RAÐFEST RÆTT!

Øll krevja tíð og orku: Maki, børn, familja, vinir, starvsfelagar... Tú vilt so fegin geva øllum sítt, men lendir aftur og aftur í støðuni, har tú kennir teg ikki at strekkja til og hugsar, at tú ikki røktar teir felagsskapir, sum tú annars so fegin vilt.

Í ÓTTANUM BIÐI EG UM HJÁLP!

Ert tú nakrantíð bangin? Hevur verið í onkrari støðu, sum hevur ávirkað teg á slíkan hátt, at tú nærum ikki fekst liva? Allur hugur tín var um hetta illveðrið, sum skapaði óttan í lívinum.

FORVITNI FREMUR FELAGSSKAP!

Minnist tú, tá ið tú seinastu ferð vart í einari samtalu við ein annan, har hin ikki heilt lurtaði eftir tí, sum tú tosaði um? Tað kann væl vera, at hin segði “Ja! So? Okay!”, men tú merkti á tær, at hesin persónurin veruliga ikki hoyrdi tað, tú segði.

HVØR ERT TÚ?

“Hvør eri eg? Hví geri eg, sum eg geri? Hví eri eg, sum eg eri?” Hugsar tú nakrantíð soleiðis? Kanska, tá ið tú ert við ein krossveg og skalt taka onkra stóra avgerð: “Hvør eri eg í veruleikanum? Hví eri eg til? Hvat er meiningin við tí heila?”

VEITST TÚ IKKI, FERT TÚ IKKI!

Hevur tú nakrantíð forsømt nakað? At sita eftir við kensluni av at okkurt týdningarmikið hendi, sum tú ikki fekst við ella fekst lut í? Situr tú eftir við orðunum: “Hví lurtaði eg ikki? Hví fór eg ikki? Hini upplivdu nakað, sum eg ikki fekk við!”

SVARIÐ AVDÚKAR MEG!

Hvat avdúkar títt svar um felagsskapin við eitt annað menniskja, tá ið tú verður spurd/ur um vikomandi? Hvat avdúkar títt svar um tín felagsskap við Jesus, um onkur spurdi teg: "Hvør er Jesus?"

FELAGSSKAPURIN FREMUR ÁVØKSTIN

Kennir tú hugsanina: “Eg hevði viljað havt tað sum tey”, tá ið tú sært myndir hjá øðrum á Facebook? Vit vísa tær jaligu løturnar. Tá ið vit smílast og semjast. Men hvussu hevði verið, um vit vístu tær neiligu løturnar?

Blog at WordPress.com.

Up ↑