Category: Prædika

Prædika

BØNIN BATAR!

Hevur tú biðið um okkurt ávíst í dagar, vikur, mánaðir, ja kanska ár, uttan at hava fingið nakað svar? Hevur tú nakrantíð hugsað, at eingin Gud man vera til, tí tað tykist, sum um hann ikki hjálpir tær í tínum lívið? Og um hann ikki er til ella ikki svarar, hví so yvirhøvur biðja?

Prædika

Kærleikin man vera tað ríkasta, menniskju kunnu uppliva. Kortini vísa hagtølini, at eitt av hvørjum trimum hjúnaløgum í Føroyum endar við hjúnaskilnaði. Nakað, sum byrjaði við kærleika og vón um eina ríka framtíð, miseydnaðist. Hví?

Prædika

JESU PASSIVA RÆTTVÍSI

“Hví segði eg ikki: “Ja takk!”? Soleiðis kann eg sum menniskja hugsa, tá ið eg angri fortíðina. Um eg ikki tók ímóti eini gávu ella tænastu ella ímóti rósandi orðum, sum vóru ætlað mær. At eg ikki møtti menniskjum, sum bjóðaðu mær sína tíð, sítt vinalag og sín felagsskap. Hvussu nógv ríkari var eg í dag, um eg tók ímóti?

Prædika

Hevur tú álit á fólki? Ella kennir tú teg sviknan so mangan, at tú mestsum hevur mist álitið á tíni medmenniskju. Aftur og aftur vísir onkur seg at vera nakað ávíst, men verður síðani avdúkaður fyri nakað heilt annað.

Prædika

“Um eg vann eina millión krónur, so var lívið betri!” Vit kunnu hava ymiskar hugsanir um, hvat okkum tørvar, soleiðis at lív okkara varð betri. Og tað kann væl vera, at nógv av hesum hevði gjørt lívið lættari, um ikki betri. Men vita vit veruliga, hvat okkum tørvar?

Prædika

Mangan miseydnast ymiskt hjá okkum menniskjum. Tað, vit ætlaðu, gjørdist ikki, sum vit vónaðu og tað, vit settu okkum fyri, vísti seg at gerast nakað heilt annað. Í slíkum støðum hava vit fyri at spyrja okkum sjálv: “Hví fyrireikaði eg meg ikki?”

Prædika

Ert tú nakrantíð vónbrotin? Tú ætlaði nakað ávíst, men tá ið avtornaði, gjørdist veruleikin ein heilt annar. Tú vart skuffað ella skuffaður av einum øðrum menniskja. Fá komu í føðingardag, hóast tú vónaði fleiri.