AVLEIÐINGIN AVDÚKAR AVGERÐINA!

“Hví sá eg ikki avleiðingina frammanundan?” Soleiðis kanst tú siga við teg sjálva/n, tá ið tú upplivir hørðu avleiðingina av bæði tilvitaðum og ótilvitaðum avgerðum. Avgerðirnar førdu til núverandi avleiðing og iðrar tú teg nú um tær avgerðir, tú tókst.

HVØR ERT TÚ?

“Hvør eri eg? Hví geri eg, sum eg geri? Hví eri eg, sum eg eri?” Hugsar tú nakrantíð soleiðis? Kanska, tá ið tú ert við ein krossveg og skalt taka onkra stóra avgerð: “Hvør eri eg í veruleikanum? Hví eri eg til? Hvat er meiningin við tí heila?”

ERT TÚ TRÚVERD/UR?

Ert tú ein góðtrúgvin persónur, sum hevur lætt við at líta á orðini frá tínum medmenniskjum? Ella kennir tú tað soleiðis, at tú í stóran mun ikki hevur álit á tí, onnur siga? “Tað valdast persónin, sum prátar!”, sigur tú kanska.

VEITST TÚ IKKI, FERT TÚ IKKI!

Hevur tú nakrantíð forsømt nakað? At sita eftir við kensluni av at okkurt týdningarmikið hendi, sum tú ikki fekst við ella fekst lut í? Situr tú eftir við orðunum: “Hví lurtaði eg ikki? Hví fór eg ikki? Hini upplivdu nakað, sum eg ikki fekk við!”

JESUS ENDAÐI ENDAN!

Hevur tú upplivað kreppu í lívinum, sum broytti lívið frá einum til nakað, sum tú nú ikki ert glað/ur fyri? Kanska sigur tú tí við teg sjálva/n: “Nú er yvirstaðið! Eg eri liðug/ur! Hetta endaði meg!” Men er nøkur bjarging?

VER FYRIMYNDIN!

Hvussu nógv kann eg skylda uppá (fyri)myndirnar, tá ið eg geri tað skeiva? Kann eg ikki gera hetta í so stóran mun, at eg livi í ábyrgdarloysi? Havi eg ikki avgerðarrættin fyri mínum lívi í dag?

EG LIVI Í KALLINUM

Dámar tær væl títt arbeiði og gleðist um tíni viðurskifti við familju, vinir og starvsfelagar? Hevur tú frið og gleði í gerandisdegnum? Ella kennir tú iva, óró og ørkymlan? Spyrt tú teg sjálva/n: “Er hetta tað, eg skal?” “Hvat er meiningin við mínum lívi?”

AT VINNA Á FREISTING

Kennir tú til freistingar? At hava hug at gera nakað skeivt? Fleiri ynskja at liva eitt sunt lív við millum annað at lata vera við at eta ósunt. Hvussu væl kennist ikki freistingin her og hugurin at eta tað, sum ætlanin ikki var?

Blog at WordPress.com.

Up ↑