LYFT MEDMENNISKJAÐ UPP!

Ert tú ein hugmóðigur ella ein eyðmjúkur persónur?Ein avdúkandi roynd hesum viðvíkjandi er at spyrja teg sjálva/n: “Hvussu lætt havi eg við at rósa øðrum?”

TAKKSEMIÐ AVDÚKAR FELAGSSKAPIN!

Tað er ein keðilig kensla, sum fylgir einseminum. Í slíkum støðum hugsa vit um, hvussu takksom vit eru fyri ávís menniskju í okkara lívi. At vit eru ríkari vegna onnur menniskju, sum vit kunnu vera saman við í felagsskapi.

AVLEIÐINGIN AVDÚKAR SJÁLVSØKNIÐ!

Hvussu nógv av levnaðinum snýr seg um andlitið úteftir? Munnu ikki fleiri av okkara góðu gerðum vera grundaðar í sjálvsøkni? At vit fyri øðrum vilja síggja út sum góð menniskju, sum vilja okkara medmenniskjum væl?

SAMSKIFTIÐ STYRKIR SAMFELAGIÐ!

Í einum felagsskapi ímillum tvey menniskju hoyrir samskifti við sum natúrligur partur. Eg kann lata vera við at lurta, tosa ella tosa neiligt við hini. Tað veikir felagsskapin. Tað er tað jaliga samskiftið, sum styrkir samfelagið! Samskifti í kærleika ætlað til uppbyggingar.

SVARIÐ AVDÚKAR MEG!

Hvat avdúkar títt svar um felagsskapin við eitt annað menniskja, tá ið tú verður spurd/ur um vikomandi? Hvat avdúkar títt svar um tín felagsskap við Jesus, um onkur spurdi teg: "Hvør er Jesus?"

KÆRLEIKI KOSTAR

Kærleikin man vera tað ríkasta, menniskju kunnu uppliva. Kortini vísa hagtølini, at eitt av hvørjum trimum hjúnaløgum í Føroyum endar við hjúnaskilnaði. Nakað, sum byrjaði við kærleika og vón um eina ríka framtíð, miseydnaðist. Hví?

Blog at WordPress.com.

Up ↑