Levnaður

LECTIO DIVINA: MIÐSAVNAÐ SAMTALA VIРGUD

Hevur tú torført við at hugsavna teg, tá ið tú brúkar tíð saman við Gudi í lesnaði og bøn, er Lectio Divina kanska nakað fyri teg. Henda mannagongdin hevur verið brúkt av hópin av menniskjum í fleiri øldir.

Kennir tú teg aftur í viðhvørt at hava torført við at hugsavna teg? Tað kann vera ein uppgáva, tú ert í holt við, men ov nógv gongur fyri seg umkring teg, sum krevur títt uppmerksemi. Tað kann vera ein bók, tú skalt fáa lisið, men ov nógv gongur fyri seg í sinninum, soleiðis at tankarnir í heilum venda burtur frá tekstinum. Tað kann vera okkurt heilt annað. Men óivað kennir tú tað soleiðis, at tað í ávísum støðum er torført at hugsavna teg um tað, tú skalt ella vilt. Nú kann eisini vera, at hetta er ein størri trupulleiki, sum jú er veruleikin hjá fleiri okkara: Yvirhøvur trupult at hugsavna seg.

At hugsavna meg um tað, eg vil, er torført, tá ið tað larmar so nógv bæði uttanum meg og innaní mær.

Eg kenni meg mangan aftur í hesum og royni fyri mítt viðkomandi at skipa mær uppgávurnar, løturnar og dagarnar soleiðis, at eg betur fái hugsavna meg um tað, eg skal.

Nakað, sum eg royni dagliga, er at brúka tíð saman við Gudi. Ódeilda tíð, soleiðis at tað bert eru hann og eg saman eina løtu. Hesar løtur eru mangan í kvirru, har eg í einingi lesi í Bíbliuni og biði eina bøn. Men tað er ein trupulleiki hjá mær at hugsavna meg hesar løturnar. So nógv vísir seg at órógva bæði innaní mær og uttanum meg, hóast eg eri í einingi. Eg má viðganga, at mangan kennast hesar løturnar sum nakað, eg bara skal fáa krossað av einum lista at gera. Kvirran er ikki heilt kvirr, lesnaðurin í Bíbliuni er skjótur og ógrundaður, og bønin er stutt og grunn. Eingin dýpd vísir seg at vera í hesi samveru, sum eftir røttum eigur at vera tað djúpasta, eg eigi sum menniskja við Gud.

Mangan eru løturnar saman við Gudi bert nakað, eg skal fáa krossað av einum lista at gera.

Fyri nøkrum árum síðani hoyrdi eg um Lectio Divina, sum er latínskt og merkir guddómlig lesing. Hetta er ein mannagongd, sum í øldir hevur verið nýtt av munkum og nunnum, men eisini av hópin av øðrum persónum í øðrum lívsstøðum, tá ið talan er um ódeilda tíð í einingi saman við Gudi. Tað var munkurin Bænadikt úr Nursia, sum í 6. øld á fyrsta sinni setti Lectio Divina í verk, men vórðu tey 4 stigini, henda mannagongd er kend fyri at innihalda, ikki formskipað fyrr enn í 12. øld: Lectio, Meditatio, Oratio, Contemplatio.

Endamálið við Lectio Divina er ikki at økja um kunnleika í Bíbliuni, sum mangan er hátturin, vit annars lesa á. Endamálið er ein samtala í samveru við ein, sum vit elska og ein, sum elskar okkum. Fyri at fáa gleði og ríkdóm burturúr hesi samtalu í hesi samveruni eru 4 stig at ganga eftir, tá ið eg skal fremja Lectio Divina.

Endamálið við Lectio Divina er djúp samtala við ein, eg elski og ein, ið elskar meg: Gud.

1. Lectio (lesa): Fyrst finni eg mær eitt stað, har eg kann vera í kvirru í einingi. Eg brúki eina løtu, har eg fái likamliga og sinnisliga pulsin niður. Eg lati tilverunnar larm spakuliga hvørva, nú eg fyrireiki meg til eina samtalu við Gud. Eg lesi síðani eitt brot úr Bíbliuni. Ikki ov stórt, men eini 1-5 vers. Eg lesi væl. Spakuliga. Innantanna. Hart. Umaftur og umaftur. Eg steðgi á við orð, sum fanga mítt uppmerksemi. Eg lesi heildina. Eg lesi einstøku orðini.

2. Meditatio (grunda): Síðani grundi eg yvir tað, eg havi lisið. Ikki á nakran gudfrøðiligan hátt fyri at økja um mín kunnleika, men soleiðis at eg læri, hvat hetta orðið hevur at siga mær. Hvat sigur Gud júst mær við hesum orði/orðum júst hesa løtuna? Eg hugsavni meg um orðið/orðini, sum eg hugsi, Gud nú sigur mær. Hvussu ávirkar hetta orðið meg? Hvat man vera Guds ætlan við hesum orði? Eg minni meg á, at eg jú eri í samtalu við Gud.

3. Oratio (bið): Eg lesi versið/versini aftur. Biði nú til Guds útfrá hesum orðunum. Síggi tað sum mítt aftursvar ella framhaldandi samtalu um tað evnið, Gud við versunum hevur gjørt meg varugan við. Hvat eru tað fyri kenslur og orð, sum natúrligt koma fram í mær, nú eg havi grundað yvir versini? Takksemi? Gleði? Nøgdsemi? Friður? Sorg? Angur? Øði? Longsul? Eg seti nú orð á tað fyri Gudi, sum hoyrir, skilir og er í samtalu við meg.

4. Contemplatio (vænta): Tá ið eg eri liðugur við at biðja, steðgar samtalan so at siga. Nú lesi eg ikki meira, grundi eg ikki meira og biði eg ikki meira. Eg eri í einingi í kvirru eftir samtaluna. Men eg geri ikki einki. Royni at hugsavna meg um, at við mína lið situr Gud. Her bíði eg í hvíld eftir, at Gud skal geva mær okkurt. Eg vænti mær nakað. Eitt orð. Eina kenslu. Eina vegleiðing. Eina sjón. Okkurt. Tað er ikki altíð, at eg fái nakað ítøkiligt. Tá siti eg bert í hvíld saman við Gudi, sum í sær sjálvum er ein rík og gevandi uppliving.

Tá ið eg eri liðugur við at sita í kvirru í væntan, fari eg í gongd við dagsins gerning.

Lectio Divina er samansett av Lectio, Meditatio, Oratio og Contemplatio. At “lesa guddómligt” er sostatt at lesa, grunda, biðja og vænta.

Hetta er mannagongdin fyri Lectio Divina. Eg eri ikki góður til hetta, men tær ferðirnar, tað eydnast mær nøkulunda at fremja guddómliga lesing, hava verið til ríka signing likamliga, sinnisliga, andaliga og medmenniskjansliga. Í gerandisdegnum – sum mangan larmar og er upptikin og strongdur – býr ein djúpur longsul eftir aftur at fáa loyvi at í kvirru vera í samveru og samtalu við Gud. Tí eg havi smakkað, at hetta er sum ein kelda av lívgevandi vatni, meðan eg í gerandisdegnum gerist tystur vegna mín levna. Um hetta er nýtt fyri teg og tú ikki hevur roynt Lectio Divina, kanst tú gera sum eg og hópin av menniskjum í fleiri øldir: Byrja bara. Royn tað. Eg eri rættiliga sannførdur um, at um tú byrjar hesa mannagongd, fert tú eisini at síggja ríkidømið í henni og dýpdina av tí felagsskapi, Gud vil hava við teg og ríkidømið í teimum orðum, Gud sigur tær.

2 comments on “LECTIO DIVINA: MIÐSAVNAÐ SAMTALA VIРGUD

  1. Jonna Jensen

    Takk fyri ??

    Hent Outlook til iOS ________________________________ Fra: Derhard Jógvansson Sendt: Tuesday, October 27, 2020 7:13:36 AM Til: jonna-m-jensen@hotmail.com Emne: [New post] LECTIO DIVINA: MIÐSAVNAÐ SAMTALA VIÐ GUD

    Derhard Jógvansson posted: ” Kennir tú teg aftur í viðhvørt at hava torført við at hugsavna teg? Tað kann vera ein uppgáva, tú ert í holt við, men ov nógv gongur fyri seg umkring teg, sum krevur títt uppmerksemi. Tað kann vera ein bók, tú skalt fáa lisið, men ov nógv gongur fyri seg”

    Like

    • Ger so væl, Jonna. Tað gleðir meg, at hetta var gagnligt fyri teg 🙂 Ikki so nógv kenna til Lectio Divina. Eg kendi tað ikki fyrr enn fyri umleið 4 árum síðani. Tá ið eg las um tað fyrstu ferð, fangaði tað meg beinanvegin. Nú royni eg at liva eftir hesum.

      Like

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s

%d bloggers like this: