Í ÓTTANUM BIÐI EG UM HJÁLP!

Ert tú nakrantíð bangin? Hevur verið í onkrari støðu, sum hevur ávirkað teg á slíkan hátt, at tú nærum ikki fekst liva? Allur hugur tín var um hetta illveðrið, sum skapaði óttan í lívinum.

LÍT JALIGT Á MORGINDAGIN!

Hvat hugsar tú, tá ið lívið broytist? Hugsar tú jaligt um møguligu broytingarnar í framtíðini? Ella neiligt? Er tað ótti fyri sjúku, neyð, sorg, trupulleika og deyða, sum merkir títt sinni, ella gleðin um lív, eydnu, kærleika, frælsi og møguleikar?

JESUS ENDAÐI ENDAN!

Hevur tú upplivað kreppu í lívinum, sum broytti lívið frá einum til nakað, sum tú nú ikki ert glað/ur fyri? Kanska sigur tú tí við teg sjálva/n: “Nú er yvirstaðið! Eg eri liðug/ur! Hetta endaði meg!” Men er nøkur bjarging?

TAÐ NEILIGA RAKAR EISINI TEG!

Hvar er Gud, tá ið tað neiliga rakar? Vit síggja, hoyra og lesa um neyðina úti í heimi. Uppliva, hvussu okkara kæru stríðast. Og kenna, hvussu vit innaní eru ótrygg. Er eingin tryggleiki í lívinum?

UM JESUS ER NÆR, ER STÚRANIN FJAR!

Ert tú nakrantíð bangin? Óivað svarar tú ja til tann spurningin, tí menniskju flest munnu í størri ella minni mun kenna ótta. Vit óttast fyri gerandisdegnum, lívinum og ævinleikanum. Hvat kann eg gera við óttan?

Blog at WordPress.com.

Up ↑