eg ein sess har, hvíli eg í sessinum her!

Viðhvørt hugsar tú óivað um, hvat meiningin við lívinum er. Tú leitar kanska eftir einum svari til, hví tú ert, sum tú ert, og livir, sum tú livir. Tú hyggur teg kanska um og spyrt: "Hvar er mín sessur í tilveruni?"

Hevur tú nakrantíð verið til ein føðingardag, eitt brúdleyp ella eina fest og leitað eftir, hvar tú skuldi sita? Tú komst inn í stovuna ella hølið og skimaðist rundan um teg, fyri at finna útav, hvar tín sessur var. Men eftir at hava leitað eina løtu uttan at finna hann, byrjaði ein neilig kensla at krúpa seg fram innaní tær, og kendi tú teg kanska ikki so væl. Nú var alt ikki so hugnaligt og stuttligt meira, men tú byrjaði at kenna teg illa, tí tú ikki kendi tín sess har tú nú vart.

Hetta hava fleiri okkara roynt og kunnu vit flenna eitt sindur eftir tí, tá ið vit hugsa um hesar støðurnar, vit vóru í ella kunnu ímynda okkum. Men okkara gerandisdagur er ikki so fjarur frá hesum veruleika. Tá ið tað snýr seg um tilveruna, spyrja vit bæði í huganum okkum sjálv og við munninum okkara medmenniskju:  “Hvar man mín sessur í lívinum vera? Hvat er ætlanin við mínum lívi? Hvør man meiningin við júst mær vera?”

Munnu ikki vit øll til tíðir leita eftir tilverunnar sessi og kenna óró, um vit ikki heilt vita, hví vit eru til? Vit leita, ynskja, vóna, arbeiða fram ímóti og kanska troka okkum fram til sessir, vit fegin vilja sita í, tí tað er keðiligt ikki at hava ein sess.

Ikki at kenna sín sess í tilveruni skapar óró í levnaðinum.

Til barnaføðingardagar vísir seg mangan at gerast ein trupulleiki ímillum børnini, tá ið talan er um, hvør ið skal fáa loyvi at sita næst føðingardagsbarninum. Avtalur kunnu hava verið gjørdar tímar, dagar ella enntá vikur frammanundan, soleiðis at ávísir gestir við avtalunum kunnu tryggja sær sessir.

Men hví hevur hetta so nógv at siga? Hví ganga børnini so høgt uppí hetta og gera slíkar avtalur? Jú, tí børnini vilja fegin verða sædd sum nakað serligt av hinum, sum eisini eru til føðingardag: “Hygg, eg fái loyvi at sita við liðina á føðingardagsbarninum!”

Tá ið so føðingardagurin endiliga er upprunnin og børnini skulu seta seg til borðs, vísir tað seg mangan at gerast ein trupulleiki, tí hvussu vóru avtalurnar nú? Onkur gerst keddur, onkur argur og onkur í øðini, meðan undrast og spurt verður: “Hví sleppur hon at sita har og hann har, meðan eg skal sita her?”

Vit vaksnu eru ikki nógv øðrvísi. Kanska gera vit ikki á sama hátt til føðingardagar, men hugsunarhátturin vísir seg at vera hin sami, tá ið tað snýr seg um tilveruna.

Kenna fleiri okkara ikki innast inni ynskið um at vera nakað serligt í eygunum á øðrum og í mun til onnur? Man tað ikki vera eitt nærliggjandi ynski hjá flestu okkara at vera tann fittasti starvsfelagin, tað besta ítróttarfólkið, tað hjálpsamasta medmenniskjað, tann dugnaligasti næmingurin, tann ídnasti persónurin… ja, vit kunnu sjálv seta okkara egnu orð á.

Á hvørjum øki ynski eg, at onnur síggja upp til mín og hví vil eg tað?

Ein dagin komu tveir av Jesu lærusveinum til hansara og spurdu, um teir kundu sleppa at sita við hansara lið í hansara ríki. Ja, í veruleikanum var tað móðir teirra, sum spurdi Jesus fyri teir, meðan teir stóðu hjá. Vit kunnu síggja fyri okkum, hvussu hesir báðir sum tveir smádreingir ikki heilt tordu at spyrja Jesus sjálvir, men fingu móðirina at spyrja Jesus fyri teir, meðan teir stóðu aftanfyri hana. Tá ið hinir lærusveinarnir funnu útav, hvat hesir báðir høvdu gjørt, gjørdust teir illir við teir. Henda støðan tykist ikki at vera langt frá veruleikanum til fleiri barnaføðingardagar. Allir lærusveinarnir hvør sær hugsaðu fyrst og fremst um seg sjálvan, sítt egna og vildu sjálvandi hava besta sessin.

Til teirra segði Jesus tá: “Tann, ið vil vera stórur tykkara millum, hann skal vera tænari tykkara; og tann, ið vil vera fremstur tykkara millum, hann skal vera trælur tykkara.”

Jesus segði við øðrum orðum, at teir áttu at broyta hugsunarhátt. Hvør einstakur teirra átti ikki fyrst og fremst at hugsa um seg sjálvan og sítt, men hini! Ikki við at fáa hini at síggja stórt uppá seg, men sjálvur at síggja stórt uppá hini.

Hvussu? Jú, við sum trælur at tæna.

Vit duga væl at ímynda okkum, hvussu ein trælur ella tænari ger, tá ið fólk skulu finna sín sess við borðið. Hann dregur stólin út fyri tann, sum skal sita. Hann setur seg ongantíð sjálvur, men vísir øðrum á teirra sessir. Tað skuldi vera sessur lærusveinanna.

Tann, sum vil vera stórur, skal vera tænari!

Júst soleiðis var Jesus, livdi hann og er hann framhaldandi í dag. Hann hugsaði ikki bert um seg sjálvan, sítt og vildi ikki hava rós frá øllum sínum medmenniskjum. Nei, tvørturímóti sá hann síni medmenniskju so ymisk sum tey vóru og hjálpti teimum í teirra trupulleikum. Hann tænti teimum og lyfti tey upp. Ja, hann ofraði seg fyri onnur, soleiðis at tað eisini kostaði honum lívið. Hann varð dømdur, krossfestur og doyði. Men hann varð reistur upp aftur og hevur við hesum gerningi vunnið tær ein sess. Ein sess, sum hevur títt navn á og sum eingin annar eigur. Hesin sessur er í himmalinum og verður tað ikki har, sum tú kanska hevur upplivað til onkrar veitslur her. Har skalt tú ikki leita eftir tínum sessi ella vera ivandi í, um tú eigur nakran sess. Nei, Jesus kom til jarðar sum trælur og tænti mannaættini við sínum lívi og gerningi. Hann er tann, sum nú vísir tær á tín heiðurssess, dregur stólin útfrá borðinum og býður tær smílandi at seta teg.

Sært tú hann fyri tær? Kanst tú ímynda tær støðuna?

Tá ið Jesus tosaði við lærusveinarnar henda dagin, helt hann fram við orðunum: “Eins og menniskjusonurin ikki er komin at verða tænaður, men at tæna og geva lív sítt sum loysigjald fyri mong.”

Við Jesu krossarverki er tær vunnin ein ævigur heiðurssessur í himli. Sessurin er tín! Eingin annar eigur hann. Eingin kann taka hann frá tær. Tí Jesus kom sum trælur at tæna tær.

Jesus tænti tær við at vinna tær ein sess í himli, sum tú eigur.

Nú, tá ið vit kunnu hvíla í, at vit hvør í sínum lagi eiga ein sess í himli, tí Jesus vann okkum hann, kunnu vit venda aftur til spurningin um tilverunnar sess, meðan vit eru á veg til himmalska sessin. Tí enn býr spurningurin í flestu okkara: “Hvat er meiningin við lívinum?” Nú kunnu vit tá heldur spyrja: “Hvussu skal eg so liva í gerandisdegnum, tá ið mær er vunnin ein ævigur sessur?”

Svarið til henda spurningin er nú greitt, tá ið vit hava hoyrt Jesu orð til lærusveinarnar og tá ið vit nú síggja, hvussu Jesus sjálvur livdi, tænti og gav við ikki bert at hugsa um seg, men um okkum.

Jesus nýtti orðingina: “…eins og…”, tá ið hann segði lærusveinunum, at teir áttu at vera trælir og tæna. Hesi somu orðini ljóða tí eisini til okkara eins og tey ljóðaðu fyri teimum.

Tá ið vit spyrja um okkara sess í tilveruni vil Jesus nevniliga hava, at vit hvør í sínum lagi liva fyri hini. At vit arbeiða fyri hini. At vit tæna okkara medmenniskjum. Tað er Guds vilji við okkara lívi – tínum og mínum. Tað er meiningin við tær. Gud hevur skapt teg einastandandi til nakað heilt ávíst. Eingin er sum tú, og kann tí eingin tæna hinum, sum júst kanst. Tað gevur frið í lívinum at hvíla í, at Jesus hevur vunnið tær ein himmalskan sess. Hetta gevur eisini frið inn í gerandisdagin, har Gud hevur sett teg at vera og tæna tínum medmenniskjum. Nú tú eigur ein sess har, hvílir tú nevniliga í sessinum her! Tæn tí tínum medmenniskja har tú ert soleiðis, sum tú ert, við tí tú hevur.

0 comments on “Eigi eg ein sess har, hvíli eg í sessinum her!

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s

%d bloggers like this: