Levnaður

HVAR FINNI EG HJÁLP Í MÍNI STÚRAN?

Í stúranini kunnu vit verða lammað og kenna tað sum um, at vit einki kunnu gera. Tá vísir tað seg fyri fleiri okkara at vera hjálp í at flyta fokus. Tí stúranin kemur aloftast sum ein reaktión av onkrum, sum føðir stúranina.

Er hetta ein spurningur, tú javnan setir tær sjálvum ella sjálvari? “Hvar finni eg hjálp í míni stúran?” Ella: “Hví stúri eg so nógv?” Ella “Hvat stúri eg í veruleikanum fyri?” Um tú kennir teg aftur í hesum, ert tú ikki einsamallur ella einsamøll. Sambært Psykiatrifonden vísir ein stór kanning í fleiri evropeiskum londum, at umleið 12 prosent av fólkinum innanfyri eitt ár verða rakt av støðum, merktar av angist. Í Noreg er hetta talið 20 prosent. Á heimasíðuni hjá Fólkaheilsuráðnum er Gallup World Poll-kanningin frá 2020, har millum annað sæst, at nærum 20 prosent av teimum spurdu valdu Stúran sum svar til spurningin: “Upplivdi tú nakra av hesum kenslunum í gjár?”. Stúran var ein møguleiki av 7. Hetta vil siga, at 1-2 persónar av 10 líða av angist.

12-20 prosent líða av angist.

Men munnu ikki øll av og á stúra? Hjá mongum er hetta ein dagligur trupulleiki, meðan hjá øðrum vísir hetta seg av og á. Tað kann vera ymiskt, hvussu vit eru og hvat vit gera, tá ið stúranin rakar okkum. Hóast vit í stúranini kunnu verða lammað og kenna tað sum um, at vit einki kunnu gera, vísir tað seg fyri fleiri okkara at vera hjálp í at flyta fokus. Tí stúranin kemur aloftast sum ein reaktión av onkrum, sum føðir stúranina. Tað kann vera nakað, vit vita um, men tað kann eisini vera onkur duldur veruleiki og hava vit tá torført við at seta orð á orsøkina til stúranina. So eru tað sjálvandi eisini tey viðurskiftini, vit eiga at vera stúrin fyri. Tær støður, sum veruliga er ein hóttan og ein vandi í gerandisdegnum. Men nú er tað ikki henda stúranin, eg í hesi greinini sipi til, men tann stúranin, sum vísir seg at hava sína grund í sinninum, uttan at nøkur beinleiðis hóttan er.

Kemur stúranin ikki aloftast sum ein reaktión av onkrum, sum føðir stúranina. Og er hjálpin tá ikki at flyta eyguni frá tí, sum skapar hesa reaktiónina?

Eg eri ikki sinnisfrøðingur og veit tí sjálvsagt ikki dýpdina av hesum viðurskiftum, men eg eri gudfrøðingur og kenni til styrkina av hennara grundarlagi. Fyri mítt viðkomandi fái eg hjálp og styrki í at flyta fokus á tey orð, sum skrivað eru um og umkring Jesus. Seinastu tíðina eru tað hesi orðini, ápostulin Paulus skrivaði til tey kristnu í Filippi: “Verið ikki stúrnir fyri nøkrum, men latið í øllum lutum tráan tykkara koma fram fyri Gud í ákallan og bøn við tøkk, og Guds friður, sum ber av øllum viti, skal varðveita hjørtu tykkara og hugsanir tykkara í Kristi Jesusi (Filippibrævið 4,6-7)”

Tað tekur stúranina frá mær at vita, at mær verður boðið ikki at stúra, men heldur lata alt tað, sum býr í mínum sinni og hjarta í Guds hendur. Stúranin kemur, tá ið eg hugsi um eitthvørt. Eg kann velja at dvølja við hesa hugsan, sum so bara føðir meira stúran. Hetta orðið býður mær at flyta hugsanina frá tí, sum føðir stúranina, til Gud. At eg fyri honum seti orð á mína stúran í ákallan og bøn við tøkk.

Tað tekur stúranina frá mær at vita, at tá ið eg flyti fokus frá tí, eg stúri fyri, á Gud, sum sær, hoyrir og veit, verður mær givin Guds friður. Hetta er ein annar friður enn nakar menniskjansligur friður. Ein friður, sum ber av øllum viti. Ein friður, sum er yvir allan mín holdsliga veruleika og alla hesa jarðisku tilveruna. Hetta orðið sigur mær, at hóast tað kann tykjast ómøguligt til tíðir, er ein friður til, sum er yvir mær og er størri enn, hvat mítt sinni kann fata.

Hóast tað kann tykjast ómøguligt til tíðir, er ein friður til, sum er yvir mær og er størri enn, hvat mítt sinni kann fata.

Tað tekur stúranina frá mær at vita, at mær er givin ein ávísur persónur at hava mítt fokus á. Ein, sum veit meira enn nakað annað menniskja, hvat stúran er: Jesus. Tá ið eg flyti fokus frá tí, sum føðir mína stúran og heldur leggi alt í Guds hond, verður Guds friður givin mær við tað at hjartað og hugsanin verður varðveitt í Jesusi. Hetta merkir, at um eg í størri mun havi mítt fokus á Jesus, sum vann sigur á tí, sum stúranin í síðsta enda stavar frá, so eru míni eygu jú vend ímóti honum, sum hevur alt vald. Hví skal eg tá stúra? Jesus stúrir ikki meira, men vann sigur á deyðanum og vann mær eitt ævigt lív. Reistur frá deyðum segði hann: “Mær er fingið alt valdi í himli og á jørð…” ALT VALDIÐ!!! Sostatt hevur Jesus eisini vald á míni stúran og tí, stúranin er grundað á.

Tað tekur stúranina frá mær at vita, at mær er givin ein at hava mítt fokus á. Ein, sum veit meira enn eg, hvat stúran er: Jesus.

Sjálvandi merkir hetta ikki, at eg ikki longur stúri. Stúranin kemur og fer og kemur aftur. Men seinastu tíðina havi eg fingið styrki og frið í hesum orðunum: Ver ikki stúrin fyri nøkrum, men lat alt koma fram fyri Gud, og Guds friður, sum er yvir øllum viti, skal varðveita mítt hjarta og mína hugsan í Jesusi. Har finni eg hjálp í míni stúran.

0 comments on “HVAR FINNI EG HJÁLP Í MÍNI STÚRAN?

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s

%d bloggers like this: