GER TAÐ, TÚ LOVAR, TIL TÍÐINA!

Mangan vísir tað seg at vera so, at vit megna væl at gera uppgávur okkara og at gera tær til tíðina, tá ið talan er um arbeiðið. Mangan er tað somuleiðis, at vit ikki vísa okkum frá okkara bestu síðu heima við hús.

LYFT MEDMENNISKJAÐ UPP!

Ert tú ein hugmóðigur ella ein eyðmjúkur persónur?Ein avdúkandi roynd hesum viðvíkjandi er at spyrja teg sjálva/n: “Hvussu lætt havi eg við at rósa øðrum?”

AT GERA VÆL GER TEG IKKI GÓÐAN!

Tað býr í okkum sum nakað natúrligt at mennast í levnaðinum. Vit arbeiða okkum fram til tað betra og gera alt, sum er í okkara valdi at ogna okkum góða lívið. Flestu av okkum liva gerandisdagin í stríði eftir at vinna okkum stig á lívsins konto.

Hevur Gud nakra ætlan við mær?

Ivast tú í, hví tú ert til og hvør grundin man vera at Gud hevur skapt teg? Sært tú teg sjálva/n ikki sum nakað serligt við nøkrum serligum eginleikum og kalli til nakað ávíst? Hoyr so her: Gud hevur SKAPT teg einastandandi til nakað heilt ávíst.

ÓFULLKOMIN KANST TÚ VÍSA TANN FULLKOMNA!

Tá ið vit samanlíkna okkum sjálv við onnur, kann tað fáa okkum at kenna okkum illa. Vit kunnu síggja niður á okkum sjálv, meta okkum lágt og hava bestan hugin at geva tað heila upp: “Eg nytti einki! Eg kann ikki brúkast til nakað!”

FINN EGNAR FEILIR FYRST!

Vit hava so lætt við at seta orð á feilirnar hjá øðrum. Er tað tí at vit ikki sjálv gera feilir? Ella man tað vera tí, at við at síggja feilirnar hjá øðrum, hava vit tað betri við okkum sjálvum?

FYLGI EG IKKI, VILLIST EG!

Øll okkara munnu kenna tað at missa okkurt burtur. At kenna sorg og skuffan av ikki at hava nakað, sum ein er glaður fyri. Tað er mist burtur. At leita eftir hesum burturmista og gleðast, tá ið hetta verður funnið aftur.

Blog at WordPress.com.

Up ↑