Um meg

DerhardHey og vælkomin!

Tað gleðir meg, at tú ert her 🙂

Henda síðan er gjørd við tí fyri eyga at luta egi tilfar, sum eg brenni fyri sum menniskja, kristin og prestur.

Okkurt er beinleiðis knýtt at tænastuni sum prestur og kann tað tilfarið tí kennast at vera í samanhang við okkurt, ið gongur frammanfyri. Annað tilfar stendur meira einsamalt og kann lesast leyst frá øðrum.

Eg leggi meg eftir at skriva so einfalt og greitt sum gjørligt uttan at taka nakað fyri givið hjá tær, sum lesur. Bæði tú og eg eru menniskju og hava sostatt ein felagsnevnara í júst tí. Tað er grundarlagið fyri hetta samskiftið.

Lat meg endiliga hoyra, um tú hevur nakað uppá hjarta, sum tú vilt luta við mær. Tú skalt vera vælkomin at skriva mær teldupost.

Eg vóni, at tú verður hangandi á hesi síðuni og lesur okkurt, sum tú fært nakað burturúr inn í títt egna lív.

Alt tað besta,

Derhard

Blog at WordPress.com.

Up ↑