Levnaður

HVAT SIGA MÍNAR REAKTIÓNIR UM MEG?

Støða, aktión og reaktión. Hetta er eitt mynstur, vit livia eftir dagliga. Vit hugsa kanska ikki so nógv um tað, men hvussu vit agera og reagera sigur nógv um, hvørji vit innast inni eru.

Tú hevur óivað mangan upplivað, hvussu tú vart í einari ávísari støðu, men so hendi nakað, sum kravdi, at tú mátti gera nakað. Eitt dømi er sjálvandi, at flestu okkara í februar mánaði 2020 livdu sum vanligt og høvdu óivað nógvar ætlanir um várið og summarið. So kom Covid-19, sum broytti støðuna, gerandisdagin og ætlanirnar. Vit máttu leggja nýggjar ætlanir. Vit vóru í eini støðu. Nakað óvæntað hendi, sum gjørdi, at vit máttu møta hesum óvæntaða við einum svarið, sum so aftur skapti eitt aftursvar. Mynstrið kann setast upp soleiðis: Støða, aktión, reaktión. Hetta er eitt mynstur, vit liva eftir dagliga. Vit hugsa kanska ikki so nógv um tað, men hvussu vit agera og reagera sigur nógv um, hvørji vit innast inni eru.

Hvussu eg ageri og reageri sigur nógv um, hvør eg innast inni eri.

Tað var vanligt hjá sjúkum jødum at liggja við Betesda hyl fyri 2000 árum síðani. Jóhannes evangelistur skrivaði um, hvussu eingil Harrans við hvørt órógvaði vatnið, soleiðis at tann fyrsti, sum síðani steig niður í hylin, gjørdist frískur frá sínum sjúkdómi. Ein maður hevði ligið við hylin í 38 ár. Hvørja ferð vatnið varð órógvað, og hann var á veg niður í hylin, fór onkur annar niður í hylin áðrenn. Hesi fólkini kendu óivað hvønn annan og vistu um hvønn annan. Fleiri teirra mundu taka synd í hesum manninum, sum hevði bíðað í 38 ár. Men tá ið so vatnið varð órógvað, hugsaði hvør um sítt egna og gloymdu tey tá øll hini.

Hetta avdúkar fyrru av tveimum reaktiónum, sum býr djúpt í mær sum menniskja. Eg kann væl taka synd í øðrum, men tá ið høvi at fáa nakað burturúr sjálvur býðst, vísir tað seg mangan, at eg tá fyrst og fremst hugsi um meg sjálvan og mítt.

Eg kann væl taka synd í øðrum, men tá ið høvi at fáa nakað burturúr sjálvur býðst, hugsi eg mangan fyrst og fremst um meg sjálvan.

Ein dagin kom Jesus framvið Betesda hyl. Maðurin, sum hevði bíðað í 38 ár kendi ikki Jesus, men Jesus kendi hann. Jesus fór beina leið til hansara og spurdi: “Vilt tú verða frískur?” Maðurin svaraði við at siga Jesusi frá, hvussu eingin hjálpti honum í hylin, tá ið vatnið varð órógvað. Hann dugdi nevniliga ikki at síggja nakran annan hátt at gerast frískur enn at koma í hylin. Jesus segði síðani við mannin: “Reis teg upp, tak song tína og gakk!” Maðurin varð frískur.

Hetta hendi ein hvíludag. Fleiri av jødunum – sum óivað kendu henda mannin, ið hevði ligið sjúkur í 38 ár – søgdu nú við hann: “Tað er hvíludagur, og tú hevur ikki loyvi at bera songina.” Teir dugdu ikki at gleðast saman við manninum. Nei, teir funnu ein trupulleika og vóru argir. Hví? Jú, tí hetta er nevniliga seinna reaktiónin, sum vísir seg at búgva í mær sum menniskja.

Ímynda tær, at tú spældi Gekk og vart tann hepni, sum fekst fulla plátu og kom ígjøgnum til at snara hjólinum. Vinningurin var tríggjar milliónir krónur. Tú snarar fyrstu ferð og aðru ferð, men triðju ferð trýsti tú á og hjólið snaraði og nú nærkaðist leypinum við teimum trimum milliónunum. Tak tak tak tak… Nærri og nærri… Tak tak… tak. Ein seym framvið leypinum. Ein seym framvið teimum trimum milliónunum. Tú vanst ikki tríggjar milliónir, men fimtan hundrað krónur. Ímynda tær so, at tað gekk ein vika, og granni tín slapp ígjøgnum. Og hann vann tær nú tríggjar og hálvu milliónina. Hvør er nú tín reaktión? Hvat hugsar tú? Hvat kennir tú í tínum sinni? Ert tú glaður hansara vegna, ella hugsar tú: “Hví var tað ikki eg, sum vann?”

Medmenniskjuni hjá hesum manninum, sum hevði verið sjúkur í 38 ár, avdúka tveir ymiskar sannleikar um meg sum menniskja: Sjálvsøkni og øvund. Hetta kunnu vit siga er mín sjúkdómur, sum eg ikki kann gerast frískur frá. Men mær nýtist ikki liggja við nakran hyl og bíða eftir lekidómi. Eins og Jesus kom til henda mannin fyri 2000 árum síðani, kemur Jesus til mín og tín og spyr: “Vilt tú verða frískur?” Meðan lekidómurin við Betesda hyl var avmarkaður, hevur Jesu lekidómur onga avmarking. Við sínum deyða og sínari uppreisn frá deyðum hevur Jesus nevniliga lekt meg frá mínum sjálvsøkni og mínari øvund. Hann hevur lekt meg frá øllum illum og hevur vunnið mær og tær eitt nýtt lív, soleiðis at vit nú kunnu taka okkara song og ganga. Jesus kennir nevniliga okkara sjúkdómar og veit um okkara bíðan og vón um lekidóm og lekir okkum, tá ið vit venda okkum til hansara í trúgv.

Jesus kennir okkara sjúkdómar og veit um okkara bíðan og vón um lekidóm og lekir okkum, tá ið vit venda okkum til hansara í trúgv.

Maðurin, sum hevði verið sjúkur í 38 ár, varð frískur og fekk eitt nýtt lív. Hann tók song sína og gekk. Eisini vit fáa eitt nýtt lív, tá ið vit eru lekt frá okkara sjúkdómum, um talan er um sjálvsøkni, meinbogi ella okkurt heilt annað, sum vísir seg at vera tað, sum serliga gevur seg til kennar hjá okkum í hvør sínum lagi. Nú vit í trúnni á Jesus eru lekt, kunnu vit liva okkara nýggja lív. Men hvussu gera vit so tað?

Fyri tað fyrsta er tað gott, tá ið sjúkdómurin verður avdúkaður. Tað er jú ikki fyrr enn eg veit, at eg eri sjúkur, at eg søki mær hjálp. Og tað er ikki fyrr enn eg veit, hvør sjúkdómurin er, at eg veit, hvønn lekidóm mær tørvar. Tá ið navn er sett á mín sjúkdóm, er hann ikki longur duldarfullur. Tað er ein hjálp í sær sjálvum, tí nú veit eg, hvør orsøkin er til at eg havi tað, sum eg havi tað og hví eg geri, sum eg geri.

Tað er ikki fyrr enn eg veit, at eg eri sjúkur, at eg søki mær hjálp. Og tað er ikki fyrr enn eg veit, hvør sjúkdómurin er, at eg veit, hvønn lekidóm mær tørvar.

Fyri tað næsta er tað hvíld í trúnni á hann, sum hevur lekt meg. Sjálvandi hvørvur mítt sjálvsøkni og mín meinbogi ikki her og nú. Veruleikin er, at hetta er nakað, eg og tú fara at draga við okkum alt hetta jarðiska lívið. Men vit batna við tíðini, nú vit hava fingið lekidómin. Um tíggju ár hevur mítt sjálvsøkni og mín meinbogi ikki sama vald á mær, sum tey hava í dag. Eg ímyndi mær, at gongulagið hjá manninum, sum ikki hevði gingið í 38 ár, ikki mundi vera so gott. Hann kundi ganga, men lærdi samstundis at ganga betur og betur, sum dagarnir gingu.

Nú vit hava fingið lekidóm fyri sjúkdóm okkara og frísk spakuliga læra at ganga betur í levnaðinum, kunnu vit fyrst spyrja okkum sjálv: “Hvussu kann eg vera minni sjálvsøkin? Tá ið eg síggi neyðina og tørvin hjá mínum medmenniskja, hvussu kann eg tá leggja mína egnu neyð og mín egna tørv til viks, og heldur hjálpa mínum medmenniskja, soleiðis at tað kann fáa lekidóm?”

Síðani kunnu vit spyrja: “Hvussu kann eg í minni mun fáa meinboga, tá ið mínum medmenniskja gongst væl? Tá ið eg síggi, at alt vísir seg at eydnast væl hjá mínum medmenniskja, hvussu kann eg tá leggja mín meinboga til viks, og heldur gleðast um og saman við mínum medmenniskja?”

Hvussu kann eg vera minni sjálvsøkin og hvussu kann eg í minni mun fáa meinboga, tá ið mínum medmenniskja gongst væl?

Nú kann væl vera, at tú als ikki kennir teg aftur í hesum báðum nevndu trupulleikum: Sjálvsøkni og meinbogi. Men ivaleyst manst tú kenna til onkran sjúkdóm, tú hevur at dragast við. Onkur aktión ella reaktión, sum tykist at koma til sjóndar, tá ið tað óvæntaða rakar inn í tín gerandisdag. Tað er sum so líka mikið, hvør sjúkdómurin er og hvussu hann eitur. Men síggj tað sum eina gávu, tá ið tú lærir sjúkdómin at kenna. Tá ið tú fært sett navn á hann. Síggj síðani hann, sum eisini kemur til tín, tí at hann kennir teg – hóast tú kanska ikki kennir hann – og veit júst, hvønn sjúkdóm tú hevur at dragast við. Jesus sigur eisini við teg: “Vilt tú verða frískur?” Hvør er nú tín reaktión til tann spurningin?

0 comments on “HVAT SIGA MÍNAR REAKTIÓNIR UM MEG?

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s

%d bloggers like this: